hósdagur 25. juli 2019síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. JULI 2019
SOSIALURIN 85
25
Komandi partur
Nú er túrurin við at gerast
langur og heimferðin nærkast.
Eisini fáa teir eina pingvin
um okkum. Ein stór grind hevur ligið og
malið rundan um skipið allan dagin.
18. januar fingu vit bara tveir hvalir at
arbeiða okkara vakt. Teir vóru lidnir kl.
3. Vit høvdu so einki at gera fyri enn kl.
6, tá kom ein bátur við trimum hvalum.
Tað lukkaðist okkum at fáa ein av
teimum lidnan, áðrenn vit fingu frívakt.
20. januar var gott veður. Arbeiðið var
støðgað tríggjar tímar av teirri orsøk,
at tann veirurin. sum hvalirnir hingu
uppi í aftan í skipinum, var komin um
skrúvuna. Tá hann at endanum var
leysur, mistu vit hvalin. Ein bátur kom
tá við einum finnhvali. Hann tók hin
hvalin, sum var slitnaður. Tað hevði
verið missur í honum, tí hann var 90
føtur langur og hartil feitur. Tveir aðrir
veirar slitnaðu undir arbeiðinum í dag,
so vit vóru illa fyri at arbeiða í dag. Nú
er samla veiðan 213 hvalir.
22. januar var bert ein hvalur til at
arbeiða, tá vit fingu deksvakt. Síðani
tá var lítið og einki gjørt á dekkinum.
Dekkið var ruddað, og trossar gjørdir
klárir til at binda tankbátin saman við
“Willem Barendsz”, tá ið hann kemur.
23. januar. Ein hvalur kom á dekkið,
sum "Am.5" hevði havt til fríholt í tveir
dagar. Hann var kavrotin.
24. januar kom fleiri hvalir, so tað var
nokk av arbeiði allan dagin. Tíðliga um
morgunin kom tankbáturin frá Cape
Town. Hann hevði 18 mans við sær til
"Willem Barendsz”. Hann hevði eisini
post við til hollendararnar.
25. januar var farið at sigla longur
inn í ísin. Tankbáturin “Nacella” fylgdi
við okkum. Seinnapartin var støðgað.
"Am.7" kom við trimum spermum. Teir
vóru hongdir til fríholt millum skipini.
Tað var byrjað beinan vegin at pumpa
oljuna umborð.
26. januar var arbeitt allan dagin við
at lossa ymiska útgerð umborð á “Willem
Barendsz”. Veðrið var av tí allarbesta. So
langt, sum eygað sá, var ísur uttan um
okkum. Tað var alt smáur ísur, einkult
stór stykkir.
27. januar. Í gjár fór Palle Frederiksen
umborð á tangabátin. Hann skal heim
við honum til Hollands. Ein hollendari
fór umborð samtíðis. Hann hevði eisini
skaða í beininum. Fimm menn fóru
umborð á tangabátin fyri at reinsa
tangarnar og gera teir klárar at koyra
olju í. Kl. 10 um kvøldið fór tangabáturin
frá "Willem Barendsz” til næstu havn at
leggja seg har, til hann var klárur at sigla
heim aftur.
29. januar var arbeitt sum vanligt
til kaffitíð. Tá var eingin hvalur
eftir. Kl. 3,30 kom "Am.6" á borði við
maskinmeistaranum. Hann var komin til
skaða av umstýringini. Hann hevði bløtt
illa út gjøgnum oyra. Hvussu hann fer
at klára seg er ivingarsamt. Hann hevði
mist vitið og var ikki raknaður við aftur
okkara vakt. Kl. 2 fóru vit at sigla út úr
ísinum. Tað er nógvur vindur og hartil
kalt.
30. januar var arbeitt við at gera
ymiskan reiðskap til á dekkinum. Kl. 4
kom ein bláhvalur, og hann arbeiddu vit
lidnan, til vit fingu frívakt. Tað hevur
verið óveður í dag.
31. januar var arbeitt við at spleysa
veirar til at binda hval við til skipið, og
vit fóru at bera harpunir upp á dekkið
til at koyra umborð á bátarnar, tá teir
komu aftur at bunkra. Tað var farið at
sigla inn aftur í ísin í dag.
2. februar var sunnudagur. Tá var
nógv at gera allan dagin. Tað kom hvalur
eftir hval allan dagin. Veðrið var av tí
allarbesta. Í dag kom tangabáturin aftur
til skipið. Hann hevði verið við olju til
eitt annað kókarí. Eitt russiskt kókarí
var tætt hjá okkum í dag.
Brúkti kjaft, koyrdur í land
4. februar var nógv arbeiði allan dagin.
Tað russiska kókaríið var tríggjar
fjórðingar frá okkum í dag. Tann fyrsta
dagin, teir royndu her suðuri, fingu teir
15 hvalir. Tað var ein góður dagur fyri
teir.
"Am.7" er boyubátur. Hansara arbeiði
er at taka hval frá hinum bátunum
og sleipa teir til skipið og at vera til
reiðar, um skipið skuldi trongt til hann.
Arbeiðsmaðurin hjá okkum á reisuni frá
Amsterdam til Íshavið, ein norðmaður,
sum kallaðist Hansen, er í dag koyrdur
umborð á tangabátin við pakk og
sekk. Orsøkin er tann, at maðurin var
ómøguligur og óbrúkiligur og brúkti
altíð kjaft móti sínum yvirmonnum.
5. februar var lítið gjørt, tó at fleiri
hvalir hingu aftan í skipinum. Tað kom
av, at teir tóku ein stóran bláhval upp, og
sveivurin slitnaði av honum. Tað gingu
fleiri tímar, áðrenn teir fingu hann upp
á dekkið. Teir máttu seta tríggjar veirar
á hann. Hann var 90 føtur langur og
øðiliga feitur.
7. februar var ikki nógv av arbeiði.
Vit fyltu tveir pottar á afturdekkinum.
Síðani tóku vit tríggjar spermar upp
og flensaðu teir, skóru høvdini av og
koyrdu restina yvirborð. Tá vit fingu
frívakt var reint dekk.
8. februar var nógv av arbeiði allan
dagin. Vit lógu allan dagin undir einum
ísstykki, sum kundi vera ein hálvan
fjórðing til longdar og púra slætt omaná.
Tað átti at vera einar 200 favnar høgt.
10. februar gekk arbeiðið heldur seint
á afturdekkinum allan dagin av teirri
orsøk, at tað vóru flensaðir so nógvir
hvalir, at teir kláraðu ikki at taka undan
á fordekkinum.
11. februar. Tíðliga um morgunin kom
tangabáturin á borðið, og tað var beinan
vegin byrjað at pumpa hvalaolju umborð
í hann. Í gjár kom "Am.3" á borðið við
maskinskaða. "Am.7" liggur tætt hjá
skipinum við 10 hvalum uppi í sær, sum
hann hevur tikið frá hinum bátunum.
13. februar høvdu vit okkara fyrstu
náttarvakt. Veðrið var av tí besta, og
væl gekk at arbeiða, tó at tað ikki fall
so væl fyri sum um dagin, tí vit máttu
brúka lummalykt at lýsa við, meðan vit
arbeiddu við pottarnar.
14. februar var nógv av arbeiði alla
náttina. Vit fyltu 10 pottar á okkara vakt.
Um dagin var ein hvalur tikin upp, sum
var 92 føtur langur og hartil feitur.
15. februar var arbeitt sum vanligt
alla náttina. Tað sóust nógv stór
ísstykkir uttan um skipið. Veðrið var av
tí allarbesta.
16. februar gekk arbeiðið spakuliga
alla náttina. Fyri tað fyrsta vóru eingir
pottar tómir, og tá ið teir til endan vóru
tómir, var einki spik at koyra í teir. Vit
fyltu tó upp í 9 pottar. Eftir sum arbeiðið
gekk var tað nógv.
17. februar var nógv av arbeiði alla
náttina. Tað var mest finnhvalir, sum
vit arbeiddu. Teir eru væl feitari nú enn
fyrsta vit byrjaðu at skjóta teir.
Framleiddu 1000 føt av
lýsi um samdøgrið
19. februar byrjaði náttin við fínasta
veðrið og endaði við óveðrið. Tað var
ónossligt at arbeiða. Bæði vindur og
kavarok. Hesar seinastu dagarnar
hava bátarnir skotið fleiri bláhvalir.
Teir framleiða okkurt um 1000 føt av
hvalaolju um samdøgrið.
20. februar varð arbeitt alla náttina. Tá
frívaktin kom at enda, var eingin hvalur
eftir uttanborðs, og á flensidekkinum
var lítið eftir av arbeiði. Tveir hvalir
lógu flensaðir. Tað var alt, sum eftir var á
dekkinum. Veðrið er so ringt, at bátarnir
fáa ikki skotið hval í dag.
21. februar. Veðrið var tó ikki verri
enn so, at allir bátarnir komu við hvali.
Tað var tó alt finnhvalir. Í nátt lá eitt
annað kókarí so nær hjá okkum, at vit
sóu ljósini hjá teimum. Tað er so tjúkt í
toku, at tað gongur illani hjá bátunum
at finna til skipið við hvalunum, tó at
sirenan ýlir í heilum.
22. februar var gott veður. Tað komu
bert tríggir hvalir. Teir vóru lidnir
at arbeiða teir kl. 4. Tá fingu allir frí.
Dagvaktin hevði ongan hval. Hon hevði
frí allan dagin. "Am.4" kom upp á síðuna
í nátt við maskinskaða. "Am.3" er besti
bátur. Hann hevði 100 hvalir í alt.
So stór vóru kjálkabeinini.
Myndatakari J.P. Strijbos
Byrjað verður at skera upp.
Maðurin fremst á myndini geva
eina ímynd av støddini á hvalinum.
Myndatakari Hannes de Boor
Sjey føroyingar á dekkinum á móðurskipinum. Uttast frá vinstru eru Martin
Tórgarð, Johan við Stein, kallaður Polluks. Í miðjuni er Marius Kamban,
næstur honum høgrumegin er Richard Nybo. Hvørjir munnu hinir vera?