hósdagur 25. juli 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. JULI 2019
SOSIALURIN 85
20
UMRØÐA
JÚSTINUS LEIVSSON EIDESGAARD
E
g eri altíð skeptiskur
yvir sjálvsævisøgur, tí
har skriva høvundarnir
sína egnu søgu, og har
er ongin uttanveltaður, sum
er eitt sindur longur frá, íð
kann geva eitt spegl av tí, sum
høvundarnir seta saman og
kanska siga frá. Og hóast tað,
dámar mær væl sjálvsævisøgur.
Sjálvur havi eg tann fyrimun,
at hava fylgt væl við í okkara
høvuðsvinnu sum journalistur
alt mítt arbeiðslív, og tí veit eg,
at eg havi førleikan til at meta
um tilfarið í bókini. Og stutt sagt
er bókin “Í kjalarvørrinum” eftir
Jórun og Osmund Justinnusen
ein góð, og fyri meg, serdeilis
áhugaverd bók. Hon snýr seg
um fisk og fiskiveiðu, hon snýr
seg um søguna hjá føroyingum
frá krígnum og fram til í dag.
Hon snýr seg um andaligheit,
um brøðrasamkomuna, sum er
andaliga heimstaðið hjá báðum
høvundunum, hon snýr seg um
um kærleika, forelskilsi, familju
lív og eitt brennandi virkisfýsni,
sum er djúpt ankrað í trúgv,
bæði á seg sjálvan og ikki minst
á Hann, tey hava sett sítt álit á
og bókin snýr seg um ein ókúg
andi vilja at skapa.
Eg og Osmund hava kenst í
fleiri ár, verið í onkrum felags
skapi saman og tí kann onkur
sáa iva um gegnið. Men eg tori
at siga, at Osmund megnar í
ógvuliga stóran mun at vera
objektivur ella óheftur. Hann
kundi verið nógv meira beiskur,
hann kundi verið nógv meira
stingandi, tí hann, sum reiðari
hevur havt meira við politisku
skipanina at gera enn tey flestu,
men tað er ringt at fáa eyga á í
teimum 274 síðunum, sum eru
hansara partur, at teimum 392
síðunum, bókaverkið telur.
Bókin er ein gongd í døkkum
dølum og upp á hægstu tindar
við einum støðugum ótta fyri
at fella fyri hugmóðini, tá íð við
rákið fær ein at gloyma myrkrið
í dølunum.
Ein heit bók
Fyri meg er bókin ein heit
bók, skilt á tann hátt, at báðir
høvundarnir hava kærleika til
evnið. Osmund fer til skips sama
ár, sum eg eri føddur í 1957 og tað
er eisini mítt umhvørvi hann
skrivar um. Søgan hjá hesum
báðum plássum líkist merkiliga
nógv. Bæði eru útróðrarpláss
og nógv samband hevur verið
millum bygdinar, ikki minst
slektsmessiga.
Osmund byrjar skipað at
fortelja sína lívssøgu. Og hon
byrjar úti á Garði, har barndóms
heim hansara stóð. Hetta heim
er framvegis partvís karmur
um lív Osmunds, og hann hevur
heimið um hendur, hóast hann
hevur búð í Havn meginpartin
av ævini. Vit fáa at vita um
slektina, um familjuna og um
tann stóra systkinnaflokkin, har
hann var yngstur. Hann fortelur
um mammuna, sum hann var
serliga knýttur at og hann for
telur um pápan, ein likamlig
kempa og ein maður, sum hevði
stóran týdning fyri Ossa. Og so
greiðir hann frá barnaárunum.
Tey vóru tíggju systkin, seks
brøður og fýra systrar. Ein syst
ir, Elna, doyði einans trý ára
gomul og tá var Osmund ikki
føddur. Eirikur Justinussen var
elst, hann var føddur í 1916 og
Ossi var yngstur, føddur í 1941.
Tað vóru 25 ár millum Eirik og
Ossa, tveir mótsetningar, sum
lærdu av hvørjum øðrum, hó
ast annar var útróðrarmaður
burtur av og hin trolaramaður, í
hvussu er meginpartin av ævini.
Fiskimenn vóru teir báðir.
Vit fáa eina inniliga innføring
í lívið á bygd í Føroyum undir
krígnum, í fimtiárunum og inn
í sekstiárinu, framvegis skrivað
við heitum kærleika til tíðina,
og við eini inniligari trongd eftir
at fáa tingini at gerast betri, at
royna nýtt og at gera vinnuna
enn meira gevandi fyri tey, sum
løgdu rygg til hesa og sum livdu
av henni.
Og Ossi nemur við hendingar
í lívinum, sum komu at fáa av
gerandi týdning fyri hann. Eitt
nú lítla Losjan, sum var í Leirvík
og sum hann bleiv ein partur
av sum 14 ára gamal. Mamman
forkelaði hendan yngsta og vildi
so inniliga, saman við pápanum,
at hann ikki fór at drekka. Hon
hevði, sum øll í Føroyum sæð,
hvussu vanlukkulig drekking
kann vera, um tamarhaldið fer.
Og í Losjuni gav Ossi lyfti, at
hann ikki skuldi drekka. Tað er
eitt lyftið, hann hevur hildið til
denna dag og hann skrivar, at
tað er hann glaður fyri.
Vit hoyra eisini um tað anda
liga, sum fylti í heiminum. Pápin
var umvendur og gekk á møti í
Hebron í Leirvík og mamman
hoyrdi eisini til samkomuna,
sum var undir Brøðrasam
komuni. Osmund kom til per
sónliga trúgv, og tað hevur stór
an týdning í Brøðrasamkomuni
og hann gjørdist skjótt ein virkin
partur av samkomuni og tað er
hann enn tann dag í dag.
Og so byrjar sjólívið
Osmund er lítið meira enn hálv
vaksin, tá ið hann fer sín fyrsta
túr til skips. Tað er við sluppini
“Sæborg” í 1957 og hann greiðir
ógvuliga livandi frá teimum
kenslum, sum koma fram hjá
ungum dreingjum, sum fyrstu
ferð fara heima frá. Ein kenslan
er, at ein kennir seg vaksnan, og
næsta kenslan er ótryggleikin
at fara burtur frá øllum tí, sum
er kent og sum ein ikki ivast í.
Tað er spennandi at sigla norður
gjøgnum Djúpini á veg til Íslands
og tað er minni spennandi, tá íð
skipið fer at rulla og sjóverkur
verður blandaður saman við
ringum royki úr kjølinum. Tá
viknar bragdligheitin hjá teim
um flestu og løtur kunnu koma
við svørtum vónloysi og longsli.
Og alt gongur yvir og ein dag er
skipið komið heim aftur og ungi
drongurin hevur mist samleikan
sum drongur og trivlar eftir
samleikanum sum maður og
kanska er hann hvørga staðni.
Fyri meg er tað serliga áhuga
vert at fáa okkara nútíðar skipa
søgu endurfortalda av einum so
greiðum penni, sum Osmunds.
Hann er vælskipaður og fer
ikki óneyðuga nógv niður í smá
lutir, og hetta ger, at eg missi
ikki áhugan og drukni ikki í
detailjunum. Smálutir kunnu
vera áhugaverdir, men so skulu
teir eisini vera viðkomandi og
her hevur Osmund serligar við
føddar gávur at solda frá.
Vit fáa eina skjóta gjøgnum
gongd tey árini Osmund var til
skips við skiftandi vinnum. Fyrst
við línubáti, síðan laksaskipum
í Eystrasalti og norðanfyri og
síðan hansara royndir eftir íd
naðarfiski saman við beiggja
num Jakku, sum hevði sett seg
niður í Esbjerg og átti og førdi
skip. Og áðrenn vit vita av, eru
vit frammi við stóra vegamótið,
tá íð Osmund gerst reiðari
burtur av sum 30 ára gamal
og tá er hann longu útbúgvin
skipari. Og reiðari hevur hann
verið síðani. Hann reypar ikki
nógv um hetta, men tað er ikki
smávegis royndir, hann hevur
gjørt sær sum reiðari á einum
heilum flota. Hann hevur verið
reiðari á umleið 50 skipum
seinastu 48 árini. Tað er ikki
einki.
Osmund hevur, sum virkin
reiðari, havt eina øgiliga ávirkan á
føroyska fiskivinnu, hóast hann
er rættuliga lítillátin um hetta
avrik í ævisøguni. Hann gerst
formaður í Felagnum Laksaskip
í sjeytiárunum og hann er sum
virkin reiðari á ídnaðarskipum,
sjálvsagdur sum formaður í
felagnum Ídnaðarskip. Tá íð
hendan veiðan dettur niður
fyri, tí veiðumøguleikarnir í
Norðsjónum minkaðu burtur
í einki, kemur flotin heim og
her fer Osmund at stríðast
fyri korunum hjá trolarunum í
føroyskum sjógvi. Seinni gerst
hann eisini formaður í Reiðara
felagnum og kemur gjøgnum
hetta felagsarbeiðið, ógvuliga
tætt at politiska myndugleika
num og eisini, tá íð tað snýr seg
um at samráðast um fiskirætt
indi.
Osmund hevur gjøgnum
øll árini sum fiskimaður og
reiðari sýnt ógvuliga góð evnir
at saðla av nýggjum, tá íð ein
leið ikki var gongd longur.
Stóra ævintýrið suður í hav til
Suðurafriku og Namibia var ein
djarvur leikur við góðum inten
tiónum, men sum tíverri ikki
endaði so væl, tí best sum alt
gott upp á stás og teir fóru at
heysta av øllum teimum drúgvu
fyrireikingunum, mistu teir
veiðirættindini, sum vóru seld
til spaniólar. Og hetta endaði
í einum dyggum fíggjarligum
bakkasti, meðan føroyska sam
felagið enn lá nevsligið av kol
lektiva húsaganginum fyrst í
nítiárunum í farnu øld.
Og í tíðini, har Osmundur
hevur sitið við róðrið, hevur
stóra fyritøkan skift frá fiski
skapi til oljuvinnuna, eitt
djarvt skifti, sum enn heldur
lív í frálandavirkseminum, um
framt, at virksemið er flutt yvir
á ferðavinnu, sum eigari í Smyril
Line og Hotel Hafnia.
Í dag fer nógv av tíðini til
heimalívið og tey mongu barna
EITT FRÍSKLIGT
ÆL AV DÝRUM
LÍVSROYNDUM
Umrøða av bókini »Í
kjalarvørrinum« eftir Jórun
og Osmund Justinussen