hósdagur 25. juli 2019síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. JULI 2019
SOSIALURIN 85
15
MORTAN ØSTERØ
S
einasta tíðin hevur verið
heilt serlig hjá Oddmari
og Anitu Tausen. Saman
eiga tey fýra børn, harav
trý teirra gjørdust foreldur í
tíðarskeiðnum frá januar til juni
í ár. Frammanundan átti dóttir
in, Guðri, tvær gentur: átta ára
gomlu Rebekku og fimm ára
gomlu Naomi.
Síðani fingu Guðri og mað
urin, Pól Andrias, at vita, at tey
skuldu verða til fýra. Guðri gekk
nevniliga við tvíburum. Stutt
eftir gjørdist greitt, at beiggjar
nir hjá henni, Ólavur og Jóhan,
báðir skuldu verða pápar fyri
fyrstu ferð.
Fyri Anitu og Oddmar Tausen
merkti tað sostatt, at tey brádliga
skuldu verða omma og abbi at
seks børnum, eftir at hava havt
tvey barnabørn í fleiri ár.
- Ja, tað er kanska meira ser
ligt, enn man gevur sær far um,
at ommubørnini verða somikið
nógv fleiri innan stutta tíð, sigur
Anita.
Ikki bara romantiskt
Fyri stuttum legði Anita eina
dagføring á sín Facebookvanga,
har hon gleddist um tey mongu
ommubørnini. Tó skuldi tað
ikki verið uttan avbjóðingar, at
trý av børnunum komu und
an. Tvíburarnir hjá Guðri, og
lítla Debora hjá Jóhan vórðu
rakt av sonevndum IUGR
komplikatiónum, ið tálmar
føðslu- og blóðstreyminum til
fostri, meðan tað liggur í móður
lívi. Tað er ikki heilt vandaleyst,
og tískil hava børnini ikki van
ligan vøkstur, og verða fødd
minni enn vanligt.
Eftir at Guðri varð komin
tríggjar mánaðir, fingu hon og
maðurin at vita, at tey helst
skuldu taka eitt ógvuliga trupult
val. Valið stóð millum at taka
antin báðar genturnar; ta minnu
gentuna fyri at verja ta størru,
ella einki gera. Tryggasta valið,
sambært læknunum, vóru teir
báðir fyrru møguleikarnir, men
Guðri og Pól Andrias valdu ikki
at taka fostrini. Tíbetur vístu
seinni kanningar, at tær kanska
kundu klára tað, og 29. januar
vórðu tær báðar Eva Vón og
Ester Lív føddar.
- Man kann ikki siga annað
enn, at tað eru vælvald nøvn
av foreldrunum. Tað er av Guðs
hond, at hetta bar til. Vit høvdu
eina vón um, at tann eina kom
uppundan, meðan útlitini fyri
hinari vóru døpur, sigur Anita.
Guðri búði í somu húsum
sum Anita, og tær hava verið
ógvuliga nær gjøgnum alla
gongdina. Anita, sum júst var
farin úr starvi, valdi ikki at finna
sær eitt nýtt starv hesa tíðina,
soleiðis, at hon eisini kundi fara
niður við dótturini uppundir
føðingina. Tá samanumkom,
varð Eva Vón fødd væl minni
enn tvíburasysturin, Ester Lív,
og mátti minna systurin í farnu
viku undir hjartaskurðviðgerð.
- Tað hevur verið ein serlig tíð.
Ikki bara ein romantisk tíð, har
alt hevur gingið eftir einum tráð
og man hevur gingið og trillað,
sigur Anita, sum aftur er við
niðri nú, eina viku eftir skurðin
hjá Evu Vón.
Komin uppundan
Hóast trý ommubørn av fýra
ikki fingu tað lættastu byrjanina
upp á lívið, sær Anita bert eitt
ljós fyri framan, nú øll eru við at
vaksa seg til. Meðan eg tosi við
hana, ansar 52 ára gamla omman
Ester Lív, og hon kann ikki bera
sær at síggja ta størru myndina.
- Tað kennist bara enn størri,
at fyrst hava sæð børnini so smá,
og síðani veksa seg so stór. Tað
er ein stór signing og gleði, at
eg nú hyggi upp á hendan lítla
bollan, sum bara smílist frá tí
hon vaknar til hon svevur. Tá
kann tað gera tað sama, at eg
eri komin í 50ini og ikki orki eins
væl at vekja longu. Við hasum
smílinum kann eg, sigur hon.
Familjan er í løtuni saman
á Solbakken skúlaheiminum,
meðan Eva Vón skal vera nær
hendis sjúkrahúsinum komandi
tvær vikurnar, skuldi okkurt
hent. Komið er framvið teimum
mest avbjóðandi tíðunum, og
Anita gleðist um tíðina framyvir
við teimum nógvu ommubørn
unum.
- Tað kemur at vera ordiliga
gott, og eg síggi ljóst upp tíðina
framyvir. Tann einasta broyting
in kemur kanska at vera, at tær
eldru, sum hava verið rættiliga
forkelaðar, nú mugu finna seg í
at deila ommuna og abban við
fleiri, leggur hon afturat, skemt
andi.
Frá 28. januar og fram til 17. juni, løgdust fýra ommubørn afturat ommubarnarflokkinum
hjá Anitu Tausen. Tað hevur tó ikki bara verið lætt seinastu tíðina
Fingu fýra ommubørn
innan fimm mánaðir