hósdagur 25. juli 2019síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. JULI 2019
SOSIALURIN 85
29
Midtjyllandi. Hartil eru spælar
ar sum Rógvi Poulsen og Bárður
Olsen tøkir aftur, eftir at hava
sitið uttanfyri undan summar
steðginum.
Gestirnir eru uttan fleiri
l a n g t í ð a rs ka d d a r
spælarar.
Størsta
vónin er at Arnbjørn
Hansen verður førur
fyri at spæla. Við
einum sigri kann EB/
Streymur slítað seg
leyst av botnstríðnum.
Nýggir í hópinum eru
Ragnar Samuelsen og
Sveinur Lava Olsen, ið eru
útleigaðir frá B36.
Argjamenn taptu líknandi
dyst í fjør á ólavsøku, tá
Suðuroyarliðið vitjaði. Tað
endaði við heili 4-0 sigri til
gestirnar.
Tí verður lykilin hjá heima
liðnum, at fáa spenningin at
sita rætt. Liðið er eitt ár eldri og
hevur fingið tilgongd av rímiliga
royndum spælarum seinasta
árið.
SOSIALURIN TIPPAR: 2-1
B36-Víkingur
(Beinleiðis á FM1)
Sunnudagin klokkan 18.00
DÓMARI: DAGFINN FORNÁ
Hetta er stóri ólavsøkudysturin
á hesum sinni. B36 og Víkingur
dystast saman við KÍ, NSÍ og
HB um FM og pláss í Evropa til
komandi kappingarár. Árstals
felagið rennur eitt sindur aftaná
og hevur tveir dystir í Evropa í
beininum. Hinvegin, so hevur
Víkingur havt frí í alt summar.
Tað er fyrstu ferð í fleiri ár. Nú
er spurningurin, um tað er ein
fyrimunur ella ein vansi til ein
ólavsøkudyst.
Heimaliðið hevur tað mangan
torført móti Víkingi, sum er
kropsliga væl fyri. B36 hevði
eisini trupulleikar av Crusaders,
ið eisini spældi kropsligan fótbólt.
Svarið hjá B36 er at spæla
bóltin skjótt og gott. Tað prógv
aðu teir eisini í dystinum móti
Crusaders, tá teir í seinna
hálvleiki av seinna dystinum
svaraðu aftur.
Tað er eisini ein dystur millum
tveir ymiskar spælistílar, har
B36 helst skal skora, meðan teir
eru omaná. Víkingur tykist ikki
hava brúk fyri viðrák, fyri at
skora.
Sølvi Vatnhamar hevur brotið
armin og spælir ikki aftur fyrr
enn um tvær vikur vikur. Hetta
tíðarskeiðið skal Víkingur spæla
móti B36, NSÍ og møguliga KÍ.
- Ja, eg gangi við brotum armi.
Eg breyt hann á Argjum í sein
astu minuttunum av dystinum
móti AB. Brotið er lítið, men í
einum keðiligum stað. Eg skal
sita uttanfyri í seks til sjey vikur,
so tað eru umleiða tríggjar vikur
eftir, segði Sølvi Vatnhamar við
in.fo fyrr í vikuni.
SOSIALURIN TIPPAR 1-1
Ikki við: Søren B. Nielsen (givin),
Edvin Jakobsen (knæið, óvist)
Nýggjur: Aksel B. Danielsen
Ikki við: Luc M. Jeggo (givin),
Stefan Radosavljevic (skift til
B36), Tormóður P. Djurhuus
(aftur til HB), Teitur Olsen (givin),
John Villi Leo (leikbann, 4 gul),
Regin í Lágabø (knæskaði, ógreitt
hvussu leingi)
Ivasamir: Poul Ingason
(armskaði), Aron Sørensen
(vøddaskaði)
Nýggir: Eirikur Ellendersen,
Martin Tausen, Rógvi Joensen og
Ken Fagerberg
VÍKINGUR
SKÁLA
NSÍ
Ikki við: Sølvi Vatnhamar
(albogin, 2 vikur), Hans Jákup
Lervig og Milan Svojic (leigaðir
út ÍF)
Nýggjur: Bogi Reinert-Petersen
TB
KÍ
Betri deildin menn støðan
NR.
LIÐ
D
V
J
T
MÁL
S
1.
Víkingur
15
11
2
2 35-17 (+18) 35
2.
NSÍ
14
10
2
2 36-13 (+23) 32
3.
KÍ
14
10
2
2 33-11 (+22) 32
4.
B36
14
10
1
3 23-13 (+10) 31
5.
HB
15
9
3
3 38-17 (+21) 30
6.
SKÁLA
15
6
0
9
16-19 (-3) 18
7.
TB
15
4
3
8 13-28 (-15) 15
8.
EB/Streymur 15
2
2
11 16-37 (-21) 8
9.
ÍF
14
1
2
11 10-34 (-24) 5
10.
AB
15
1
1
13 14-45 (-31) 4
Betri deildin menn 16. umfar:
SUNNUDAGIN:
KÍ – NSÍ (15.00) BEINLEIÐIS Á FM1
TB – HB (15.00)
VÍKINGUR – B36 (15.00)
ÍF – SKÁLA (15.00)
EB/STREYMUR – AB (15.00)
Fýra dystir
Seinastu árini hevur
heimasíðan hjá
Fótbóltssambandinum
havt tipping, har trý
miðlafólk hava tippað um
komandi umfar. Í ár hevur
Sosialurin yvirtikið hendan
leistin. Sostatt verður tað í
Sosialinum, at tú kanst lesa
um tippingarnar. Fyribils
verður talan um at seta
1, X ella 2 við hvønn dyst.
Eftir hvørt umfar verður
stigatalvan gjørd upp, har
tippararnir fáa eitt stig fyri
rætta tipping.
Tippararnir eru teir somu
sum vóru á heimasíðuni
hjá Fótbóltssambandinum.
Teir eru Leivur Frederiksen,
ítróttarredaktørur í
Kringvarpinum, Jákup Ósá,
ítróttarskrivari á bolt.fo og
Norðlýsinum, og undirritaði,
Tróndur Arge.
Tipping:
Tipping 16. umfar:
LEIVUR FREDERIKSEN:
HB-TB 1
SKÁLA-ÍF 1
AB-EB/STREYMUR 1
B36-VÍKINGUR X
KÍ-NSÍ (ÚTSETUR)
JÁKUP ÓSÁ:
HB-TB 1
SKÁLA-ÍF 1
AB-EB/STREYMUR X
B36-VÍKINGUR 2
KÍ-NSÍ (ÚTSETUR)
TRÓNDUR ARGE:
HB-TB 1
SKÁLA-ÍF 1
AB-EB/STREYMUR 1
B36-VÍKINGUR 1
KÍ-NSÍ (ÚTSETUR)
STIGATALVAN:
1.
LEIVUR FREDERIKSEN
50 STIG
2.
JÁKUP ÓSÁ
48 STIG
3.
TRÓNDUR ARGE
46 STIG