Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-25, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juli 2019síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. JULI 2019 SOSIALURIN 85 19 Fátøk foreldur rýma frá børnunum Kristina Foldbo vísir á, at í Moldova er arbeiðsloysi í bygd­ unum heilt uppi á umleið 80 prosentum. - Nógv foreldur rýma av landi­num at arbeiða, og ommur, abbar ella onnur í familjuni taka sær av børnunum. Foreldrini senda pengar heim til familjurnar, men av tí tey ikki eru til staðar, mugu børnini ofta ansa eftir djórunum tey eiga, so sum hønur, kýr og annað. Í summum førum mugu tey taka sær av ommunum og abbun­ um eisini. Børnini hava stóra ábyrgd, og viðhvørt eru hetta børn undir skúlaaldur, fortelur Kristina Foldbo. - Tey eru gávumild og takksom Leirvíkskvinnan hevur lært nógv frá fólkunum í Moldova. - Tey eru sera gávumild. Hvørja ferð vit koma til eina bygd, syrgja tey fyri, at tú fært tað besta staðið at sova, tann besta matin tey eiga, og tey syrgja fyri, at tú altíð hevur tað gott, greiðir Kristina Foldbo frá. Eitt annað, sum hevur sitið eftir hjá henni er, hvussu takk­ som tey eru. - Børnini uppliva ikki til dag­ ligt, at onnur tíma at spæla við tey og vera saman við teimum. Tey gomlu fáa sjáldan vitjan av øðrum. Ofta hevur familjan gloymt tey eldru, tí tey arbeiða aðrastaðni, ella tí tey ikki hava tíð at taka sær av teimum. Tá vit koma og spæla við børnini ella vitja familjur, eru tey so ótrúliga takksom. - Føroyingar kundu lært nógv Kristina Foldbo sigur, at Mol­ dova als ikki er eitt fátækt land fyri hana. - Materielt eru tey sera fátæk, men tey eru rík uppá fleiri aðrar mátar. Eg havi lært so nógv av fólkunum her um takksemi, gávu­mildni og andaliga, at eg síggi als ikki Moldova sum eitt fá­tækt land, sigur hon og saman­ber við Føroyar. - Eg haldi, at føroyingar kundu lært nógv av mentanini her. Tey eru so sera gestablíð, gávu­mild og takksom, og her hava vit nógv at læra. PATURE@SOSIALURIN.FO Børnini vóru sera takksom fyri hjálpina úr Føroyum Her eru føroyingarnir saman við nøkrum av teimum lokalu Her eru tvey børn í bundnu klæðunum úr Føroyum