hósdagur 25. juli 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. JULI 2019
SOSIALURIN 85
18
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
14. juli fóru fimm ungar kvinnur
úr Føroyum til eysturevropeiska
landið, Moldova, fyri at gera
hjálpararbeiði fyri fátækar
barnafamiljur. Ferðin var partur
av árligu toymisferðunum “TiM”
(Tannáringar í Missión), sum
trúboðarafelgsskapurin OM
Føroyar skipar fyri.
Við á ferðini til Moldova vóru
Kristina Foldbo úr Leirvík, Tor
bjørg Gregersen og Ritva Bárðar
dóttir úr Gøtu, Annika Williams
dóttir úr Kollafirði og Mona
Østerø av Velbastað. Tær koma
aftur til Føroya í dag 26. juli, og
tær hava sjálvar rindað fyri egna
ferð og uppihald.
- Eg brenni fyri hesum
Leiðarin á ársins ferð var 22 ára
gamla leirvíkingurin, Kristina
Foldbo, sum nú hevur verið í
Moldova og gjørt hjálparaarbeiði
fimm ferðir.
- Mær hevur altíð dámt væl
at ferðast og at uppliva ymiskar
mentanir. Mær dámar sera væl
legur og túrar, har eg komi at
kenna nógv nýggj fólk úr øðrum
londum. Tað er spennandi at
uppliva eina nýggja mentan og
læra eitt nýtt mál, sigur Kristina
Foldbo.
Men høvuðsendamálið við
ferðunum, sum OM Føroyar
skipar fyri, er kritsiligi boðskap
urin og at røkka út til menniskju,
sum kanska enn ikki hava hoyrt
boðskapin.
- Eg vildi gjarna sleppa við í
ár sum leiðari, tí eg brenni fyri
missiónsarbeiði og ynski, at
onnur ung í Føroyum fáa eyguni
upp fyri, hvør tørvurin í heimi
num er at hoyra um Jesus, sigur
Kristina Foldbo.
Langomman tók
stokkarnar fram
Áðrenn tær fimm fóru avstað,
pakkaðu tær nógv bundin klæði
niður, sum tær vildu geva fólki
í Moldova. Hugskotið at taka
bundin klæði við fekk Kristina
eitt annað ár, tá hon fór til Mol
dova. Hon spurdi sína nú 87 ára
gomlu langommu, um hon ikki
hevði onkur ullint klæði, hon
kundi kundi taka við.
- Áðrenn hálvtalað var orð,
hevði hon bundi mær ymiskt at
taka við. Men eisini hevði hon
tosað við systir sína í Havn og
tvær systrar av Sandi og sagt frá
um bundnu klæðini. Hesar eru
allar eisini líka óførar at binda,
og áðrenn eg visti av, hevði
eg fult kuffert av bundnum
klæðum, greiðir Kristina Foldbo
frá.
Og soleiðis var eisini í ár.
- Hesar systrarnar hava allar
aftur hesaferð bundið uppí eitt
fult kuffert av troyggjum, hos
um, húgvum og øðrum til børn
ini í Moldova. Hetta hava tær
gjørt við gleði, og eg eri eisini
glað um at bera børnunum hesi
heimabundnu klæðini. Onkur
av hinum luttakarunum hevði
eisini bundin klæði við.
Takksemi og gleðin
var rørandi
Ungu føroysku kvinnurnar
hava seinastu tvær dagarnar
bítt nógv av klæðunum út til
fátækar familjur út í bygdunum.
- Tað var hugvekjandi at
síggja takksemið og gleðina um
hetta, sum vit síggja sum eina
sjálvfylgju, men kann hava
sera stóran týdning fyri heilsu
og lívsgóðsku ein kaldan vetur,
sigur Kristina Foldbo og vísir
á týdningin av góðum klæðum
har.
- Um veturin kann gerast sera
kalt, og í flestu førum eru húsini
ikki útgjørd til kuldan. Vit kun
nu hugsa, hvussu kalt tað er at
sova í einum illa bjálvaðum hús
um uttan hitaskipan, tá ið tað
eru minus 10 stig úti. Tá koma
ullint klæði sera væl við.
At geva og fáa bundnu klæð
ini var mikið rørandi fyri báðar
partar.
- Í fleiri førum hava tey ver
ið ordiliga rørd, tá vit hava giv
ið teimum klæðini. Ein dagin
sóu vit ein lítlan drong í einari
troyggju, vit høvdu givið hon
um dagin áðrenn. Hetta var
sera rørandi fyri okkum, sigur
Kristina Foldbo.
Alt byrjaði á TeenStreet
Unga leirvíkskvinnan hoyrdi
um trúboðarafelagsskapin OM
Føroyar í 2012, tá hon fyrstu ferð
fór á altjóðu kristnu tannáringa
leguna, TeenStreet.
- Hetta var ein sera spennandi
og gevandi lega. Tá hon var liðug,
setti eg mær beinanvegin fyri, at
eg skuldi aftur árið eftir, fortelur
Kritina Foldbo.
Og málið rakk hon, tí í 2013 fór
hon aftur á TeenStreet.
- Tá eg ein dagin sat og hugdi
á Facebook, kom eg fram á eitt
uppslag hjá OM um, at tey
manglaðu tannáringar at melda
seg til "TiM Moldova". Uttan at
vita nakað um landið og túrin,
var eg beinanvegin avgjørd, at
eg vildi luttaka.
Ein lívsbroytandi túrur
Sama árið fór Kristina til Mol
dova við hinum tannáringunum
í TiM.
- Tað var ein lívsbroytandi
túrur, sigur hon og greiðir víðari
frá:
- Vit hjálptu til á eini barnalegu
við yvir 200 børnum og vitjaðu
fleiri fátækar familjur. Tað var
syrgiligt at síggja, at fleiri einans
høvdu moldgólv í húsunum.
Nógv børn gingu uttan skógvar,
og fleiri børn búðu hjá ommum
ella púra einsamøll, tí foreldrini
arbeiddu uttanlands.
- Kenni meg heima
í Moldova
Eftir TiM túrin í 2013, var Kris
tina Foldbo sannførd um, at hon
vildi avstað aftur árið eftir.
- Mítt hjarta lá eftir í Moldova,
og tað hevur tað gjørt síðani.
Hvørja ferð eg komi til Moldova,
kenni eg meg heima, sigur
Kristina Foldbo.
- Í 2014 komu vit til somu
bygdina, sum vit vóru í árið
fyri, og nógv av børnunum
kendu meg aftur. Hetta var ein
góð uppliving, og aftur ein fan
tastiska gevandi túrur. Í 2017 fór
eg aftur til “Love Moldova”, sum
er nøkunlunda tað sama sum
TiM. Munurin er tó, at aldurs
markið er 18 ár, og at tað tá eru
fólk úr ymiskum londum, greiðir
Kristina frá.
Í fjør var hon til eitt missións-
og lærusveinaprogramm í 5
mánaðir, har luttakararnir
skiftu ímillum at vera í Moldova
og Rumenia. Og í ár var hon so
við sum leiðari fyri fyrstu ferð.
Ungir trúboðarar:
- Tað var hugvekjandi at síggja
takksemið og gleðina um nakað,
sum vit í Føroyum síggja sum
eina sjálvfylgju, sigur 22 ára
gamla Kristina Foldbo, sum
júst er afturkomin frá einari
missiónsferð í Moldova saman
við fýra øðrum ungum kvinnum
Felagsmynd av teimum fimm ungu føroysku kvinnunum, ið hava verið
í Moldova og gjørt hjálpararbeiði. Kristina Foldbo er uttast til høgru
TIL MOLDOVA
VIÐ BUNDNUM
KLÆÐUM TIL BØRN