hósdagur 25. juli 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. JULI 2019
SOSIALURIN 85
9
EYÐUN KLAKSTEIN
E
in av teimum, sum hev
ur havt nógv at gera við
Elis gjøgnum tónleikin,
er countrysangarin
Hallur Joensen. Sambandið
teirra millum kom í lag, tá ið
Hallur gav fyrstu fløguna út í
2008. Tá ringdi Elis til hansara
fyri at gera samrøðu, og eftir
tað høvdu teir eitt sera gott
samband og samstarv.
– Elis dámdi væl mín tónleik,
og hann spældi sera nógv sang
ir hjá mær. Vit fingu eitt tætt
samband, og tað varð soleiðis,
at tá ið eg gav nýggja fløgu út,
fekk Elis hana fyrst av øllum.
Soleiðis var tað bara!
– Eg hevði langt frá verið
spældur so víða, sum eg havi
verið, um tað ikki var fyri Elis.
Eitt var, at Elis spældi mínar
sangir í útvarpi, men hann
hevði eisini fløgur hjá mær og
øðrum tónleikarum við sær, tá
ið hann fór á ferð – til dømis
til Seljord og aðrastaðni. Hann
hevur slóðað fyri nógvum
sambondum hjá mær úti í
heimi. Øll kendu Elis, og hann
vildi fegin umboðað føroyskar
tónleikarar, har hann fór. Tað
verður stórur saknur í Elis
eisini á tí økinum.
Elis var javnan partur av
dansitiltøkum, har Hallur Joen
sen spældi. Elis vendi plátum í
steðginum, og tað dugdi hann
sær væl.
– Tað var hugaligt at hava
Elis við út til dansitiltøk, báta
stevnur og annað. Hann dugdi
so væl at koma út millum fólk,
og hann hevði serlig evni at
velja sangir til dansandi fólkið.
Hann dugdi eisini sera væl at
dansa, og hann tímdi væl at
práta við fólk. Hann var sera
væl móttikin allastaðni, sigur
Hallur Joensen.
– Konan Jonna var álitið hjá
honum, og eftir at Elis varð
sjúkur, hjálpti hon honum
meira og meira. Hon var klett
urin í hansara lívi, og hann
segði mær eisini, hvussu nógv
hon hevði at týða fyri hann.
Ótrúliga undirtøku
»Upp á tá« var ein vanlig út
varpssending við tónleiki, men
hon skapti undirtøku, sum
sendingar vanliga ikki gera.
– Hvar aðrastaðni í verðini
kanst tú fáa fólk út at dansa til
eina útvarpssending? Eg veit
ikki um, at tað ber til nakra
aðrastaðni í heiminum. Elis
hevði eina ótrúliga undirtøku
og eitt óvanliga gott samband
við fólk, og hann var við til at
fáa dansibandstónleik og eisini
countrytónleik út millum fólk,
sigur Hallur Joensen.
– Elis varðveitti jaliga sinnið,
og hann vildi so fegin kempa í
móti sjúkuni, men tað var eitt
vónleyst stríð, tí sjúkan fór
meira og meira við honum.
Nú kann eg bara við takksemi
minnast allar tær góðu løtur
nar, eg hevði saman við Elis,
sigur Hallur Joensen.
EYÐUN KLAKSTEIN
F
innur Sólbjørnssonur
Olsen hevur kent Elis
Poulsen, síðani hann
var smádrongur, og
hann var tann, sum arbeiddi
tættast saman við Elis seinastu
tíðina. Eftir at Elis ikki longur
fekk tosað í sínum sendingum,
varð Finnur røddin hjá Elis.
– Eg kom at kenna Elis, tá
ið eg sum 14 ára gamal fór
í praktikk í drívhúsinum á
Royndarstøðini í Hoyvík, har
Elis var gartnari. Eftir tað høvdu
vit eisini nógv við hvønn annan
at gera. Vit spældu sjónleik sam
an á Sandi, vit vóru saman í
fleiri jólasendingum, og vit vóru
starvsfelagar í Kringvarpinum í
næstan 20 ár. Men fram um alt
var Elis ein av mínum allarbestu
og trúgvastu vinum, sigur Finn
ur.
Elis Poulsen fekk staðfest
Parkinson sjúkuna í 2013, og so
líðandi viknaði heilsan. Hetta
hevði við sær, at Elis bað Finn
hjálpa sær við sendingini.
– Vit prátaðu javnan saman
um sendingina, og eg var eisini
onkuntíð gestur í »Upp á tá« og
skemtaði eitt sindur ella valdi
onkrar sangir. Elis spurdi meg,
um eg vildi hjálpa honum við at
gera »Upp á tá«, tá ið heilsan fór
at bila, og tað vildi eg sjálvandi
fegin. Við tíðini megnaði hann
ikki longur at sita við mikrofon
ina og tosa, og tá heitti hann á
meg um at vera røddin hjá sær,
sigur Finnur.
– Síðani gjørdu vit sending
ina saman, og Elis kom trú
fastur norður til Havnar hvønn
fríggjadag, tá ið gjørdu send
ingina. Hann valdi sangir, skriv
aði handrit, var við til upptøkur
nar og vegleiddi meg.
– Sum fráleið orkaði Elis ikki
at koma norður so ofta, men til
tað seinasta var hann við at gera
sendingina. Hann sat á Sandi
og skrivaði handritið og valdi
sangir, og hann mundi brúka
tað mesta av einari viku at gera
tað, men hann vildi so fegin gera
»Upp á tá«, tí sendingin hevði
so nógv at siga fyri hann, sigur
hann.
Út millum fólk
Elis Poulsen treivst væl úti mill
um fólk, og hann fór stundum út
á bygd at senda »Upp á tá«.
– Elis visti innast inni, hvønn
veg tað bar við røddini, og í 2015,
meðan hann framvegis orkaði
at tosa í útvarpi, gjørdu vit
nógvar ferðir kring Føroyar og
uttanlands at senda. Vit sendu
úr Esbjerg, Svendborg, Nuuk og
nógvastaðni úr Føroyum.
Seinastu tíðina orkaði Elis
ikki so væl at ferðast, men eisini
í ár kom hann út til sendingar
í Vestmanna, á Tvøroyri, í Vági,
og lagnan vildi tað soleiðis, at
seinasta beinleiðis sendingin
av bygd var send úr Ungmanna
felagshúsinum Virkinum á
Sandi, har Elis búði.
– Elis var eitt ríkt menniskja.
Hann var glaður og spontanur,
og einki var óført hjá honum.
Hann sá ikki forðingarnar, hann
sá møguleikarnar, og setti hann
sær nakað fyri, gjøgnumførdi
hann tað eisini. Og tað var til
stóra gleði fyri nógvar føroy
ingar, sigur Finnur.
– Elis skuldi vera gartnari,
men lívsverkið hjá honum fór í
knús í ódnini í 1988. Tá broyttist
lívsleiðin hjá honum, men eg vil
siga, at tað var ikki til tað verra.
Hann elskaði arbeiðið sum
útvarpsmaður, sigur Finnur Sól
bjørnssonur Olsen.
Finnur S. Olsen:
Eg eri takksamur fyri góðu løturnar
– Elis var sera væl móttikin allastaðni, og
hann dugdi sera væl at tosa við fólk, sigur
countrysangarin Hallur Joensen, sum luttók
á nógvum dansitiltøkum saman við Elis
– Eg minnast við takksemi allar tær góðu løturnar,
eg hevði saman við Elis, sigur Hallur Joensen
Finnur S. Olsen og Elis Poulsen gjørdu seinnu
árini sendingina »Upp á tá« saman
Hallur Joensen:
Var røddin hjá Elis
seinastu tíðina
– Elis var glaður og spontanur, og einki var óført
hjá honum, sigur Finnur Sólbjørnssonur Olsen,
sum gjørdist røddin hjá Elis seinastu tíðina