Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-31, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. juli 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 31. juli 2019 · Nr. 86 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Hallur av Rana Føroyska Michelin- mat­stovan KOKS skal flyta. Tað er í hvørt fall støðan í løtuni, aftaná at Yvir­frið­ingarnevndin hevur sýtt fyri at leingja undan­taksloyvið hjá mat­ stovuni fram við Gjónna við Leynavatn. Felagið Gist&Vist, ið eigur matstovuna, hevði søkt um undantaksloyvi at halda fram í økinum til eini nýggj høli vóru klár, men hesum sýtir Yvir­frið­ ing­arnevndin fyri. Í stað­ in hevur Gist&Vist fingið boð um, at virk­semið hjá KOKS í økinum skal steðga frá 1. september av. Avgerðin hjá Yvir­frið­ ing­ar­nevndini er ikki fallin í góða jørð hjá øll­ um. Millum annað hava yvir 1.000 føroyingar longu skrivað undir eitt mót­mælis­skriv á neti­ num, har heitt verður á myndug­leikarnar at lata KOKS halda fram við sínum virksemi. Óskiljandi Ein teirra, ið seinastu dagar­nar hevur undrast yvir avgerðina hjá Yvir­ frið­ingarnevndin, er Martin Restorff, stjóri í Hilton Garden Inn Faroe Islands. Tað fyrsta hann hugsaði, tá hann hoyrdi um avgerðina, var at myndug­leikarnir vóru óvitandi um hvat teir gjørdu. - Tá eg hoyrdi um av­ gerðina, ið ger at teir mugu flyta, hugsaði eg bein­an­vegin, at teir vita ikki hvat teir gera. Hetta eru ikki fólk, ið hava virðing fyri gastronomi og tí, ið KOKS ger fyri ferða­vinnuna. Fólk koma úr allari verðini fyri hesa einu upplivingina, sigur stjóri á Hilton Garden Inn og leggur afturat. - Fyri mær tykist, at tey, ið hava tikið hesa avgerðina, ikki duga at seta prís á tað megnar­ verk, ið verður gjørt á KOKS. Hann vísir eisini á, at her er talan um ferða­ fólk, ið ikki gera seg inn á náttúruna, men einans søkja eina matar­upp­liv­ ing. - Tað eru ikki túsund­ tals av fólki, ið koma at oyðileggja nakað. Her er talan um friðarlig fólk, ið søkja eina uppliving frá KOKS. Tey eru eini 20-25 gestir um dagin og tríggir bilar, ið koyra á sandinum. Tað slítur einki. Og her er talan um tey ferðafólkini, ið leggja pengar eftir sær. Tað eru tey, ið man kann missa við hesi avgerðini, sigur Martin Restorff. Ein missur fyri Føroyar Hóast nýggja Hilton Garden Inn Faroe Is­lands er í kapping við Gist&Vist samtakið, metir Martin Restorff at øll ferða­ vinnan fær ágóðan av KOKS. - Eg fái javnan fyri­ spurn­ingar um KOKS, tá eg tosi við fólk innan Hil­ton-samtakið. Tey hava jú lisið, at tað er ein tvey stjørna Michelin- mat­stova í Føroyum. So við at spenna bein fyri KOKS missa vit øll nakað. Tí síggi eg KOKS sum ein sam­starvsfelaga. Nøkur av teimum, ið koma til landið at eta á KOKS, gista hjá okkum. Og tá tey fyrst eru komin til Før­oyar, er tað ikki bara KOKS tey eta á, men royna ymiskar aðrar mat­stovur. Tí haldi eg, at tað er virkuliga synd, um KOKS má steingja, sigur Martin Restorff. At KOKS hevur tvær Michelin-stjørnur er heldur ikki nakað, ið man bara skal taka fyri givið, tí tað er skjótt at missa tær, vísir hann á. - Michelin-stjørnur er ikki nakað man bara fær, men nakað man skal arbeiða hart fyri at varðveita. Michelin vil hava nakað støðugt. Tí er ein vandi fyri, at teir missa eina ella báð­ar stjørnurnar, um teir skulu flyta til eitt nýtt stað. Tá hava vit mist tað gas­tro­ nomiska upp­liv­ing­ina, ið KOKS hevur givið okkum, meðan KOKS bara verður ein vanliga matstova sum allar aðrar, sigur hann. Havandi í huga tann miss­in, ið hetta kann blíva fyri ferðavinnuna og føroyskan gastronomi, hevur Martin Restorff eina inniliga áheitan til teir myndugleikar, ið sita við málinum. - Eg trúgvi ikki upp á, at hetta hendir. Eg vænti, at onkur myndugleiki steðg­ar hesum ella finnur eina loysn, áðrenn KOKS má steingja. Men mín áheit­an skal vera hendan. Gevið KOKS frið. Teir eru komn­ir á heimskortið við tveimum Michelin- stjørn­um, og tað er ikki bara nakað man fær fyri at gera mat. Tað er tí Poul Andrias Ziska dugir nakað heilt serligt, sigur hann. hallur@sosialurin.fo GEVIÐ KOKS FRIÐ Tá eg hoyrdi um avgerðina, ið ger at teir mugu flyta, hugsaði eg beinanvegin, at teir vita ikki hvat teir gera. Hetta eru ikki fólk, ið hava virðing fyri gastronomi og tí, ið KOKS ger fyri ferðavinnuna. Fólk koma úr allari verðini fyri hesa einu upplivingina, sigur Martin Restorff, stjóri á Hilton Garden Inn