hósdagur 25. juli 2019síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. JULI 2019
SOSIALURIN 85
28
TRÓNDUR ARGE
L
eygardagin og sunnu
dagin verða fýra teir
fyrstu dystirnir eftir
summarsteðgin í lands
kappingini. Talan er um 16.
umfar. B36 tekur móti Víkingi
ólavsøkuaftan, meðan tríggir
dystir verða leygardagin 27. juli.
HB tekur móti TB í Gundadali,
argjamenn fáa vitjan av EB/
Streymi í einum botngýsara,
meðan Skála og ÍF spæla á Skála.
Fimti og seinasti dysturin í
16. umfar er útsettur, tí KÍ enn
luttekur í Europa League. HB
hevur valt at spæla sín dyst í 16.
umfari leygardagin klokkan 15,
tí returdysturin móti Linfield
er ikki fyrr enn hóskvøldið
í Belfast. Tað vil siga, at tað
er níggju dagar millum fyrra
dystin, ið var týskvøldið og
returdystin.
HB-TB (Beinleiðis á FM1)
Leygardagin klokkan 15.00
DÓMARI: RÚNI GAARDBO
Heimaliðið er í løtuni í hørðum
stríði við norðurírska Linfield í
Europa League, men tað merkir
ikki, at liðið kann taka sær av
løttum í landskappingini. HB
rennur í løtuni aftaná hinum
fýra stóru í føroyskum fótbólti,
og hevur ikki ráð at seta stig til.
Sum In.fo skrivaði fyrr í
summar, hevur HB í eina tíð roynt
at fingið René Shaki Joensen
heim til barndómsfelagið. Tað er
ein greið ábending um, at felagið
ynskir at bjóða av í stríðnum um
FM.
HB hevur allar mans uttan
Andreas Breimyr tøkar, men tað
verður eisini áhugavert at síggja
hvussu Heimir Guðjónsson,
venjari hjá HB, velur at blanda
kortini.
Gestirnir av Tvøroyri eru í
broyttari útgávu. Luc M. Jeggo,
Stefan Radosavljevic, Tormóður
P. Djurhuus og Teitur Olsen eru
allir vekk, meðan Rógvi Joensen,
Martin Tausen og Eirikur Ellend
ersen eru komnir aftur til felag
ið. Undan steðginum kom eisini
Ken Fagerberg úr 07 Vestur.
TB hevur so gott sum tryggjað
sær plássið til komandi ár, men
tað merkir ikki at teir svørtu og
hvítu ikki fara at leggja nógv fyri
á ólavsøku í hesi søguligu upp
gerðini. Tað sær út til, at HB er
komið fyri seg, eftir eina misjava
byrjan. Tað talar fyri einum
heimasigri, men spurningurin er
hvussu nógv Evropa-fótbólturin
órógvar.
SOSIALURIN TIPPAR 3-1
Skála-ÍF
Leygardagin klokkan 17.00
DÓMARI: EILER RASMUSSEN
Skála er har, sum Skála plagar
at vera. Í ongamannalandi. Tað
er langt upp til stríðið
um Evropa-fótbólt,
og tað er langt niður
til niðurflyting
arstríðið. Skála
hevur seinastu
árini funnið ein
leist, har liðið
er í javnvág
og
skift
ingarnar eru
fáar. Søren B.
Nielsen kom
o n g a n t í ð
fyri seg, eftir
ein fótskaða
og er givin,
meðan Aksel B.
Danielsen er leig
aður úr KÍ.
Gestirnir
úr
Fuglafirði hava nógv
at spæla fyri. Liðið
liggur næstniðast og
hevur bara fingið fimm stig.
Ætlanin var at styrkja um liðið
í summar, men tað bleiv bara
til tvær leiguavtalur úr Víkingi,
meðan 38 ára gamli Alex José
dos Santos er byrjaður at venja
aftur. Hann býr í Fuglafirði.
Til hendan dystin er ÍF eisini
uttan Karl Løkin og Ara Ó.
Ellingsgaard, sum báðir hava
leikbann vegna gul kort. Tí er
ilt at koma uttanum, at Skála
hevur munin á pappírinum.
SOSIALURIN TIPPAR: 2-1
AB-EB/Streymur
(Beinleiðis á FM1)
Leygardagin klokkan 18.00
DÓMARI: BJARKI DANIELSEN
Hetta er ein sannur botngýsari.
Argjamenn liggja niðast á
stigatalvuni við bara fýra stig
um, meðan EB/Streymur hevur
átta stig á áttanda plássi. Tí
kann hendan uppgerðin geva
eina greiða ábending um hvussu
niðurflytingarstríðið kemur at
síggja út.
AB hevur fingið tilgongd av
danska málverjanum Tobias
Brogaard, og føroyska ung
dómslandsliðsspælaranum,
Lukas Giessing, ið hevur
sína fótbóltsupplæring í FC
Ikki við: Høður Tórsson (økslin,
3-4 vikur), Jógvan Jóhannesarson
(knæið, restina av árinum), Heðin
Stenberg (knæið, mánaðir)
Ivasamur: Leivur H. Joensen
Nýggir: Lukas Giessing og Tobias
Brogaard
Ikki við: Erling Dávidsson
(leikbann), Róaldur Jakobsen
(langtíðarskaði), Erlendur
Magnusson (krossbandsskaði,
langtíðarskaddur), Ragnar
Samuelsen og Sveinur Lava Olsen
(Útleigaðir til EB/Streym)
Ivasamur: Símun Rógvi Hansen,
Brian Jacobsen
Nýggjur: Stefan Radosavljevic
Ikki við: Andras Olsen
(krossband, restina av árinum),
Jóhannes Hansen (krossband,
restina av árinum), Leif Niclasen
(fótur, vikur), Poul G. Olsen
(leikbann, 4 gul)
Ivasamur: Arnbjørn Hansen
Nýggir: Ragnar Samuelsen og
Sveinur Lava Olsen
Ikki við: Andreas Breimyr (økslin,
óvist)
Nýggjur: René Shaki Joensen
Ikki við: Ari Ó. Ellingsgaard
(leikbann, 4 gul), Karl
Løkin (leikbann, 4 gul),
Gundur E.Petersen (sjúka),
Jóhan Petersen (skaddur,
óvist), Poul N. Mikkelsen
(knæið, langtíðarskaddur),
Henry Heinesen (ryggurin,
langtíðarskaddur)
Nýggir: Hans Jákup Lervig og
Milan Svojic (leigaðir út ÍF), Alex
José dos Santos (byrjaður aftur)
LIÐ TÍÐINDI
B36
ÍF
HB
AB
EB/STREYMUR
ÍTRÓTTUR
Upptakt 16. umfar:
Tað verða fýra dystir rundan um ólavsøkuna, men aftur í
ár er ongin fótbóltur ólavsøkudag. Á pappírinum er stóri
dysturin ólavsøkuaftan í Gundadali millum B36 og Víking
STÓRDYSTUR
Á ÓLAVSØKU