mikudagur 31. juli 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. juli 2019 · Nr. 86
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TAÐ ER RÚMLIGARI AT
BÚGVA Í FØROYUM OG
VIRÐINI ERU BETUR BÝTT
Tað staðfesti Aksel
V. Johannesen, løg
maður og sam
gonguleiðari, tá ið
hann seinnapartin
ólavsøkudag helt
sína seinastu
ólavsøkurøðu í
hesum valskeiðnum.
Árni Gregersen
Sambært stýrisskipanarlógini,
so skal løgmaður ó ólavsøku
greiða tinginum frá støðuni í
landinum og boða frá, hvørjar
ætlanir samgongan hevur fyri
komandi árið.
Av tí, at løgtingsval verður
31. august, so bar tað sjálvandi
ikki løgmanni til at siga tingin
um, hvat ein samgonga ætlar
sær at gera komandi árið, tí enn
kennir ongin, hvussu tingið
verður sett saman eftir eitt val
og hvør samgongan verður.
Tí brúkti løgmaður so at
siga alla røðuna til at taka
saman um tað, sum er hent
hetta seinsta fýra ára skeiðið,
meðan
Javnaðarflokkurin,
tjóðveldi og Framsókn hava
rátt fyri borgum.
Væl nøgdur
Grundleggjandi var samgongu
leiðarin væl nøgdur við tað,
sum er komið burturúr, hóast
hann eisini vísti á, at fleiri mál
eru eftir at loysa.
Løgmaður segði, at tá ið
seinasta løgtingsvalæ var fyri
fýra árum síðani, tá var tað
greitt, at føroysku veljararnir
vildu hava, at ein nýggj kós var
løgd. Fyrst og fremst skuldi
kósin fáa valdið og virðini til
fólkið aftur
-Ta kósina hava vit hildið.
Virðini koma nú nógv betur
øllum føroyingum til góðar,
heldur enn at savnast á fáum
hondum.Samfelagið er vorðið
meiri tíðarhóskandi, og fólka
talið er vaksið skjótari, enn
nakar hevði torað at droymt
um, segði løgmaður.
Hann fegnaðist eisini um, at
hesaferð eru tað 1000 fólk
fleiri, sum hava valrætt , enn
tað vóru fyri fýra árum síðani..
Talið av veljarum setir met
hesa ferð.
Løgmaður vísir á, at tað eru
fleiri orsøkir til, at fólk flyta til
Føroyar heldur enn úr Føroy
um. mIllum annað er ein or
søk, at tað gongur væl í Føroy
um fíggjarlig og tað er arbeiði
til allar hendur.
Hann legði eisini dent á, at
Føroyar eru vorðnar eitt rúm
ligari
samfelag
og
nevndi
millum annað, at hjúnabands
lógin er broytt, so tvey av sama
kyni kunnu giftast.
Sjálvt um tað ikki eru so
mong av sama kyni, sum verða
gift í Føroyum, so er broytingin
í lógini eitt signal um eitt meira
opið samfelag, sum ungfólk
vilja flyta heim til, helt løg
maður.
Bústaðarneyðin
At fólkatalið veksur so skjótt,
sum ongantíð fyrr, gevur sam
felagnum nýggjar avbjóðingar.
Eftirspurningurin eftir bú
støðum er størri enn nakrantíð
og kanska serliga í miðstað
arøkinum.
Almennu Føroyar royna at
byggja nakað og sett er út í
kortið at byggja meira, men
tað almenna megnar ikki hesa
uppgávuna einsamalt. Privata
vinnan má eisini hjálpa til.
Hendan samgongsan hevur
eisini broyt skattareglurnar,
so tað betur fer at loysa seg at
leiga hús út, sum fólk kanska
eiga uttanfyri høvuðsstaðin
Løgmaður hevur eisini í
seinastuni víst á, at okkurt má
gerast, so ikki alt verður
trunkað saman í miðstaðarøk
inum. Sum er, er torført at fáa
lán at byggja nýggj hús á út
oyggj og í smærru bygdunum,
tí tað ber illa til at fáa lán frá
peningastovnunum til slíka
bygging.
Hetta mugu vit gera nakað
við, sigur løgmaður.
Í røðu síni vísti løgmaður á
fiskivinnunýskipanina,
sum
ikki virkar fult út enn, men
sum er komin væl áleiðis.
Hann vísti á skattalættan, sum
var latin lágløntum, umframt
at tað er vorðið liviligari hjá
einstøkum uppihaldarum at
búgva í Føroyum.