hósdagur 25. juli 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. JULI 2019
SOSIALURIN 85
7
eitt serligt samband við Ísland
og íslendska fólkið.
Tá ið Elis kom heim aftur,
rann tað saman við Jonnu Krog
av Sandi. Tey giftust og bú
settust á Kjálkanum á Sandi. Tey
fingu tvey børn.
Elis starvaðist sum gartnari,
og eitt skifti hevði hann sítt egna
drívhús á Sandi, men hann fekst
eisini við tónleik, sjónleik, film
og mentan. Hann var eitt nú við
í sendirøðini um Dólgarnar í
1980’unum, hann spældi sjónleik
á Sandi, hann gav tónleik út, og
hann var bæði áhugaður í og
partur av mentatiltøkum.
Eingin ivi er um, hvat føroy
ingar kenna Elis best fyri. Tað var
sum tann jaligi útvarpsmaðurin,
sum í 30 ár gjørdi sendingar til
fólkið og saman við fólkinum.
Elis kom fyrstu ferð í Útvarpið
at gera sendingar á heysti í 1989.
Hann framleiddi sendingina »Á
tónatingi«, har har tosaði við
tónleikarar, sum eisini høvdu
framførslur í sendingini.
Sendingin var serstøk á tann
hátt, at Elis brúkti ljóðeffektir,
so lurtararnir fingu kensluna av,
at nógv fólk vóru til staðar og
lurtaðu, og tey klappaðu óført,
tá ið tónleikararnir høvdu spælt
ein sang. Veruleikin var, at send
ingin var upptikin í lítlum út
varpsstudio.
Tað sigst, at einaferð kom
ein kendur føroyskur sangari í
stívasta puss í Útvarpið. Hann
skuldi spæla á tónatingi. Sang
arin hampaði sær slipsið og
spurdi spentur, hvussu nógv
fólk vóru møtt hetta kvøldið.
Nakað vónbrotin var hann, tá
ið hann skilti, at tað vóru bara
Elis og tøkningurin, sum vóru
til staðar.
Lívligu níti árini
Í 1991 fór Elis at arbeiða meira
regluliga í Útvarpinum, hóast
talan í fyrsta umfari ikki var
um fast starv – tað gjørdist tað
nøkur ár seinni.
Níti árini vóru sera lívlig hjá
Elis, tí hesi ár komu lurtara
sendingarnar hjá Útvarpinum
í hæddina. Lurtararnir kundu
skriva og ringja til Útvarpið
at ynskja sær sangir, og hetta
gjørdist so væl umtókt, at
tað var vónleyst hjá Elis og
starvsfeløgunum at spæla
undan.
Kári Olsen starvaðist saman
við Elis frá fyrsta degi, og teir
arbeiddu nógv saman um
lurtarasendingar sum »Lurtar
arnir og vit« og »Máltráðurin«.
– Elis hevði nógv hugskot,
hann var impulsivur, og hann lá
ikki á boðunum. Hann gjøgnum
førdi nógv hugskot við stórari
orku og kreativiteti, og tað var
ikki minst hetta, sum gjørdi
hann so fólkakæran. Hann
dugdi væl við lurtarunum, var
positivur og fyrikomandi, og
tað hoyrdist á honum, at hann
stórtreivst í leiklutinum – meira
hendi, betur hevði hann tað,
sigur Kári Olsen.
– Vit høvdu tætt og gott sam
starv. Elis var ein litríkur starvs
felagi, og eg minnist hann bara
fyri tað góða, sigur hann.
Í samrøðu við Sosialin í 2011
greiddi Elis sjálvur frá um níti
árini, sum vóru so hendingarík
í Útvarpinum, men sum eisini
vóru búskaparlig krepputíð
fyri samfelagið.
– Øll tíðindi vóru negativ,
tí tað gekk so illa í Føroyum.
Fyritøkur fóru á heysin, fólk
mistu arbeiði, og nógv høvdu
tað ógvuliga strævið fíggjarliga
og menniskjaliga. Tá royndi eg
veruliga at geva fólki ein góðan
og positivan tíma gerandis
morgnar. Eg royndi at lúka tað
negativa burtur og fokusera
uppá tað positiva. Hetta var
ein sera strævin tíð, men eg
fekk at vita, at fólk vóru glað
fyri at hava eina positiva løtu í
Útvarpinum.
Elis var kendur fyri at vera
lættur á lyndi og jaligur í sínum
sendingum og samskifti við
lurtarar og onnur. Onkur helt,
at hann var í so jaligur, men fyri
hann kendist tað natúrligt:
– Tað liggur eitt sindur til
familjuna at verða í góðum lag.
Mamma mín var altíð positiv, og
eg kenni ikki sjálvur til at hava
morgungron. Eg eri glaður fyri
hvønn dag, eg vakni, og hóast
veðrið ikki altíð er tað besta,
so takki eg Gudi fyri hvønn
dag, eg fái, segði Elis Poulsen í
samrøðuni við Sosialin í 2011.
Elis Poulsen gjørdi nógvar
ymiskar útvarpssendingar og
eisini onkrar sjónvarpssending
ar ígjøgnum tey næstan 30 árini
í Útvarpinum – seinni saman
lagda Kringvarpinum. Send
ingar sum »Frívaktin«, »Millum
fjals og fjøru«, »Hvat nú?« og ikki
minst »Upp á tá«, sum gjørdist
hansara seinasta fasta sending.
Sendingar fyri lurtaran
Seinastu árini hevur Elis
hugsavnað seg um at gera
sendingina »Upp á tá«, sum
hevur verið væl umtókt millum
dansifólk. Elis spældi í hesum
sendingum fyrst og fremst
norðurlendskan dansitónleik,
og hann gjørdi mangt prátið
við føroyskar og útlendskar
tónleikarar.
Elis var víðagitin sum út
varpsmaður, og hann hevði
gott samstarv við tónleikarar og
miðlafólk í hinum norðurlond
um, og tað tóktist, sum øll fólk
í hesum tónleikaheimi kendu
Elis.
»Upp á tá« skapti gleði hjá
nógvum fólkum, men tað vóru
sjálvsagt eisini tey, sum ikki
dámdu sendingarnar við dansi
bandstónleiki. Í samrøðuni við
Sosialin í 2013 setti Elis tvær
strikur undir tað, sum hann helt,
at útvarpsarbeiðið snýr seg um:
– Tað avgerandi er ikki, hvat
innan fyri múrarnar halda er
gott útvarp. Tað avgerandi er,
hvat lurtarin heldur. Vit eru til
fyri teirra skyld, segði hann.
Tosaði um sjúkuna
Í 2013 fekk Elis Poulsen staðfest
Parkinson, og í mars mánaði
2014 gjørdi hann samrøðu við
Sosialin um sjúkuna. Elis var
broyttur í sinn og skinn, og í
samrøðuni kundi hann greiða
føroyingum frá, hví so var.
– Eg var ikki væl fyri. Eitt nú
legði eg merki til, at eg hevði
trupulleikar við rørslunum
í tveimum fingrum á aðru
hondini, og eisini var tað blivið
strævnari hjá mær at syngja, tá
eg var í kirkju. Tað var soleiðis,
eg bleiv varugur við, at alt ikki
ruggaði rætt, segði Elis Poulsen
í samrøðuni.
– Tað bæði sæst og hoyrist
á mær, at eg eri sjúkur. Eitt nú
hava fólk hildið meg verið súran,
tí eg ikki síggja eins glaður út í
andlitinum, og eg plagi. Eisini
hevur onkur hildið meg verið
fullan, tá eg havi tosað í útvarpi
num, men tað er sjúkan, sum ger,
at vøddarnir í hálsinum gerast
meira slappir, og tí havi eg ikki
so gott tamarhald á røddini,
segði Elis Poulsen.
Tá ið Elis í samrøðuni frá 2014
hugdi fram í tíðina og eina óvissa
framtíð saman við sjúkuni, segði
hann soleiðis:
– Eg vóni bara tað besta, og at
eg kann halda fram við mínum
starvi eitt sindur enn. Sjálvandi
eri eg til tíðir eitt sindur bangin
um, hvussu alt hetta nú fer at
laga seg, tí eg elski mítt starv og
føli, at eg havi eina rúgvu, sum
eg vil náa at gera sum útvarps
maður. Eg má bara taka tað, sum
tað kemur og royna at síggja tað
góða og positiva í lívinum og
takka fyri, at eg yvirhøvur havi
fingið ta gávuna at vera her á
foldum.
Takksamur og jaligur fór
Elis undir seinasta skeiðið
í lívi sínum, og hann náddi
eina rúgvu afturat. Líka til tað
seinasta stríddist hann við at
gera útvarpssendingina »Upp
á tá«, sum hann var so góður
við. Mánadagin slóknaði Elis.
Hann hevði eitt gott og hend
ingarríkt lív, og hann var ein
týðandi partur av tilvitskuni
hjá føroyingum. Nú er seinasta
útvarpssendingin send – nú er
seinasti andadráttur drigin.
Takk fyri alt, Elis!
Elis Poulsen var væl umtókti útvarpsmaðurin, sum við sínum eyðkenda
sandoyarmáli og jaliga lyndi fangaði stóru lurtarafjøldina
MYND: ÁLVUR HARALDSEN
Fyri nøkrum vikum
síðani vitjaðu nakrir
av starvsfeløgunum
Elis í heiminum
á Sandi. Her eru
Tórður Mikkelsen,
Hans Petur Hansen
og Kári Olsen
saman við Elis
PRIVATMYND