Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juli 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. JULI 2019 SOSIALURIN 85 11 gomlu virðunum er skúgvað til viks fyri nýggja rákinum, sum er kom­ið innyvir okkum. – Millum annað haldi eg, at hetta við hjúnarbandslógini, sum nú gevur møguleika hjá tveimum av sama kyni at giftast, er eitt stig skeiva vegin, heldur Kári P. Højgaard. Hann leggur miðlarnar og rák­ið uttan úr heimi undir, at hesar broytingar eru hendar. – Tá ið miðlarnir áhaldandi við­gera slík mál, so ávirkar tað okkum, og tað er eisini hent í hes­ um máli, sigur Kári P. Højgaard. Kári P. Højgaard siur, at hann hesi seinastu mongu árini mangan hevur hugsað um, hvussu ofta afturat hann slepp­ur at uppliva hátíðardámin í sam­band við skrúðgonguna og guds­tænastuna á ólavsøku. Tað er tingformaðurin, sum skipar fyri skrúðgonguni ólav­ søku­dag. Í stýrisskipanarlógini stend­ ur, at ólavsøkudag  ganga løg­ tings­formaður, løgtingsmenn, løgmaður, landsstýrismenn og em­bætismenn skrúðgongu úr tingi­num í dómkirkjuna, har guds­tænasta verður hildin, og síðan aftur í tingið. Løgtingsformaðurin ger av, hvørjir embætismenn eru við í skrúðgonguni, og hvussu gongan er skipað. Tá ið skrúðgongan er komin aftur á Tinghúsvøllin, verður ein sang­løta, áðrenn tingið verður sett klokkan 13 og løgmaður held­ur ólavsøkurøðuna. Tað stendur eisini í lógini, at í seinasta lagi seks dagar eftir, at løg­maður hevur hildið ólav­søku­ røðuna, skal hon fáa umrøðu í tingi­num. -Hetta er alt hátíðarligt og ein partur av tí fólkaræði, sum øll okkara skipan byggir á, sigur Kári P. Højgaard. Føroyar eru eitt kristið land, og tað verður gjørt sjónligt við skrúðgonguni á ólavsøku, tá ið tingfólk, embætisfólk og prestar ganga skrúðgongu saman. Kári P. Højgaard