Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juli 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. JULI 2019 SOSIALURIN 85 8 ELIS POULSEN 1952-2019 EYÐUN KLAKSTEIN D ansibólkurin Kan­d­ is var ein av bólk­un­ um, sum Elis spæl­di nógv í sínum send­ ing­um, og sum hann hevði eitt tætt samband við gjøgn­ um árini. Kandis hevur fleiri ferðir verið í Føroyum og spælt, og eisini á hesum ferðum fingu teir eitt serligt samband við Elis Poulsen. Johnny Hansen er sangari í Kandis: – Eg varð sera keddur at frætta tíðindini um, at Elis er deyður, og eg vil fegin senda samkensluheilsan til familjuna hjá Elis, sigur hann. Johnny Hansen fegnast tó um løturnar, sum hann og hans­ara tónleikarar høvdu sam­an við Elis. – Tá ið vit fóru til Føroya, var tað eitt mást, at Elis kom á flog­vøllin eftir okkum. Han vísti Elis okkum runt og greiddi okkum frá um søgu og ment­an. Vit høvdu eitt sera gott samband við hann. Vit hava havt sera nógvar góðar tímar saman við honum, har vit prátaðu um tónleik og ann­að, sigur Johnny Hansen. EYÐUN KLAKSTEIN –  Eg lærdi av Elis, at okkara fak er alt døgnið, hvønn dag. Tú ringir til fólk um dagin, og tú ringir um kvøldið, um tað er neyðugt. Hann hevði gå­på­mod sum fáur, og hann herj­aði á at ringja til fólk, tá hann fór í holt við okkurt. Tað sigur Kári Sól­stein, sum er leiðari fyri mentan­ar­ deildina í Kring­varpinum og hevur verið starvsfelagi hjá Elis. – Elis var ein stór per­són­ ligheit, og hann var góður at sam­starva við. Hann hevði nógva orku, og hann dugdi ser­ stakliga væl at yvirtala fólk at luttaka í sendingum, sig­ur hann. Dagin fyri ólavsøku verður Elis jarðaður, og júst ólav­søkan var nakað heilt serligt. –  Elis dámdi sera væl ólav­søku, og tað var fast, at hann gekk við mikrofonini á gongu­gøtuni. Tað var hans­ ara heimavøllur, og tá ið eg onkuntíð sendi saman við hon­ um, mátti eg finna mær onn­ur mið, sigur Kári Sól­stein. – Einaferð havi eg upplivað Elis málleysan. Tað var, tá ið vit fóru at vitjan íslendska for­setan Ólafur Ragnar Gríms­ son. Tá ið vit komu inn til forsetan, fekk Elis ikki orðið fyri seg, tí tað var so stórt fyri hann. Tá máttu vit aðrir byrja at smápráta við for­set­an, til Elis kom fyri seg, sigur Kári Sólstein. EYÐUN KLAKSTEIN J ógvan Jespersen, fyrr­ verandi útvarps- og kring­varpsstjóri, minnist Elis Poulsen, sum ein sera ídnan starvsfelaga. – Elis var ein eldsál fyri tað, sum hann fekst við. Eg kendi hann mest frá Útvarpinum, og eg má siga, at eg beundraði hann mangan fyri, at hann kláraði at seta seg upp til at vera frískur og væl upplagdur dag um dag at gera eina beinleiðis sending sum »Lurtararnir og vit«, sigur hann. –  Tað var styrki hjá Elis at gera hetta slagið av sendingum, sum vendu sær til ein breiðan lurtara­skara  –  hesar fólksligu send­ingarnar sum »Lurtararnir og vit«, »Tit skriva, vit spæla« og »Upp á tá«. Tað verður serliga tað, sum hann fer at vera mintur fyri at duga serliga væl at gera, sigur Jógvan Jepersen. – Tað sermerkti Elis, at hann var áhaldandi, og hann gjørdi somu sendingar ár um ár. Ofta upp­livdu vit, at tá ið fólk høvdu gjørt eina sending í eina tíð, nøkur ár kanska, so vildu tey sleppa at royna okkurt annað. Men soleiðis var Elis ikki, hann helt á ár eftir ár. Verður saknaður Elis var kendur fyri at senda á ólav­søku, og hann var so týðandi part­ur av ólavsøkusendingunum hjá Útvarpinum, at eina árið mátti Jógvan Jespersen ringja til Íslands, har Elis var staddur, fyri at fáa hann at koma heim at gera útvarp á ólavsøku, sum hann plagdi at gera. – Ólavsøkan var nakað heilt ser­ligt fyri Elis, og hann elskaði at senda á ólavsøku, sigur Jógv­ an Jespersen. Miðskeiðis í áttati árunum hevði Jógvan Jespersen sam­ band við Elis Poulsen í einum heilt serligum samanhangi. –Í 1986 var toppfundur mill­um Reagan og Gorbatjov í Reykja­vík, og eg skuldi fyri Sjón­varpið til Íslands at dekka hesa stórhending, men tað var púra vónleyst at finna nakað at búgva í. Tað endaði við, at eg ringdi til Elis, og tað var leyst og liðugt, tað skuldu hann orna fyri okkum. Tað endaði við, at vit búðu í húsunum hjá teimum við flog­vøll­in í Reykjavík. Elis var altíð til reiðar at hjálpa, sigur Jógvan Jespersen. Nú eru nøkur ár, síðani Elis gavst at sita við mikrofonina í Út­varpinum. – Eingin ivi er um, at nógv fólk hava saknað røddina hjá Elis hesi seinnu árini, nú hann alt ov ungur gjørdist illa sjúkur og eftir hondini ikki kundi sita við mikrofonina longur, sigur Jógv­an Jespersen. Johnny Hansen: Kári Sólstein: Jógvan Jespersen: Keddur at fáa deyðs­boðini Góður at sam­ starva við – Eg beundraði mangan Elis fyri, at hann kláraði at seta seg upp til at vera frískur og væl upplagdur dag um dag at gera eina beinleiðis sendingar, sigur Jógvan Jespersen, fyrrverandi kringvarpsstjóri Johnny Hansen, sangari í Kandis, hevur havt nógvar góðar løtur saman við Elis Poulsen Dugdi at gera sendingar til fjøldina – Elis verður mintur fyri at duga serliga væl at gera sendingar til breiðu fjøldina, sigur Jógvan Jespersen, fyrrverandi kringvarpsstjóri