Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-25, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juli 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. JULI 2019 SOSIALURIN 85 22 KJAK KRISTINA HÁFOSS LANDSSTÝRISKVINNA Í FÍGGJARMÁLUM L andskassin væntast at hava 1,4 milliard í avlopi í hesum valskeiðinum. Til samanberingar hevði landskassin 1,1 milliard í halli í undanfarna valskeiði. Harvið er hall landskassans vent til munandi avlop. Hetta hava vit øll framt saman - við stórari fram­gongd í samfelagnum, og saman við skynsomum fíggjar­ politikki. Støðan í 2015 – hall 8 ár á rað Árini eftir fíggjarkreppuna, ið rakti heimin í 2008, hevði lands­kassin stór hall. 8 ár á rað hevði landskassin samanlagt hall á 3 mia. kr. Í 2015 hevði verið búskaparlig framgongd í fleiri ár, men hóast hetta, so hevði lands­kassin hall. Í undanfarna val­skeiði hevði landskassin heila 1,1 milliard í halli. Tá núverandi landsstýri og sam­gongan tóku við landsins leiðslu á heysti 2015, settu vit okkum tí beinanvegin fyri, at landskassin skuldi hava avlop bein­anvegin. Støðan í 2019 – avlop 4 ár á rað Vit hava verið ríkað við góð­um tíð­um seinastu mongu árini. Sam­an við framgongd í vinnu­ lívi­num, virkisfúsum fólkum kring alt landið, og skynsomum fíggjarpolitikki, er úrslitið, at bú­skapurin helst ongantíð hevur verið betur fyri enn nú. Arbeiðsloysið er met lágt. Vinnan hevur í valskeiðinum havt metstór avlop. Landið hevur stór avlop. Fólk og vinna hava størri uppsparing nú enn nakrantíð. Tí tíbetur er framgongdin hesuferð ikki láni­fíggjað, soleiðis sum vit áður hava sæð í Føroyum, tá góðar tíðir hava verið. Tvørturímóti so økja fólk og vinna uppsparing meira enn lánt verður. Hetta er gott og gagnligt. Týðandi við avlopi í góðum tíðum Fyrsta fíggjarlógin í hesum val­ skeið­num - fyri árið 2016 – vísti avlop. Tá árið var av, varð av­ lopið størri enn væntað. Eisini árini 2017 og 2018 hevur lands­ kassin havt stór avlop. Og í ár vísir fíggjarlógin 377 mió. kr. í av­lopi. Inntøkurnar eru tó mun­andi størri enn væntað, og kann úrslitið tí gerast væl betur. Í 5 ára fíggjarkørmunum hjá landsstýrinum hava vit eisini sett okkum fyri, at røkka vaks­ andi avlopum komandi árini. Hesi avlop koma ikki av ongum. Tí tað eru støðug og vaksandi ynski um at økja útreiðslur til íløgur og rakstur. Hetta frætta vit øll dagliga - ikki minst nú val er í hondum. Men tað ber sjálv­ andi ikki til at gera alt í senn. Tað vita vit øll. Neyðugt er og verður at raðfesta, og at tryggja, at nýggj átøk eru fíggjað. Hetta mugu øll – ikki minst øll, ið nú bjóða seg fram at stjórna landinum – gera sær greitt. Sterkur búskapur gevur tryggari vælferð Ein týðandi raðfesting er og verður at tryggja, at landið hevur avlop, nú tíðirnar eru góðar. Tí tað merkir, at vit fáa lagt tryggar karmar um væl­ ferðarsamfelagið nú og fram­ eftir. Hetta merkir eisini, at vit fáa minkað skuld og fáa sett av til, at standa sterkari tá tíðir­nar skifta. Hetta ger okkum bú­skap­ arliga sjálvbjargnari, og ger tað møguligt, at halda fram við at menna okkara væl­ferðar­sam­ felag. Tá umræður skuld, so hevur lands­stýrið minkað skuld lands­ kassans við 1 milliard síðan samgongan tók við. Hartil fullu 500 mió. kr. burtur sambært avtalu. Samanlagt er skuld lands­kassans tí minkað 1,5 milliard síðan 2015. Eisini hetta ger okkum sterkari til at taka ímóti broytingartíðum, ið fara at koma - fyrr ella seinni. Góðar tíðir krevja skynsemi Vit vita, at eftir góðar tíðir koma min­ni góðar tíðir. Soleiðis hevur altíð verið, og so fer eisini at verða. Tað hevur tí ómetaliga stóran týdn­ing, at vit halda fram við skyn­somum fíggjarpolitikki, ið leggur tryggar karmar um okk­ ara samfelag - okkara land og fólk. Vóni, at vit fáa títt álit til, at halda áfram við hesum – og til, at halda fram við, at fáa Føroyar fram­á. Saman kunnu vit tryggja, at so verður. TORDUR J. NICLASEN, VALEVNI MIÐFLOKSINS V it hava sum kunnugt nógvar serlæknar í Før­oyum. Her er talan um læknar, ið hava fingið serútbúgving og royndir innan ávís øki. Sum dømi kann nevnast serlækni í barnasjúkum, ser­lækni í kvinnusjúkum, ser­ lækni í hjartasjúkum, serlækni í lungasjúkum, serlækni í gikta­ sjúkum, serlækni í eygna­sjúkum og serlækni í oyrna/nøs-og háls sjúkum. Soleiðis kundi eg hildi á. Um ein serlækna kann sigast, at hann er serfrøðingur burturav á sín­um øki. At vit hava nógvar ymiskar serlæknar í føroyska heilsu­ verkinum er gott og gagnligt fyri okkum, ið  gera brúk av hesi tænastu – og í nógvum førum ger hetta tað, at kanningar og við­gerðir í stóran mun kunnu fremjast í Føroyum – ella um neyðugt, uttanlanda, við ávísing av serlækna. Men, tað er ein serlækni, sum, mær vitandi, ikki er at finna í før­oyska heilsuverkinum – og tað er bæði spell og stórliga at undrast yvir. Her hugsi eg um serlækna í geriatri – ella lækna, ið hevur ser­út­búgving at taka sær av sjúk­um,sum raka eldri. Ein serlækni í ”eldrasjúkum” er serkønur í at kanna, diagnosti­ sera og viðgerða eldri menniskju. Bæði tá talan er bráðfangis sjúkur eins væl at útgreina og seta út í kortið endurvenjingar ætlanir. Mangan hava eldri fólk ymiksar sjúkur samstundis at stríðast við. Ymiskar sjúkur, ið krevja ymiskan heilivág sam­ stundis. Um geriataran kann sigast, at hansara føleiki er ikki av­markaður til eina ávísa sjúku, men heldur  ger hann sær eina heildarmetinga av tí sjúka og hvat skal til, til tess at linna um støðuna ella lekja tann sjúka. Tá hugsað verður um eldri borgarar okkara, sum búgva heima hjá sær sjálvum ella hjá av­varðandi  og/ella á ellis-og røktar­heimum og á sambýlum kring landið – og sum stríðast við sjúkur, sum raka á ellisárum, ja, so er at harmast um, at eingin ser­lækni í “eldrasjúkum” finst í før­oyska heilsuverkinum. Ja, undrunar­vert at júst henda ser­grein hevur fingið so lága politiska raðfesting. Her má og skal vend koma í!  Øll orka eigur at leggjast í, at fáa serlækna/ar innan hetta økið at virka innan føroyska heilsu­verkið. Tað skylda vit eldri borgar­um okkara. Hetta er nakað, sum komandi løg­ting/landstýrið eigur og skal leggja sær í geyma. MAGNI E. DALSGAARD, VALEVNI HJÁ JAVNAÐARFLOKKINUM V ilt tú hava framhald ella aftur­hald? Velur tú Javnaðarflokkin, so fara vit at halda fram at arbeiða fyri einum rætt­vísari samfelag, har fram­ burð­urin kemur fleiri til góðar, og har vit lyfta byrðar í felag heldur enn einsamøll. Tú velur eitt samfelag fyri tey nógvu heldur enn tey fáu. Og tú velur framhald í stríðnum fyri javn­ rætti og samhaldsfesti. Eg havi bjóðað meg fram sum valevni fyri Javnaðarflokkin. Or­søkin er, at eg eri vanur at skapa ítøkilig úrslit, har eg eri. Tað kann vera í einum fakfelag, í mínum arbeiði ella í einum áhuga­felag. Míni hjartamál eru mentanarpolitikkur, eldra­ politikkur og orku- og um­ hvørvis­politikkur. Men eg havi ongar trupulleikar við at taka avgerðir í einum og hvørj­um máli. Gjøgnum mína út­búgv­ ing og yrkisleið havi eg lært meg eitt sindur um alt og um arbeiði innan fleiri øki. Tí ræð­ ist eg ikki avbjóðingar og bjóði meg fram sum valevni. Saman vendu vit milliarda- hall til milliarda-avlop Eldri hava eisini rætt til serlækna Vel Javn­ aðar­flokkin