mikudagur 31. juli 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 31. juli 2019 · Nr. 86
NØVN
Lívsjáttandi stríðsmaðurin
Elisi Poulsen (f.22.juni 1951 d. 23.juli 2019) til minnis
Hann vildi liva lívið, so leingi
hann var her. Hann bjóðaði
herviligu sjúku síni av hvønn
einasta dag. Gramdi seg ikki,
vandi hart og áhaldandi, hevði
gott mót og gjørdi vældámdu
fríggjakvøldssendingarnar
"Upp á tá", líka til lívstráðurin
slitnaði. Hann elskaði veruliga
hetta arbeiði eins og allar
hinar sendingarnar, hann
gjørdi, og sama var við flestu
lurtarunum.
Minnist, tá hann sum unglingi
kom til Sandoynna at vitja
fyrst í 70-árunum. Búði tá í
Íslandi. Øll kendu hann, og øll
vóru góð við hann. Vit búðu á
Sandi, og heimið hjá
pápasystir hansara Mariu og
Klæmint Oknadal, sálu, var
tilhald okkara í Skopun. Hetta
var ein familja við stórum
samanhaldi.Komst tú á gátt
har sunnudag seinnapartar,
var tú boðin innar í stovuna,
har Klæmunt stundum sat
sunnudagsklæddur og sang úr
Føroya Fólks Hugaligt var
tað, at alt, sum bindir
menniskju saman, sjónleikur,
tónleikur, mál og mentan,
hevði stóran áhuga hjá Elisi.
Og so ikki um at tala
lívstreytirnar hjá fólkinum
– og altíð við tí góða orðinum.
Elis visti so nógv um
íslendskan politikk og var
hugtikin av, hvat fólkið har
hevði megnað. Tað kom mær
til góðar og gav mær íblástur,
at hann var so áhugaður í
politikki og visti so nógv um
íslendsk viðurskifti. Hóast
Føroyar og Skopun vóru
hansara eitt og alt, so var
hann sera hugtikin av dirvi
íslendinga til at taka ábyrgd
av sínum landi. Hann var eitt
gott umboð fyri Ísland í
Føroyum og eitt gott umboð
fyri Føroyar í Íslandi, har
hann regluliga var at hoyra
við tíðindum úr Føroyum við
íslendskari tungu í
útvarpinum. Eisini haðani
síggjast minningarorð um Elis.
Elis møtti trúliga upp á
flokstingum
Tjóðveldisfloksins, meðan
hann orkaði, og hevði altíð
nakað beinrakið og skilagott á
hjarta. Onkuntíð stillaði hann
upp eisini. Men hjá honum
gekk flokkurin langt fram um
egin áhugamál. Mikil ogn var í
honum sum floksarbeiðara.
Elis var útbúgvin
garðyrkismaður í Hveragerði í
Íslandi, tað er ein Edens
urtagarður, ið liggur á veg út
til Bessastaðir. Har eru
víndrúur og bananir og alt,
sum grógva kann, og har hava
nógvir føroyingar vitjað.
Jonna og Elis giftust 15. aug.
1981, og sjáldan havi eg sæð
eydnusamari brúðarpar.
Jonna misti mammu sína, tá
hon var 8 ára gomul, og øll
ynsktu vit, at eyðnan nú altíð
skuldi verða henni við lið. Elis
flutti heim á Sand og bygdi
eitt vakstrarhús á Kjálkanum
á Sandi. Minnist meg rætt, fór
alt í sor í jólaódnini á sinni, og
mælt var frá at byggja
uppaftur.
Elis misti tó ikki mótið, og
ongatíð var hann ráðaleysur.
Fór nakað aftaná til arbeiðis í
útvarpinum og gjørdist ein
fólkakærur útvarpsvertur,
men alsamt búgvandi á Sandi.
Var klúgvandi, fór hann um
Skopunarfjørð hvønn dag, og
hann elskaði sítt arbeiði.
Hitti tú hann á Havnargøtum,
so var tað serliga konan og
børnini, hann tosaði um. Hann
og Jonna fingu stórar
avbjóðingar, tá dóttirin Mia
gjørdist álvarsliga sjúk av
herviligari sjúku. Við miklum
stuðli og hjálp frá
foreldrunum, eyðnaðist henni
at gerast frísk aftur.
Vit gloyma ikki
sjónvarpssendingina um Elis
og parkinsonsjúku hansara,
sum hann nevndi: Ein lúsa
fylgisveinur. Tað nam við
okkum, tá hann endaði
sendingina við at siga, at hann
hevði eitt ynski aftrat í
lívinum, og tað var at sleppa
at uppliva, at abbasonurin
Kjartan varð konfirmeraður.
Tað mundi eyðnast, tí tað
verður Kjartan helst komandi
ár.
Var Elis ein stríðsmaður, so
var Jonna ein fyrimyndarlig
kona, ið bardist alt tað, hon
var ment fyri, at Elis skuldi
hava eitt lív við meining í. Hon
stuðlaði honum í einum og
øllum. Hon megnaði at geva
manni sínum ein virðiligan
gerandisdag við meining í, og
haraftrat upplivingar. -
Ferðaðist við honum í
húsbilinum millum
oyggjarnar og millum lond, so
tey kundu fylgja við børnum,
ommu- og abbabørnum,
vinfólkum í Íslandi og í Noregi
eins og til
dansibandsfestivalar. Hon
megnaði at vera kona,
persónligur stuðul, bilførari,
røddin, tá hansara rødd
tagnaði, og at geva honum
tryggleika í tungu døgunum.
Góða Jonna, tað er so mangt,
eg kundi havt hug til at nevnt
um tøk tíni árini, meðan Elis
hevur verið sjúkur. Lat meg
enda við einum tanka, sum
mong doyggjandi hava fest á
blað um, hvat tey kundu
hugsað sær at gjørt betur, um
tey sluppu at liva umaftur.
Afturvendandi tykist at vera:
Oftari at siga við mín/mína
kærasta/u, at eg eri góð við teg
og hámeti og eri takksam/ur
fyri tín stuðul og tína hjálp. Í
so máta kundi Elis róliga
leggja eyguni saman. Frá
fyrsta degi tykkara dugdi
hann eisini at samskifta um
hesi viðurskifti, og tá røddin
tagnaði, dugdi hann við
eygunum at siga tað, ið er
týðningarmikið og miklast. Tí
Tey íð fylgjast frá vársins tíð,
og inntil grasið følnar, kenna
skulu á hvørji stund, at
kærleikin aldri kølnar, men
líðirnar grønkast hvørt
einasta ár.
(J.Dahl týddi)
Jesus veri hjá tykkum øllum.
Karin Kjølbro