mikudagur 31. juli 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 31. juli 2019 · Nr. 86
Hatta var
væntandi at hann
fór at siga
Andstøðuflokkarnir vóru ikki bilsnir av
ólavsøkurøðu løgmans. Hann segði tað,
sum tey væntaðu, at hann fór at siga
Árni Gregersen
Ólavsøkurøðan bilsnaði ikki
tingfólk úr andstøðuni.
Tey kenna væl stýris
skipanarlógin og vistu, at
løgmaður ikki fór at boða
frá, hvat samgongan fer at
gera komandi árið. Hetta tí
val verður 31.august, sum
løgmaður eisini boðaði frá
beint eftir at hann hevði
hildið røðuna.
Tí vistu tingfólk, at løg
maður fór at nýta høvi at
hyggja aftureftir og ísa á
tað, sum samgongan hevur
fingið frá hondini hesi sein
astu fýra árini.
Andstøðutingfólkini
høvdu ikki selrigan hug at
gera viðmerkingar til røðna,
beint
eftir
at
løgmaður
hevði hildið hana.
Tey fegnaðust hinvegin
um, at val er útskrivað.
Valið er sett at vera 31
august, men í morgin hós
dagin er tingfundur, har
umræðan av ólavsøkurøðu
løgmans er á skránni, um
framt framløga.
Spenningur um
semja finst um
fiskidagarnar
Løgtingið hevur fingið trý uppskot
um fiskidagar til bátarnar í bólki 5b
Árni Gregersen
Bæði
landsstýrismaðurin
við fiskivinnumálum, Høgni
Hoydal, Henrik Old, ting
maður fyri Javnaðarflokkin
og
Fólkaflokkurin,
hava
borið tinginum uppskot um
loysn á fiskidagatrupulleik
unum í bólki 5b.
Uppskotið
hjá
Fólka
flokkinum er tað mest radi
kala og mælir til at geva
bólkinum 3000 dagar aftur
at restina av árinum,
Uppskotið
frá
lands
stýrismanninum er at flyta
dagar úr bólki 5a til 5b, með
an Henrik Old mælir til, at
bólkur 5b fær 1200 dagar
afturat.
Sum vi hava skilt, so er
tingið ikki sinnað at viðgera
hesi trý uppskotini, men
eydnast tað uppskotsstillar
unum at finna fram til eitt
felags uppskot, so sleppur
tað
kanska
ígjøgnum
á
komandi tingfundum.
Ein roynd at finna semju
var gjørd ólavsøkumorgun
áðrenn tingmenn fóru í
kirkju, men tá eydnaðist
ikki at finna semju, so málið
var útsett.
Bíða verður tí eftir um
ein semja finst ella um 5b
bólkurin
má
liggja
við
bryggju restina av árinum.
Vinnan er við at
gjalda vælferðina
hjá øllum
Avgjøldini frá fiski- og alivinnuni
gera, at til ber at varðveita vælferðina
í føroyska samfelagnum
Árni Gregersen
Støðan í almenna búskapinum
er ómetaliga nógv broytt, tey
fýra árini hendan samgongan
hevur sitið.
Løgmaður vísti í í ólavsøku
røðuni, at frá at hava havt hall
í fleiri fylgjandi ár, hevur
yvirskot verið í landskasanum
hesi seinastu fýra árini uppá
tilsamans 1,5 milljardir krónur.
Løgmaður veit væl at alt
hetta ikki bert kemur, tí nýggj
samgonga tók við. Viðurskifti
uttanífrá hava alstóra ávirkan
á hesi viðurskifti. Fiskaprís og
atgongd
til
kvotur
broyta
nógv, at fiskurin er aftur á
Føroya-grunnunum er eitt annað
og oljuprísurin er eitt triðja.
Størstu ávirkanina hevur
kortini prísurin á teimum fiski
og alivørum, sum vit selja.
Nýggir marknaðir við góðum
prísum ger tað meira lønsamt
at arbeiða fisk í Føroyum.
Tað sum eisini hevur broytt
rímuliga nógv er, at hendan
samgongan hevur lagt avgjøld
á fiski og alivinnuna. Hetta eru
gjøld fyri rættindi at sleppa at
veiða fiskin og at brúka før
oysku firðirnar til aling.
Tilsamans einar 300 millj
ónir eyka koma inn fyri hesi
rættindi.
Útbyggingar
Stórar útnyggingar fara eisini
fram í samfelagnum. Fleiri av
teimum byrjaðu undir farnu
samgonguni, meðan aðrar eru
settar í gongd undir hesar
samgonguni.
Nýggi miðnámsskúlin, Glasir,
er farin at virka, hóast ymiskir
snøklar enn eru eftir at finna
skil. Eykarokningarnar blivu
stórar, men skúlin virkar.
H-bygningurin
á
Lands
sjúkrahúsinum er á veg. Har
eru eisini eykarokningar, men
ikki so ógvusligar kortini, sum
á Glasi.
Tunnil millum Streymoynna
og Eysturoynna og millum
Streymoynna og Sandoynna
eru
komnir
væl
áleiðis,
umframt at farið er undir at
gera tunnil til Hvalbiar og til
Dals.
Nýggja
havrannsóknar
skipið kemur til Føroya um 14
dagar og verður so gjørt liðugt
á Skála.
Umframt hesar iløgurnar,
so hava kommunurnar nógv í
gongd við skúlum og havna
bygging.
Sum nevnt eru 3000 fleiri
fólk í Føroyum nú, enn tað
vóru fyri fýra árum síðani, so
ferð er eisini á bústaðarbygg
ing, men eins og við orkuskift
inum, so kundi hetta gingið
eitt sindur skjótari, helt løg
maður.