Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-25, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juli 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. JULI 2019 SOSIALURIN 85 16 STEINAR PATURSSON MYNDIR: JENS KRISTIAN VANG K atrin Sølvará legði her­fyri myndir upp á Facebook síðu­na Facebook-Bindi­klubb­ ur, har hon vísti fram nýggju og alternativu "føroysku klæðini", ið hon hevði seymað. Uppslagið gjørdi um seg í bólkinum, og í skrivandi løtu eru fleiri enn 250 viðmerkingar til uppslagið. Nakrar vóru ófantal­ igar, men yvirhøvur varð talan um konstruktivt kjak. - Har eru nakrar viðmerkingar, sum vórðu slettaðar, men nú eru eini 250 eftir, og tað er fyri tað mesta meiningar og konstruktivur kritikkur, sigur Katrin Sølvará. Kjakið um føroysk klæðir tek­ur seg upp um sama mundið hvørt ár, og meiningarnar eru sum vera man býttar millum tey, ið halda, at føroysku klæðini skulu fáa frið og vera verðandi, sum tey eru, og so hini, ið halda, at tað er frískligt og spennandi at royna seg við nýggjum stoffi, nýggjum sniðum og nýggjum lit­ sam­an­setingum. Katrin fegnast tó um kjakið, ið stóðst burtur úr klæð­unum. - Tað var spennandi at síggja, hvussu ymiskar meiningarnar vóru. Har vóru onkrar, ið gjørdu vart við, at tað kundi ikki kallast fyri føroysk klæðir. Tað er so eisi­ni ein heilt okey meining. Tað er jú ikki beinleiðis føroysk klæð­ir, men er inspirerað av før­ oysk­um klæðum. Men so kom jú eitt mótspæl eisini. Bristið er bundið, og tað er í grundini meira gammeldags og kanska "rættari" enn eitt velour-brist, ella hvat tað skal vera, sigur Katrin. - Tað var faktiskt rættiliga spenn­andi at lesa. Katrin sigur, at orsøkin til klæð­ini er millum annað sjarman, sum er í at gera tílíkt til sín sjálvs, sum eingin annar hev­ur. - Onkursvegna helt eg, at tað var ógvisligt at leggja meg út í at gera ordiligt sett. Bæði tí tilfarið er dýrt, og so eigi eisini frammanundan nøkur av tingunum. Eg eigi eitt skjúrt og eina gamla troyggju onkra­ staðni, sigur Katrin, ið annars ætlar sær undir at gera eitt meira siðbundið sett av føroyskum klæðum til næsta ár. Haraftrat er tað onkuntíð hent at hava okkurt, sum ikki er eins fínt og vanligu føroysku klæð­ini, heldur Katrin. - Til dømis var eg á einum skúla­skeiði í Onglandi á einum skúla­skeiði. Eftir skeiðið var veitsla, og í mínum eygum hevði verið logiskt at farið í føroysk klæðir. Men tá onkur av hinum gentun­um er farin í H&M kjóla, so virkar tað øgiliga ógvisligt at koma í fyriklæði, turriklæði og fót­síðum skjúrti. Sum sagt er kjakið um føroysk klæð­ir - um hvørt tað skal vera pláss fyri eksperimentering ella ei - frammi so at siga hvørt ár. Summi kunnu hava rættiliga ógvis­ligar meiningar, men tað ræðir ikki Katrina, tí hon verður at síggja í sínum egnu klæðum á ólavsøku. - Tað er ætlanin, ja. Fólk mugu sjálvi um, um tey øsa seg. Eg haldi, at vit skulu eisini vera eitt sindur opin. Summar gentur fara í troyggju og kovboybuskur, summ­ar fara í skjúrt og eina svarta­ blusu. Eg haldi sjálv, at tað er meira sjarmerandi, enn at fólk koma í gerandisklæðum. Men tað er jú smag og behag, sigur Katrin og leggur aftrat, at nú hevði tað verið synd ikki at farið í nýggju klæðini aftaná allar kon­struk­tivu viðmerkingarnar, ið hon hevur fingið. EGIN KLÆÐIR SKAPTU LÍVLIGT KJAK