hósdagur 25. juli 2019síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. JULI 2019
SOSIALURIN 85
21
børnini og Osmund er framvegis
ein virkin maður, ein maður,
sum alla tíðina hevur ment
seg, tí onki stendur í stað. Og
samkomuarbeiðið fyllir fram
vegis nógv, hann er ein av av
fremstu tænaru í samkomuni
og er verji av henni.
Tvær bøkur í einum
Hetta er ein øðrvísi bók at um
røða enn bøkur vanliga. Her
eru tvær ævisøgur, sum ikki
tekstmessiga eru flættaðar inn
í hvørja aðra, hóast tær viðgera
tað sama. Her ein partur, tann
størri parturin, Ossa`sa partur,
og síðan kemur Jórun við tí sein
asta triðinginum, har hon greiðir
frá sínum uppruna, síni søgu
og ikki minst søguna um lívið
saman við Ossa seinastu góðu
50 árini. Ossi, sum hon sigur, ikki
var sum aðrir dreingir.
Parturin hjá Jórun er eisini
sera áhugaverdur. Vit fáa at
vita um lívið í barnaheiminum
í Mattalág, sum tá var langt
burtur frá býnum og næstan
óbygt. Vit fáa innlit í arbeiðið
hjá
pápanum,
Gunnar
Gunnarson, sum stóð á odda
fyri fiskivinnustovuni í Tinga
nesi, og sum millum annað av
greiddi skip, sum skuldu niður
til Bretlands at selja. Og vit
hoyra um lívið hjá mammuni,
Herborg Gunnarson, sum stýrdi
heiminum og sum dugdi væl at
fáa burtur úr øllum og sum var
skapandi og dugdi væl at seyma.
Vit hoyra um samkomulívið
og hennara avgerð um at ger
ast persónliga trúgvandi. Sum
ung og vaksin fáa vit eitt ser
delis áhuga vert innlit í eitt
arbeiðspláss, sum tey allarflestu
einki kenna til . Hon fór í skriv
stovulæru hjá Ríkisumboðnum
og tað hon skrivar um hesa tíð,
er heilt nýtt fyri mær og spenn
andi. Ríkisumboðið er danskt og
myndugleiki og tað vildi fólk ikki
hava ov nógv at gera við í allari
almindiligheit. Og umframt tað,
var tað eitt vanligt arbeiðspláss
við vanligum fólkum, sum
høvdu somu avbjóðingar, sum
øll onnur.
Jórun dugir væl at siga frá
og dugir væl at fortelja livandi.
Tað eru ongin ivi um, at Jórun
og Osmund eru eitt toymi og
hon leggur nógv fyri, soleiðis at
hann fær umstøður at virka sum
reiðari og at pláss er at virka í
teimum mongu álitissessunum.
Elsti sonurin, Helgi er føddur í
1966. Annar sonurin Tummas
verður borin í heim í februar 1969
og tá ið yngsti sonurin, Gunnar
sær dagsins ljós í 1971, segði
Jórun upp á Ríkisumboðnum
og fór at arbeiða heima burturav.
Jórun greiðir frá, hvussu
tey møttust í samkomuni og
hvussu Osmund bjóðaði seg til
at fylgja henni heim. Og síðan,
hvussu hon fór aftaná Ossa, tá
íð hann var farin til Danmark
ar at fiska, fyri at tey skuldu
síggjast meira og har ríkisum
boðsmaðurin skaffaði henni
starv í Innríkisráðnum, sum
lá í Keypmannahavn, meðan
Ossi var til skips. Og vit hoyra
um brúdleypið á Ráðhúsinum í
Keypmannaheim í apríl 1964 og
heimferðina, til tey flyta inn í
raðhús ovast í Jóannes Paturs
sonargøtu, sum tey høvdu
keypt nýbygd. Og síðan skrivar
Jórun um næsta skiftið, tá íð tey
byggja hús á Frælsinum og har
tey búgva enn.
Tá íð ein lesir um fiskivinnu
og túrar og viðurskiftir innan
fiskivinnu, tá er tað fløvandi at
fáa tann kvinnuliga partin við
í frásøgnina. Eg haldi, at hetta
riggar væl hjá teimum báðum,
at vera tveir høvundar um bók
ina. Tí aftanfyri ein mann, er
vanliga ein kvinna og umvent
og hennara søga er ofta ósøgd,
ella søgd av monnum, sum ikki
er rættuliga tað sama.
Mær dámdi rættuliga at lesa
søguna hjá Jórun og haldi, at eg
lærdi eisini. Havnin er vaksin
ótrúðliga nógv seinastu 50 árini
og vit eru nógv, sum kenna aftur,
hvussu tað er at búgva í spildur
nýggjum býlingum í Havnini.
Hetta, at búgva í óbygdum,
er ikki ókent fyri nógv fólk í
høvuðsstaðnum.
Stuttligt er eisini at hoyra
Jórun greiða frá, hvussu tey
innrættaðu kjallaran, tá íð Ossi
fer at vera reiðari burturav, sum
blaðungur maður, hóast hann
onkran túr avloysir sum skip
ari. Hon greiðir livandi frá, tá
ið arbeiði, vinna, hús og heim
gjørdust eitt, og hetta skuldi
fáast at rigga saman við van
ligum familjulívi og trimum lív
ligum dreingjum.
Hetta er ein heilt øðrvísi bók
og eg eri takksamur fyri, at tit
bjóða lesarunum inn í tykkara
lív við opnum ørmum. Vanliga
liggja fotoalbum goymd undir
sofaborðinum og tað eru tey
fæstu, sum hava atgongd til tey.
Í bókini eru familjualbummini
latin upp fyri almenninginum
og vit fáa eitt erligt kag inn í lív
ið hjá høvundunum, sum hava
upplivað upp og niðurtúrar
saman og framvegis eru saman.
Onkuntíð verður tikið til, at
reyp og at gera ovlítið av, er ein
síða av somu søk, tí í báðum
førum hvørvur sannleikin. Eg
dámdi at lesa hesa bókina, tí hon
hvørki ger ov lítið av ella er ein
reypibók, og tað skulu høvund
arnir hava tøkk fyri.
At hava staðið í fremstu røð
innan føroyskt vinnulív er ikki
bara sum at siga tað og at hava
gjørt hetta í 50 ár, er eitt sætt
roysni. Hvør, íð hevur borið
tyngsta takið á hesi long ferð,
veit eg ikki, men høvdu Jórun
og Osmund ikki lyft saman, var
hendan bókin ongantíð skrivað.
Sum vinur, hevur tað verið
ein frægd at lesa hesa bókina,
tí soleiðis, sum hann sigur sína
søgu, akkurát soleiðis kenni
eg hann. Bókin er ikki nakað
glansibílæt, heldur ikki grenj.
Hon er ein erlig mynd, skrivað
av fólki, sum í gjøgnum eitt
langt materielt lív, hava verið
djúpt forankraði í tí andaliga
og hjá okkum, sum trúgva, er
tað materiella lívið skralltómt,
um tað andaliga ikki fylgir við
sum skuggin og onkuntíð lýsir
frammanfyri.
Takk fyri lesnaðin, tit djørvu
bæði og eg vóni, at eg fái fleiri
slíkar bøkur at lesa í framtíðini
frá øðrum hjúnum og einstak
lingum. Tað eru nógv afturlatin
fotoalbum í Føroyum, sum
treingja til at vera støvaði av.
Í 57 ár hava Jórun og Osmund tikið í móti teimum dagligu avbjóðingunum, sum lívið so trúliga gevur okkum
øllum. Nú hava tey skrivað bók um hetta, og hetta er ein hugnalig, lærurík og álvarsom bók at lesa
MYND: PER Á HÆDD