hósdagur 25. juli 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. JULI 2019
SOSIALURIN 85
12
BRANDUR MORTENSEN NOLSØE
T
að kann vera trupult
at ganga turrur á ólav
søku. Fært tú bjóðað
ein snaps, verður
væntað, at tú tekur av. Smakkar
tú tær ikki á, kann hetta tulkast
soleiðis, at tú tekur ikki við blíð
skapinum.
– Trupulleikin tekur seg upp,
tá ein verður tráðspurdur um,
hví ein ikki vil smakka sær á.
Tað sigur søgufrøðingurin
Elin Súsanna Jacobsen, sum
hevur granskað í rúsdrekkasið
um í Føroyum.
Sambært henni er ólavsøkan
enn merkt av aldargomlum sið
um, sum kunnu skapa truplar
støður fyri tey, sum ikki ikki
vilja smakka sær á.
Aldargomul siðvenja
Rúsdrekka hevur í øldir verið við
til at mynda ólavsøkuna. Longu í
1600 talinum varð veitsla hildin,
eftir at løgtingið var sett, og tá
varð drukkið. Tó var siður at
drekka við fyriliti.
– Fólk vóru fyrivarin og ans
aðu eftir ikki at gerast ov full.
Tað bleiv moraliserað soleiðis,
at hevði onkur fingið ov nógv
niðurum, skuldi viðkomandi ikki
hava meir, fyrr enn nakað var
runnið av, greiðir Elin Súsanna
Jacobsen frá.
Hóast rúsdrekka er ein
aldargamal partur av ólavsøku
na, eru mangar siðvenjur til í
dag, sum hava livað væl styttri.
Í dag eru tiltøk sum kappróður,
fótbóltur og midnáttarsangur
við til at geva ólavsøkuni inni
hald. Men fleiri av nýggjaru
siðvenjunum kunnu hugsast at
hava verið neyðugar, tí tær geva
fólki okkurt at takast við á ólav
søku.
– Hildið verður, at eitt nú
kappróðurin kom væl við, tí við
honum fingu fólk annað at taka
sær til enn at drekka. Eitt nú í
1800 talinum komu fólk saman
á ólavsøku einamest fyri at
drekka, og tað førdi til, at fólk
drukku seg um koll, sigur Elin
Súsanna Jacobsen.
Rúsdrekkanýtslan er
vorðin siðiligari
Um hetta mundið vóru frá
haldsrørslurnar sterkar, og
haðani kom hugburðurin, at
tað sømdi seg ikki at drekka.
Ymsar samkomur, eitt nú Indre
Mission og Brøðrasamkoman,
slóðaðu fyri hugsjónum, ið vildu
tálma rúsdrekkanýtsluna í sam
felagnum. Í dag finnast nógvar
samkomur, sum upprunaliga
spruttu úr fráhaldsrørsluni. Frá
haldsrørslan hevur eftir øllum
at døma havt stóra ávirkan á
rúsdrekkanýtsluna í Føroyum.
Tá rúsdrekkaforboðið kom
í gildið í 1807, var fátæksligt í
Føroyum, og tí varð ikki nógv
drukkið sum heild. Fólk høvdu
ikki ráð at drekka. Samtíðis var
ikki óvanligt, at tey, sum átti
rúsdrekka, goymdu fløskurnar
ymsastaðni, so onnur ikki
vistu av, at tey áttu rúsdrekka
inni. – Kom tað fram, at fólk
áttu rúsdrekka, fóru onnur at
brellast, sigur Elin Súsanna
Jacobsen.
Hon metir, at ferðslulógin
eisini hevur ávirkað rúsdrekka
nýtsluna í Føroyum. Hevur tú
smakkað tær á, er líkt til, at tú
ikki koyrir í ferðsluni í dag. Men
soleiðis var ikki fyri 30 árum
síðani. Mongu ferðsluvanlukk
urnar í eitt nú 1970 árunum vóru
tekin um, at fólk mangan koyrdu
ávirkaði. Til samanberingar
doyði eingin í ferðsluni í 2018.
Tó skrásettið politiið 30 óhapp
við fólkaskaða í fjør.
Eftir at Rúsdrekkasøluhandl
arnir og skeinkistøð lótu upp,
er tørvurin á at hava rúsdrekka
uppi á sær á ólavsøku minkaður.
Av teirri orsøk er eisini blivið
minni vanligt, at tilkomin fólk
drekka seg um koll á ólavsøku.
– Fyrr í tíðini var stórsta ar
beiðið hjá løgregluni at koyra
full mannfólk til hús, sigur Elin
Súsanna Jacobsen.
Leggja tunguna á
Á ólavsøku ganga mangar
gamlar siðvenjur aftur. Sið
venjur eru týðandi liður í
okkara felags samleika. Eitt
nú mentan og mál eru við til
at mynda felags samleikan hjá
eini tjóð, og tjóðarhátíðin man
vera besta høvi at minna okkum
sjálvi á, hvussu vit einskilja tað,
sum er føroyskt. Á ólavsøku
samlast vit rundanum tey
kendu súmbolini, sum mynda
føroyskan samleika.
Summar siðvenjur hoyra ser
liga ólavsøkuni til. Rúsdrekka er
í dag við til at mynda ólavsøku
na, og kent er, bjóðað av snapsa
fløskuni, bæði við hús og niðri
í býnum. Men ikki øll smakka
sær á, og tí kann støðan gerast
tann, at ein fólkaliga takkar nei
til tilboðið um ein snaps.
– Tey, sum ikki vilja smakka
sær á, kunnu kenna seg trýstan
til at taka av, tá lummaglasið
ella snapsaglasið verður rættað
móti teimum, tí tey vilja ikki
virka avvísandi. Hetta gerst eitt
nú viðkomandi, tá tað snýr seg
um blíðskap, sigur Elin Súsanna
Jacobsen.
Tá borðreitt varð við bæði mati
og drekka fyrr í tíðini, kundi verða
illa sæð, at gestirnir ikki fingu sær
snaps. At taka ímóti snapsinum
hevur søguliga merkt, at ein tekur
við blíðskapinum, sigur hon. Men
í dag eru viðurskiftini nøkur
onnur. Samanbresturin millum
gamlan sið og nútíðina, kunnu í
hesum føri gerast ein trupulleiki.
– Ein kann verða tráðspurdur
um, hví ein ikki vil smakka sær
á, tí tað kann verða tikið illa upp,
sigur hon.
Heilsumyndugleikar hava
í nýggjari tíð mett tað vera
RÚSDREKKA
SIÐIR Á
ÓLAVSØKU
Blíðskapurin er í dag ein
ímynd av ólavsøkuni, men
hugsa vit okkum ikki um,
kann hann geva baksláttur