Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juli 2019síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. JULI 2019 SOSIALURIN 85 5 DAGFINN OLSEN T að var herverk ímóti ólavsøkuni at flyta hana oman á Skála­ trøð. Tað heldur Heini í Havn Magnussen, í lesara­ brævi í Sosialinum og á in.fo. Hann sigur, at ólav­ søkan minkar alsamt í vavi og sjarman við henni mink­ar fyri hvørt ár. Og tað er bara staðsetingini fyri at takka, har alt nú er kroyst saman á Skálatrøð har »eitt frímerki við stál­ hegni uttanum, og enda­ leysari kø, skal verða karm­ur um ólavsøkuna« Hann sigur, at trygdin er heldur ikki tann besta, har fleiri túsund fólk, ung og gomul, børn og vaksin, verða stappað saman inn í eitt øki, har karrusellir, tom­bola, pylsur, ølbúðir hvørt um annað eru inn­ hegnað, og har er sum sild í tunnu. Hann sigur, at ein van­ lig barnafamilja hevur ikki ráð at fara á Skálatrøð, tí tað er so dýrt, at tað er óhoyrt. Hevur Tórshavnar Ítróttar­ráð ikki orku til at skipa tað øðrvísi, eiga onnur eisini at fáa rætt­ indi til at skipa fyri á ólav­søku, heldur hann. Og hann heldur, at ólavsøkan skal flytast niðan aftur í býin. Ikki ósamd Formaðurin í Tórshavnar Ítróttar­ráð,Harald Joen­ sen sigur, at tey hava ar­ beitt við møguleikanum at flyta ólavsøkutiltøk, sum eru á Skálatrøð, niðan aft­ ur í býin, har tey vóru fyrr. - Vit hava havt fund við um­sitingina í Tórshavnar Býráð, men svarið er nei, sigur Harald Joensen. Hann sigur, at tey vilja verðveita tiltøk á Skála­ trøð, men fegin vildu flutt nakað av øllum tí, sum har er, niðan í býin. - Bíðirøðirnar hava við staðsetingina at gera, heldur Harald Joensen. Viðvíkjandi longu bíði­ røð­unum, so vísir Harald Joen­sen tó á, at bíðirøðir altíð hava verið, men at helst leggur ein hetta betri til merkis, nú alt er á ein­ um stað. Gunvør Balle, forkvinna í mentanarnevnd Tórs­ havn­ar Býráðs, vísir á, at bert umsitingin hevur við­ gjørt málið, og at møguliga verða tiltøk flutt, men at hetta ikki hendir til hesa ólavsøkuna. - Hetta hevur bara verið við­gjørt í umsitingini, og vit hava fingið eina frá­ greiðing frá embætis­fólk­ um, hví tað ikki bar á mál hesaferð at flyta nøkur tiltøk hjá Tórshavnar Ítróttarráð niðan í býin, sigur Gunvør Balle. - At fyrireika ólavsøkuna er eitt sera stórt puslispæl, og her er nógv at samskipa, nógv siðvenja og torført er at flyta onnur, ið hava leigað eitt stað leingi. Men sum sagt ætla vit nú eftir hesa ólavsøkuna at byrja arbeiðið at broyta nøkur viðurskifti, so fleiri tilboð til børn kunnu koma niðan í býin, sigur Gunvør Balle. Óbroyttir prísir Heini í Havn Magnussen sigur í lesarabrævi sínum, at “ein vanlig barnafamilja hevur ikki ráð at fara á Skálatrøð, tí tað er so dýrt”. - Harald Joensen er ikki heilt samdur. - Til tað er at siga, at prís­ irnir hava verið óbroytt­ir í langa tíð. Tal­an er um somu prísir, sum fyri 10 árum síðani, vísir Harald Joensen á, og minnir á, at tiltøkini eru fyri at stuðla ítróttinum. Møguliga verður ólavsøkan flutt Gunvør Balle, forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs, og formaðurin í Tórshavnar Ítróttarráð, Harald Joensen, tykjast ikki ósamd, tá Heini í Havn Magnussen førir fram, at staðsetingin av ólavsøkuni á Skálatrøð við tivoli og øðrum er ósjarmerandi, dýrt og riggar ikki. Møguliga verður okkurt av hesum flutt niðan aftur í býin Umhugsin Nærverandi Ítøkiligur MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI hvørt vikuskifti í Sosialinum MIÐFLOKKURIN ÚR VALSKRÁ MIÐFLOKSINS TIL LØGTINGSVALIÐ: BÚSTAÐARTROTIÐ er størsta politiska málið at loysa hjá komandi samgongu. MIÐFLOKKURIN sigur, at almennur BÚSTAÐARBANKI verður settur á stovn beinanvegin. Bankin veitir lán kring alt landið við trygd í ognini. Landskassans peningur stendur betri í føroyskum bústaðarognum, enn hann stendur í útlendskum virðisbrøvum. Tað siga granskarar, sum vísa á, at yvir tey seinastu 145 árini eru íløgur í fasta ogn tær, sum bera seg best. https://finans.dk/privatokonomi/ ECE10175690/forskere-den-bedste-langsigtede-investering-er-ikke- aktier/?ctxref=ext Tí er váðin hjá landinum minstur at goyma landskassans pening í føroyskum bústaðarognum. Eisini á bygd og eisini har, ið danska fíggjareftirlitið sigur nei. Allar familjur hava ein sjálvsagdan rætt at fáa bústaðarlán. Kunnu bankarnir ikki, má landið. Í 1992 mistur nógvir føroyingar hús og heim, tí fíggjareftirlitið niðurskrivaði virðini á sethúsum. Nøkur heilt fá ár seinni blivu somu hús seld fyri hægri upphæddir enn tær, sum húsini upprunaliga kostaðu. NÚ SKULU VIT HAVA EINA FØROYSKA LOYSN!! 10-ÁRA VAKSTRARÆTLAN Skal vera gjørligt at varðveita vælferðarsamfelagið, er neyðugt við búskaparligum vøkstri. Vøkstur gevur møguleika fyri, at fólkavøkstur kann halda fram, og at fleiri vælferðartænastur kunnu halda. Við hesum endamáli verður samtykt ein eftir tilmæli frá umboðandi pørtum í føroyska samfelagnum (arbeiðarafeløg, arbeiðsgevarar, almennir og kommunalir myndugleikar, viðkomandi serfrøðingar v.m.) Vakstrarætlanin verður endurskoðað regluliga og tillagað til nýggjar møguleikar og broyttar fortreytir. Vakstrarætlanin verður skipað við løgtingssamtykt. Fíggjarlóg og aðrar lógir skulu taka atlit til vakstrarætlanina. Vakstarætlanin viðger spurningar sum: arbeiðsmarknað (arbeiðsloysi, arbeiðskraft vm), vinnuligar karmar so sum kappingarføri, skattatrýst, umhvørvisvernd vm, bústaðarviðurskifti og fígging, útbúgvingarpolitikk og stuðulsskipanir, heilsupolitikk og almannapolitikk vm. MYND: BriYYZ on Visualhunt