hósdagur 25. juli 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. JULI 2019
SOSIALURIN 85
13
neyðugt at minna fólk á, at tey
noyðast ikki at grundgeva fyri,
at tey ikki vilja smakka sær á.
Hendan boðskap hava mong
upplýsingarátøk havt seinastu
árini, og hetta endurspeglar
viðurskiftini, sigur Elin Súsanna
Jacobsen.
– At myndugleikar vilja fyri
byrgja, at fólk kenna seg noydd
at smakka sær á, vísur, at talan
í veruleikanum er um ein sam
tykkistrupulleika.
Eisini eru ábendingar um, at
tað hevur verið skammiligt at
halda seg frá at drekka orsakað
av alkoholismu.
Vil ein taka við blíðskapinum,
men ikki fáa sær rúsdrekka,
kann ein leggja tunguna á, sum
tað verður tikið til. At leggja
tunguna á, er eitt kent hugtak
millum fólk. Hugsast kann, at
tað stavar frá tørvinum at taka
við blíðskapinum, uttan at fáa
sær rúsdrekka.
BRANDUR MORTENSEN NOLSØE
– Eg var troyttur av at hoyra
fólk halda upp á tað, sum ikki
var sætt.
Tað sigur veðurkøni havn
armaðurin Birgar Johannesen.
Síðani 2008 hevur hann av ein
tingum skrásett veðrið í Havn
hvønn dag í árinum. Birgar Jo
hannesen var vanur at rætta
fólk, tá tey søgdu ósatt um
veðrið, men tá fólk ikki góvu
honum viðhald, gjørdi hann
av, at hann skuldi hava prógv.
– Eg byrjaði við at skráseta
veðrið í eitt ár. Men mær dám
ar so mikið væl at fylgja við
veðrinum, at eg vildi halda fram.
Í dag kennist tað mestsum ein
sjálvvirkandi tilgongd.
Birgar Johannesen metir, at
minnið hevur lyndi til at svíkja,
tá tað ræður um veðrið. Ikki
minst eru vit svartskygd um
ólavsøkuveðrið, sigur hann.
Munur á mjørka og támi
– Uppáhaldið, at tað er mjørki
á hvørjari ólavsøku er óheppið.
Tað er komið fyri, at molin
ikki hevur sæst undir kapp
róðrinum, men tað er sera
sjáldan. Er veruliga tjúkt í
mjørka, síggjast kappróðrarbát
arnir ikki, og tað kemur næstan
ikki fyri. Tá verður kappróðurin
útsettur, sigur hann.
Heldur ikki regnar líka
illa, sum vit ímynda okkum.
Sambært hagtølunum hjá
Birgari Johannesen eru í miðal
millum 135 og 155 turrir dagar
um árið í Havn. Sostatt er turt
næstan helvtina av árinum.
Hina helvtina av árinum hevur
okkurt slag av avfalli verið,
antin regn, sirm ella kavi.
Tey seinastu tíggju árini,
er ongantíð komið fyri, at tað
hevur regnað allan dagin ólav
søkuaftan ella ólavsøkudag.
Talan hevur hinvegin mangan
verið um æl.
Meðan tám ikki er óvanligt á
ólavsøku, verður tíðum sagt av
misgávum sagt, at mjørki er. Ein
háttur hjá havnarfólki at skilja
ímillum tám og mjørka, er at
hyggja út á Nólsoyarfjørð, sigur
Birgar Johannsen.
– Sæst Nólsoyggin úr Havn,
plagi eg at siga, at tám er. Sæst
Nólsoyggin ikki, er mjørki.
Tá Birgar Johannesen hevur
verið uttanlands í ymsum ørind
um, hevur hann fingið fólk at
skráseta veðrið fyri seg. Tískil
er ikki ein dagur farin fram
við tey seinastu 10 árini. Hann
skrásetir veðrið frá klokkan 8
á morgni til midnátt. Sostatt
eru tímarnir frá midnátt til
klokan 8 um morgunin ikki
við á hagtølunum hjá Birgari
Johannesen.
Hann greiðir frá, at skiljast
skal ímillum havnarbý og Havn
ina sum størri økið, tá talað
verður um veðrið. Gera vit ikki
tað, misskilja vit hvønn annan.
– Tað kemur fyri, at mjørki
hongur yvir Krikjubøreyn ella
yvir Marknagilsvegin, meðan
tað er klárt í Havn. Vit vita, at tá
mjørki er uppi í Hoyvík, merkir
tað ikki, at grátt er í miðbýnum,
sigur hann.
–Í veruleikanum er veðrið al
oftast gott á ólavsøku. Tey sein
astu fimm árini hevur ikki verið
nógvur mjørki, hóast tað til tíðir
hevur verið támut, sigur Birgar
Johannesen.
Spyrt tú hann, hava fólk
lyndi til at minnast teir ringu
dagarnar best, tá tað snýr seg
um ólavsøkuna, og hetta ávirk
ar hugmyndina av ólavsøku
veðrinum í síni heild.
– Hóast julimánaður er so
nevndur mjørkamánaður,
verður ólavsøkan av órøttum
sett í samband við bæði mjørka
og regn, sigur hann.
Veðrið á ólavsøku
undanfarin ár
Birgar Johannesen lýsir veðrið
gjølliga hvønn dag. Her síggjast
stuttar samanumtøkur av,
hvussu veðrið hevur verið á
ólavsøku
2008
Ólavsøkuaftan: Turt og gott
veður allan dagin, men nakað
av mjørka.
Ólavsøkudagur: Sama veður
sum dagin fyri.
2009
Ólavsøkuaftan: Fyrrpartin turt
men yvirskýggjað. Seinna
partin fægrasta summarveður.
Tó hendi eitt løgið fyribrigdi
hendan dagin: Meðan ólav
søkan varð sett, var bæði regn
og vindur.
Ólavsøkudagur: Líknandi
veður sum dagin fyri.
2010
Ólavsøkuaftan: Summarveður
allan dagin.
Ólavsøkudagur: Fyrrapartin
og nakað av seinnapartinum
yvirskýggjað og tám. Restina av
degnum av fægrasta summar
veðri.
2011
Ólavsøkuaftan: Gott veður
at kalla allan dagin. Tó yvir
skýggjað og nakað av vindi og
sirmi. Regn í 1 tíma og sirm í 1
tíma.
Ólavsøkudagur: Turt, lýtt og
gott veður allan dagin. Tó yvir
skýggjað.
2012
Ólavsøkuaftan: Regn í 3 tímar,
og síðani so gott sum turt restina
av degnum. Yvirskýggjað allan
dagin.
Ólavsøkudagur: Fægrasta
veður og sól. Kl. 19 fór at regna.
Regn í 2 tímar.
2013
Ólavsøkuaftan: Fyrrapartin
var greytatjúkt í mjørka. Sirm,
men inn í millum sleit í. Um
middagsleitið klárnaði í. Um
kvøldið komu smávegis regn-
og sirmdropar. Regn í 2 tímar,
og sirm í 3 tímar.
Ólavsøkudagur: Yvirskýggj
að allan dagin, men eingin
mjørki. Skiftandi regn. Kl. 21
bleiv turt, og gott veður restina
av kvøldinum. Regn í 4 tímar.
2014
Ólavsøkuaftan: Turt, lýtt og
gott veður allan dagin. Fyri tað
mesta yvirskýggjað, men eisi
ni sólglottar. Fyrrapartin var
nakað av pollamjørka í Nólsoy
arfirði, og nakað úti í Havnar
dali. Eisini hekk nakað av támi
yvir Havnina.
Ólavsøkudagur: Skiftandi
veður allan dagin. Annaðhvørt
var turt, sirm og regn. Ráðligt
og gráðligt allan dagin. Nakað
av vindi var fyrrapartin og nak
að út á seinnapartin. Regn í 3
tímar, og sirm í 5 tímar.
2015
Ólavsøkuaftan: Summarveður
við fitt av sól. Har sólin sá, var
heitt.
Ólavsøkudagur: Sama veður
sum dagin fyri.
2016
Ólavsøkuaftan: Turt og klárt
um morgunin. Seinnapartin
fitt av sól og fægrasta veður.
Um kvøldið regn og sirm, tó turt
fyri tað mesta. Regn í 3 tímar, og
sirm í 2 tímar.
Ólavsøkudagur: Um morg
unin turt og gott veður. Seinna
partin nakað av regni, men fyri
tað mesta turt og klárt. Regn í
4 tímar.
2017
Ólavsøkuaftan: Turt og gott
veður allan dagin. Fyri tað
mesta yvirskýggjað, men eisini
nakað av sól, serliga seinna
partin.
Ólavsøkudagur: Um morgun
in turt, grátt og támut. Seinna
partin skiftandi regn, sirm og
turt. Eftir kl. 15 turt og gott veð
ur. Nakað grátt og támut, men
sum frá leið klárnaði í. Regn í 2
tímar, og sirm í 1 tíma.
2018
Ólavsøkuaftan: Av fægrasta
veðri allan dagin við rættiliga
fitt av sól.
Ólavsøkudagur: Gott veður
allan dagin. Turt og nakað av
sól, men seinnapartin sirm av
og á. Fyrrpartin fitt av vindi,
men um kvøldið var stilt. Sirm
í 1 tíma.
Mýtan um ólavsøkuveðrið
Mjørki og regn eru vorðin vørumerkið hjá ólavsøkuni, men
okkara fatan av veðrinum er ikki altíð í tráð við veruleikan
Havnarmaðurin Birgar Johannesen