hósdagur 25. juli 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. JULI 2019
SOSIALURIN 85
10
ÁRNI GREGERSEN
MYNDIR: JENS KRISTIAN VANG
T
að er ein heiður fyri
tey á hægsta trini á
rangstiganum í sam
felagnum at sleppa
at ganga við í skrúðgonguni á
ólavsøku.
Tá ið skrúðgongan fer av
Vaglinum oman í Dómkirkjuna
við bispi, løgtingsformanninum
og løgmanni á odda, er tað ein
ein manifestering av valdinum
í samfelagnum og ein undir
striking av, at Føroyar eru ein
kristin tjóð.
Fyri lóggevandi valdið, ting
fólkini, hevur hendan løtan
um middagsleitið ólavsøkudag,
áðrenn tingið verður sett og
nýggj tingseta byrjar, ein ser
stakan dám, sum flestu teirra
gera alt fyri at vera við til.
– Eg havi altíð fatað hesa
løtuna, sum tað minst politisku
løtuna í øllum tingarbeiðnum.
Hesa løtuna eru vit saman, og vit
eru føroyingar. Politiska stríðið
byrjar kl. 13, tá ið tingið verður
sett, sigur Edmund Joensen úr
Sambandsflokkinum.
Hann hevur verið við í
politiskum arbeiði síðani 1988
og luttikið í øllum skrúðgongum
síðani tá.
– Eg havi eisini havt so at
siga allar teir politisku leiklut
irnar hesi árini. Eg havi luttikið
sum vanligur tingmaður, sum
løgmaður, sum tingformaður
og sum partur av formans
skapinum í tinginum, sigur Ed
mund Joensen.
Hann hevur boðað frá, at
hann ikki stillar uppaftur til
løgtingsvalið, men í juni var
hann valdur aftur í Fólkatingið,
sum annar tingmaðurin úr Før
oyum.
– Tað undrar meg eitt sind
ur, at tá ið vit nú hava tvey
umboð fyri Føroyar í danska
Fólkatinginum, at hesi ikki eru
við í skrúðgonguni á ólavsøku.
Sjálvur haldi eg, at teir áttu
at veri ein sjálvsagdur partur
av ólavsøkuskrúðgonguni frá
tinginum í dómkirkjuna, sigur
Edmund Joensen.
Edmund Joensen heldur, at
tað er skilagott, at skrúðgongan
sameinir lóggevandi valdið, út
innandi valdið og kirkjuna.
– Tað minnir okkum á, at vit
eru ein kristin tjóð, sum byggir á
kristna siðalæru og at kirkjan er
ein partur av tí, sum heldur sam
felagnum saman, sigur hann.
19 ár í skrúðgongu
Kári P. Højgaard hevur í 19 ár
verið partur av politisku skipan
ini, umboðandi Sjálvstýri.
Hann hevur boðað frá, at
hann ikki stillar upp aftur, tá
ið val verður í august. Hann er
68 ára gamal og heldur, at hann
hevur tænt fyri seg í politikki.
Eisini hann setir stóran prís
uppá skrúðgonguna á ólavsøku.
– Hon hevur ómetaliga nógv
at siga fyri meg, men eg meti,
at tað hevur hon eisini fyri før
oysku samfelagsskipanina, sigur
Kári P. Højgaard.
– Tað er ein framsýning av,
hvat almenna valdið í Føroyum
er. Tingfólk, embætisfólk og
kirkjan. Ein klárur boðskapur
um, at Føroyar eru eitt kristið
land, leggur hann afturat.
Hann sigur eisini, at politiska
skipanin hevur gott av at fáa eitt
Guds orð við á vegnum, beint
undan at politiska arbeiðið
byrjar aftur í einari nýggjari
tingsetu.
Hsann sigur eisini, at eins og
Merkið og kirkjan savnar okk
um, so ger skrúðgongan á ólav
søku tað sama.
– Í mínum sinni er ongin ivi
um, at Føroyar eru eitt kristið
land, hóast nógv er broytt seinnu
árini, sigur Kári P. Højgaard.
Hann harmast um, at nógv av
Edmund Joensen úr
Sambandsflokkinum og Kári
P. Højgaard úr Sjálvstýrinum
stilla ikki upp til løtingsvalið, so
skrúðgongan ólavsøkudag verður
teirra seinasta sum tingmenn
EDMUND OG KÁRI
GANGA SKRÚÐ
GONGU FYRI
SEINASTU FERÐ
Eg haldi avgjørt,
at tað eigur at
vvera pláss fyri
føroysku fólka
tingslimunum í
skrúðgonguni á
ólavsøku.
Edmund Joensen