Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-25, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juli 2019síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. JULI 2019 SOSIALURIN 85 30 TRÓNDUR ARGE - GUNDADALUR HB og norðurírska Linfield spældu javnleik 2-2 í fyrru upp­gerðini í 2. umfari í undan­ kappingini til bólkaspælið í Europa League. HB var aftanfyri 2-1, tá fimm minuttir vóru eftir, men skuldi havt vunnið dystin í yvirtíðini, tá Dan í Soylu fekk dagsins størsta møguleika. Lin­ field er nú omaná undan retur­ dystinum í Belfast, tí liðið hevur skorað tvey mál á útivølli. Bæði Heimir Guðjónsson, venjari hjá HB, og David Healy, venjari hjá Linfield FC, eru á einum máli um, at hetta er ein jøvn uppgerð, har HB kundi havt fing­ið meiri burturúr hesaferð. Søga og milliónir Upptaktin til dystin er merkt av søguni millum føroysk og norðurírsk feløg í Evropa. Hetta er fimtu ferð, at Linfield FC spælir móti føroyskari mót­ støðu. Hvørja ferð hava norður­ ír­ar­nir vunnið samanlagt. Samanlagt eru norðurírsk feløg komin víðari seks ferðir av seks móti føroyskum feløgum. Hin­ar báðar uppgerðirnar hava verið í ár, har NSÍ og B36 hava tapt fyri Ballymena og Cru­sad­ ers FC. HB hevur longu vunnið sær áleið seks milliónir krónur í Ev­ ropa-pengum, eftir at felagið í fjør vann FM. Men tað merkist eisi­ni, at hetta er ein uppgerð um tvær milliónir krónur. Vinnarin møtir helst meistara­liðnum úr Monte­negro. So seint sum í fjør hev­ur før­ oyskt felag vunn­ið sam­an­lagdan sigur á liði út Monte­negro. Tað var B36, sum vann á Titograd. Tí hevði eitt ævintýr í Evropa kunna givið yvir fýra milliónir aftur­at til HB. Heimir Guðjónsson hevur Bartal Wardum, Adrian Justinus­ sen og Ara M. Olsen tøkar til dyst­in, meðan sagt verður, at René Shaki Joensen kann spæla, men kemur ongantíð inn. Brynj­ ar Hlødversson er saman við Adrian Justinussen og Ari M. Ol­sen nýggir á liðnum hendan dagin. Ófyrigeviligt Dýrasta løtan kemur longu í fyrsta minuttinum, tá Linfield skorar til 1-0. HB tveitir bóltin vekk tvær ferðir. Tað endar við, at høgri bakkurin leggur bóltin inn­fyri, har Andy Waterworth við handaru stong ótarnaður kann seta fótin á bóltin. Slíkt hevur føroyskur fótbóltur ikki ráð til í Evropa! -Vit tosaðu um tað áðrenn dystin. Vit sóu tað við B36, sum fær tvey mál ímóti tíðliga í dysti­num móti Crusaders, sigur Heim­ir Guðjónsson. HB ger alt fyri at venda upp­ gerð­ini restina av dystinum. Spæl­ið í fyrra hálvleiki er til tíðir avbera gott. HB kemur til fleiri møgu­leik­ar, men antin stend­ur málverjin ella stong­in í vegin. HB leggur nógv fyri í deyð­ bóltum, har Hørður Ask­ ham er ein lyklaspælari. Tað er eisini stóri og sterki mið­verjin, ið verður rendur um­koll, tá dóm­arin peikar á brots­sparks­blettin. Hørður Askham hevur tik­ið seg nógv fram seinastu vikur­nar og spældi eisini væl móti HJK Helsinki. Hóast mótmæli frá norður­ írska bonkinum, so um­setur Adrian Justinussern brots­ sparkið til mál. Meiri javnt í seinna hálvleiki HB hevur fult tamarhald á spælin­um í fyrra hálvleiki, men sum klokkan gongur í seinna hálv­leiki, tykist tað sum at Lin­ field fær fatur á dystinum. Nú er talan um ein javnan dyst, har gestirnir eisini hótta. HB hevur tó fram­vegis størru mál­møgu­leikarnar, har serliga Hørð­ur Askham skuldi havt stútað eitt horna í mál. So hvørt sum klokkan gongur tykist HB-legan fyrireika seg upp á ein 1-1 javnleik, men brád­ liga vil dómarin tað øðrvísi. Inn­skifti Shayne Lavery tveitir seg í brotsteiginum, meðan lið­ felagi roynir at skjóta innfyri. Bólt­urin fer út um baklinjuna, men ungverski dómarin, Ádám Farkas, letur seg lumpa av Shayne Lavery og bríkslar fyri brots­sparki. Andy Waterworth takkar fyri gávuna og skorar til 2-1. Tú mást ikki geva upp Tað má verða niðurstøðan í eftir dystin í Gundadali, tí tað restaði bara tveir minuttir eftir av vanligari leiktíð, tá Linfield kemur á odda, men HB burdi vunnið. Tað byrjar minuttin eftir, tá Lasse Andersen spælir Símun Samuelsen leysan í vinstru. Hann stútar bóltin innfyri til innskifta Pætur Petersen, ið skorar til 2-2. HB heldur fram at trýsta og kemur til ein risa møguleika, tá Ari M. Olsen frá baklinjuni í vinstru leggur ein framúr bólt til Dan í Soylu, sum bara skal skjóta hann í málið. Ólukkutíð, so rakar hann beint á málverjan. Tað kundi verið so nógv betri, men tað kundi eisini verið væl verri. Heimir argur – og glaður -Eg haldi at vit reistu okkum og rættu bringuna fram. Vit spæla væl, skapa fleiri málmøguleikar og skuldu havt skorað fleiri mál. Í seinna hálvleiki blíva vit eitt sindur troyttir og eru ikki eins væl skipaðir. Samanlgt skapa vit nokk av møguleikum til at vinna, men tað gjørdu vit so ikki. Nú mugu vit til Norðurírlands at leypa á, sigur Heimir Guð­jóns­son, ið var vitni til narkar hend­inga­ríkar minuttir í endanum av dysti­ num. -Hetta er tí tú ert í fót­bólti­ num. Her eru allar kenslunar við. Satt at siga, so minnist eg ikki alt, tí tað hendir so nógv upp á so stutta tíð. Men tað vís­ ur styrki, at vit halda fram eftir seinna málið hjá teimum og javna – umframt at vit kundu havt vunnið, sigur Heimir Guð­ jóns­son, ið enn trýr upp á víðari lut­tøku. -Tað er altíð torførari at spæla á úti­vølli, men við støði í hesum dysti­num, so haldi eg at vit hava ein møguleika. Tað krevur at vit spæla ein góðan dyst og leypa á, sigur Heimir Guðjónsson TRONDUR@SOSIALURIN.FO Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... HEIMIR: NÚ MUGU VIT LEYPA Á -Eg haldi at vit reistu okkum og rættu bringuna fram. Vit spæla væl, skapa fleiri málmøguleikar og skuldi havt skorað fleiri mál. Í seinna hálvleiki blíva vit eitt sindur troyttir og eru ikki eins væl skipaðir. Samanlgt skapa vit nokk av møguleikum til at vinna, men tað gjørdu vit so ikki. Nú mugu vit til Norðurírlands at leypa á. HB gjørdi eitt ófyrigeviligt mistak í fyrsta minuttinum, meðan dómarin mundi kostað HB uppgerðina. Tað endaði við javnleiki 2-2, men HB kundi og skuldi havt stjolið sigurin HB GLOYMDI AT STJALA SIGURIN Europa League - HB-Linfield 2-2: