Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-25, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juli 2019síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. JULI 2019 SOSIALURIN 85 24 Óli Jacobsen UMSTRÍDD HVALAVEIÐA Í SUÐURÍSHAVINUM Tað er politikkur í hvalaveiðu í dag. Tað var tað so sanniliga eisini aftaná heimsbardagan, tá ið føroyingar skuldu kroystast av norðmonnum Hvalaveiðan í Suðuríshavinum: 5. partur Í dagbókini skrivar Mikkjal, at tað var skriving í bløðunum heima um hesa ferðina, og her kom fiskimannafelagið beinleiðis inn í myndina. Í Dagblaðnum 3. september 1946 er ein grein undir­skrivað "Tveir stjórn­arlimir í Føroya Fiskimannafelag", har teir m.a. skriva: "Vit hava ein illgruna um, at hesir góðu føroysku sjómenn…ikki eru heilt greið­ir yvir hvussu hetta mál liggur fyri, tí annars høvdu vit illa kunnað hugsa okk­um, at teir høvdu verið so kvikir í vend­ini at bjóða seg fram. Fyri einum 10 árum síðani var tilætlað ein international samtykt hvareftir hvala­veiðan skuldi verða regulerað, so at hvalurin ikki varð oyddur, men tá til stykkis kom, vildu bert Noreg og Stóra­bretland verða við í samtyktini. Sam­tyktin er tí bert millum hesi bæði lond, sum nú hava stóra økonomiskar interessur í hvalaveiðu. Samtyktin ásetur, at hvalur undir vist mát ikki má verða veiddur, at alt tilfarið (spik, tvøst, bein og avfall) skal verða ført til nyttu, og at almennir upp­ sýnsmenn skulu føra tilsýn við, at sam­ tyktin verður hildin…. Nú leggur Holland uppí og royndi sjálvsagt fyrst at fáa sær kønar menn í Noregi; men ríkisstjórnin kom teimum í forkeypið og setti bann við lóg fyri, at nakar norskur borgari fór við til hesa Hollandsveiðu, sum Norðmenn mettu landsskaðiliga…Av tí at Hollendingar ikki fáa annað kønt fólk til hjálpar, koma teir til Føroyar… Nú er at ætla um, hvussu vítt tað er vert at koma í óvinskap við Norðmenn…. fyri tað ið kann vinnast útav hesi ivasomu hvalaveiðu….” Tað er skilligt, at í hesi grein verður mælt føroyingum frá at fara á hesa hvala­veiðu. Split í fiskimannafelagnum? Dagblaðið hevur hesa viðmerking til hesa grein: Víst kunnu omanfyristandandi hava grein í sínum máli, men vit vilja halda, at tað er skeivt, at tveir ónavngivnir stjórnar­menn í einum felag, sum um­ fatar flest allar føroyskar fiskimenn, skulu siga, hvat rætt og órætt er. ... Vit leggja okkum ikki út í, hvat er beint ella ikki, men vit halda, at fiski­ manna­felagið eigur samt at kunna taka eina av­gerð, so tað við fullari ábyrgd antin kann ráða monnum frá ella til at fara til Suðuríshavið, ístaðin sum nú at kasta ein brand út, ið eingin vil leggja per­sónliga undirskrift til, men tað er tíverri gamal føroyskur siður. Louis Apol hevur eina aðra søgu Dagblaðið hevði 13.september eina sam­røðu við Louis W. Apol, sum var umboðsmaður fyri hollendska reiðaríið, sum hevði søkt eftir fólki til hvala­ veiðuna. Hann heldur, at norska støðan í hes­ um máli er lótir, og tað sama er galdandi fyri Svøríki og Bretland, sum eru í parti við Noregi. Louis helt, at norska støðan var grund­að á, at teir høvdu mist stóran part av sínum hvalaveiðuflota undir krígn­um, og teir vildu við sínum banni forða fyri, at kappingarneytar komu fyri seg, áðrenn teir sjálvir høvdu møguleika at koma fram at. Tí skuldu føroyingar yvir­høvur ikki føla seg illa, um teir vóru farnir á hvalaveiði, hóast norðmenn vóru ímóti. FF-blaðið helt í 2007, at eftirtíðin vísti, tað var vist nakað um hesi sjónarmiðini hjá Louis Apol. Tað gekk ikki long tíð, til Noreg hevði uppbygt sín flota av hvala­ veiðuskipum av nýggjum, og teir hildu á fram til endan á 60-unum, tá veiðan snøgt sagt ikki loysti seg longur. Apol endaði av tilvild í Føroyum Annars hevði Louis Apol eina nokk so áhugaverda søgu. Hann var fyrst í undan­farnu øld komin til Havnar við mann­ing á einum hollendskum skipi. Hann fór í land saman við einum øðrum. Tá ið teir skuldu fara umborð aftur var blivið eitt slíkt illveður, at teir sluppu ikki umborð. Teir søktu sær skjól á Reinerts Kafé, sum var rikið av Jens og Gustav Reinert úr Norðradali. Hetta er í dag partur av Frelsunarherinum. Her arbeiddi Sanna, systir teir báðar. Tað má vera runnið saman millum teirra, tí hann lovaði at koma aftur. Tað kom hann eisini, og tey giftust og búsettust í Føroyum. Hetta er upprunin til Apolættina í Føroyum. Louis Apol var undir krígnum stjóri í tí almenna Lands­ handli­num. Dóttir hansara, Johanna, giftist við tí nú 100 ára gamla bretska her­manninum Harry Wilson. Teirra søga hevur fyrr verið í hesi røð. Fingu um skrúvuna Nú koma vit aftur til frásøgnina hjá Mikkjal Gulklett 15. januar byrjaðu vit aftur at fáa bláhval. Tað var øðrvísi at arbeiða teir enn spermasethvalirnar. Teir vóru sum leður at skera sundur. 16. januar. Í dag koyrdu vit eisini tvøst í spikpottarnar av teirri orsøk, at tríggir pottar vóru brotnaðir á fordekkinum. Her, sum vit liggja, er nógvur ísur uttan Siðsøga Louis Apol skipaði fyri føroysku luttøkuni Tað er klárt at skjóta. Myndirnar í hesum parti eru frá Poul Kamban. Henda myndin er tikin av Hannes de Bour