Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juli 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. JULI 2019 SOSIALURIN 85 6 EYÐUN KLAKSTEIN H ann man vera ein tann størsti pro­ fil­urin í føroyska m i ð l a ­h e i m i ­n u m seinastu 30 árini. Fúsur og sjónligur – ser­liga við røddini. Hann var ein av teimum, sum stórtreivst í tøttum sambandi við sínar lurtar­ar, líkamikið um tað var høgur ella lágur. Í 30 ár var Elis Poulsen miðla­ maður – fram um alt kendur sum út­varpsmaður – og hann gjørdi send­ingar til breiðu fjøldina. Hann tosaði við vanlig fólk –  mann­in á gøtuni, kvinnuna á gólvi­num – men hann kundi eisini fáa áhugaverd prát við valdsfólk heima og burturi. Eingin var sum Elis. Før­oy­ ing­ar vóru upp á fornavn við út­varps­mannin úr Skopun. Eyð­kenda sandoyarmálið og ja­liga lyndið fangaðu stóru lurtarafjøldina, og stundum var undirtøkan so stór, at Elis og starvsfelagarnir næstan komu í neyð av henni – eitt nú av óteljandi brøvum til lurtara­ send­ingar í Útvarpinum. Elis er mest kendur sum vertur í lurtarasendingum sum »Lurtar­arnir og vit«, »Tit skriva, vit spæla« og »Máltráðurin« og fyri sendingina »Upp á tá«. – Eg beundraði hann mangan fyri, at hann kláraði at seta seg upp til at vera frískur og væl upplagdur dag um dag at gera eina beinleiðis sending sum »Lurtararnir og vit«, sigur Jógvan Jespersen fyrrverandi kring­varpsstjóri. Elis dámdi sera væl at fara út við mikrofonini, og hann ferðaðist nógv kring landið at gera samrøður og sendingar, og hann var eisini javnan partur av dansi­tiltøkum og eitt nú báta­ stevnum. – Hann dugdi so væl at koma út millum fólk, og hann hevði serlig evni at velja sangir til dans­andi fólkið. Hann dugdi eisini sera væl at dansa, og hann tímdi væl at práta við fólk. Hann var sera væl móttikin allastaðni, sigur Hallur Joensen, sum arbeiddi nógv saman við Elis sein­astu árini. Í 2013 fekk Elis staðfest Parkinson sjúkuna, og eftir tað viknaði heilsan so líðandi. Nú seinastu tíðina fekk hann illa tosað, og tað eru umleið trý ár síðani, hann gavst at tosa í mikro­ fonina í Útvarpinum. Hann helt tó fram at gera sendingina »Upp á tá« saman við vinmanninum Finni S. Olsen, sum gjørdist røddin hjá Elis seinastu tíðina. – Elis var eitt ríkt menniskja. Hann var glaður og spontanur, og einki var óført hjá honum. Hann sá ikki forðingarnar, hann sá møguleikarnar, og setti hann sær nakað fyri, gjøgnum­ f­ørdi hann tað eisini. Og tað var til stóra gleði fyri nógvar før­ oyingar, sigur Finnur Sól­bjørns­ sonur Olsen. Mánadagin orkaði Elis ikki meira. Hann doyði 67 ára gamal. Eyð­kenda røddin, sum tagnaði fyri nøkr­um árum síðani, var enda­liga farin. Ein tann fólka­ kær­asti útvarpsmaðurin nakran­tíð fór um sýn. Síðani deyðsboðini bórust eru sankensluheilsanir í hóptali komnar. Ikki bert úr Føroyum, men eisini úr Íslandi, Noregi og øðrum londum. Elis var ikki bert kendur í Føroyum, hann rakk langt út um landoddarnar. Bæði til hansara kæra Ísland og til onnur lond. Tað gav eisini ekkó í norðurlendskum miðlum, at Elis nú fór. Gjørdist útvarpsmaður Elis Poulsen var føddur 22. juni 1951. Hann var ættaður úr Skopun, har hann vaks upp fyrra partin av barnaárunum. Sein­ni flutti hann saman við familjuni til Íslands, har pápin sigldi. Hesa tíðina fekk hann ELIS POULSEN 1952-2019 ELIS VAR FÓLKSINS ÚTVARPS­ MAÐUR Í næstan 30 ár var Elis Poulsen mest eyðkenda røddin í føroyska miðlaheiminum. Hann gjørdi sendingar til fólkið og saman við fólkinum, og hann stórtreivst í tøttum sambandi við sínar lurtarar. Eingin var sum Elis, og hóast sjúka rakti hann, stríddist hann til tað seinasta við at gera sínar elskaðu útvarpssendingar. Mánadagin doyði Elis – fólksins útvarpsmaður