mikudagur 31. juli 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. juli 2019 · Nr. 86
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Frants Jensen
– Tað gongur væl, og
tað er nógv spennandi á
skránni, sigur Margareth
Djurhuus, ið er partur
av føroysku TeenStreet-
leiðsluni.
Í ár eru 251 føroyskir
tannáringar
á
leguni,
meðan restin eru leiðarar,
hjálparfólk og børn hjá
leiðarum. Tilsamans eru
3.700 fólk á leguni úr
nógvum av londunum í
Evropa.
– Ongantíð áður hava
so nógvir føroyskir tann
áringar verið á Teen
Street. Men okkurt av
hinum árunum hava tað
tó verið fleiri føroysk
hjálparfólk, sigur Mar
gareth Djurhuus.
Tað eru flest týskir
ungdómar á leguni, um
leið 1100 tilsamans. Hol
lendingar
eru
millum
500-600. Føroyingar eru
á triðja plássi við 370 lut
takarum.
– Í mun til fólkatalið,
so hava vit nógv størst
umboðan,
sigur
Mar
gareth Djurhuus.
Fyrstu ferð føroyingar
vóru á TeenStreet var
í 1993. Tá vóru bara
nakrir fáir føroyingar.
Síðani er talið vaksið, og
síðstu árini hava næst
an 400 luttakarar ver
ið úr Føroyum. Í fjør
vóru 414 føroyingar til
samans á leguni, og tað
er tað hægsta talið av før
oyingum, ið hava verið á
leguni.
Nógvur hiti
Tveir teir fyrstu dagarnar
var sera heitt í Týsklandi,
og tað var ikki so lætt hjá
øllum føroyingunum.
– Tað vóru 38 til 40
hitastig. Tað vóru ikki
allir
føroyingarnir,
ið
høvdu drukkið nóg nógv
av vatni, og onkur svím
aði ella fekk aðrar trupul
leikar, men nú gongur
væl. Vit minna tey alla
tíðina á at drekka og eta
chips, so tey eisini fáa
salt. Eftir tveimum døg
um kom regn og toran
gekk, og síðani tá hevur
ikki verið so heitt, sigur
Margareth Djurhuus.
Umleið helvtin av før
oyingunum
flugu
við
Atlantic Airways suður
til Strasbourg og koyr
du haðani til leguna í
Offenburg. Teir flestu
av hinum føroyingunum
flugu til Danmarkar og
koyrdu so við bussi til
Suðurtýsklands.
Legan er í eina viku
og endar fríggjakvøldið.
Flestu av føroyingunum
verða heima aftur leygar
dagin.
370 FØR
OYINGAR Á
TEENSTREET
Í løtuni er 370 føroyingar
á stórari legu í Offenburg í
Týsklandi. TeenStreet er lega
fyri tannáringar, og teir mongu
føroyingarnir í Týsklandi hugna
sær óført í nógva hitanum
Føroyingarnir hugna sær á leguni. Her við flogbólti á sandinum
Stig Elttør
Frants Jensen
– Á TeenStreet í fjør
savnaðu vit pengar inn
við at renna stuðuls
renning. Eg rann 23 kilo
metrar og varð nummar
trý av øllum, sigur Dánjal
Vestergaard.
Vegna
avrikið
varð
hann valdur út saman
við nøkrum fáum øðrum
at sleppa at síggja eina
flóttafólkalegu, og hvat
innsavnaði
peningurin
varð nýttir til. Áðrenn
hann fór á TeenStreet í
ár, fór hann tí saman við
Ranvá Hansen úr Klaks
vík, sum eisini varð vald
út, og ungum úr øðrum
londum,
sum
vórðu
vald út, og vitjaðu eina
flóttafólkalegu í Grikka
landi. Onkur annar, sum
teknaði seg til túrin, var
eisini við.
– Tað var hjartanem
andi at síggja, og eg lærdi
sera nógv. Eg sá, at pen
ingurin
veruliga
varð
nýttur til tað, sum vit
runnu fyri, sigur Dánjal
Vestergaard.
Spældu við børnini
í flóttafólkaleguni
Talan var um eina flótta
fólkalegu, har fólk úr
Afganistan
búðu.
Til
samans vóru tey um 1500
fólk. Hesi dugdu ikki
enskt, og tí var teknmál
nýtt fyri at tosa við tey.
Okkurt varð eisini tulkað.
– Vit spældu við børn
ini. Millum annað spældu
vit fótbólt. Vit góvu teim
um eisini skógvar. Tað
vóru tó ikki nýggir skógv
ar. Tey svóvu í vánaligum
tjøldum, og tey sóu ikki
út til at hava tað so gott,
sigur Dánjal Vestergaard.
Fólkini í flóttafólka
leguni fáa eisini hjálp á
annan hátt, millum ann
að við at tey fáa skúla
amboð og eitt sindur av
skúlagongd.
Vitjaðu flóttafólkalegu í Grikkalandi
Í fjør savnaði TeenStreet pengar inn til hjálpararbeiði millum flóttafólk í Grikkalandi.
15 ára gamli Dánjal Vestergaard úr Saltangará var og vitjaði á eina flóttafólkalegu og
sá við egnum eygum, at pengarnir verða brúktir til tað, sum teir eru savnaðir inn til