mikudagur 31. juli 2019síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. juli 2019 · Nr. 86
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Frammi í Dal 166 – 410 Kollafjørður
Tlf. 47 90 00 - T-post: bst@bst.fo
W W W . B S T . F O
YRKISSKEIÐ
INNAN
LANDBÚNAÐ
Mentamálaráðið skipar í samstarvi við
Búnaðarstovuna fyri Yrkisskeiði innan
landbúnað, sum gevur rætt til at festa
landsjørð, uttan tey festi, ið hava mjólkneyt.
Undirvísingin fer fram á Búnaðarstovuni
í Kollafirði og byrjar 10. september 2019
kl. 19.00. Undirvíst verður týskvøld og
hóskvøld kl. 19.00 - 22.15.
Skeiðið verður eisini skipað sum fjarlestur
(umvegis Skype), so at tey, ið hava óhøgliga
farleið, eru til skips ella uttanlands, kunnu
fylgja undirvísingini á netinum.
Skeiðið er 220 undirvísingartímar og fatar
um 6 skeiðspartar, umframt eina skrivliga
verkætlan. Skeiðið heldur á til juni 2020.
Hvør skeiðspartur endar við próvtøku. Eisini
eru nakrar verkligar venjingar.
Skeiðið kostar kr. 3.500,-. Skeiðsgjaldið
skal vera goldið á kontu 6460-171.966.3
í BankNordik, áðrenn skeiðið byrjar.
Skeiðsluttakararnir rinda sjálvir fyri bøkur.
Búnaðarstovan skipar fyri tí praktiska í
sambandi við skeiðið. Luttakarar, ið ynskja
at melda seg til skeiðið, skulu boða frá
luttøku í seinasta lagi fríggjadagin 30. august
2019. Boðast skal frá við teldubrævi til bst@
bst.fo ella við at venda sær til skrivstovuna
á Búnaðarstovuni tlf. 47 90 00. Tá meldað
verður til, skulu navn, bústaður, teldupostur,
telefonnummar og P-tal upplýsast.
Vegna summarfrí svarar telefonin ikki frá 22.
juli til 16. august. Í hesum tíðarskeiði verða
teldupostar móttiknir, men ikki svaraðir
fyrrenn 20. august.
Fólk, sum tørva hetta skeiðið í sambandi
við ítøkiliga avtalu um festaraskifti, hava
framíhjárætt.
Alt á einum stað
Vit útinna allar uppgávur í sambandi
við eina jarðarferð frá byrjan til enda
• Kistur
• Sangir, blómur og kransar
• Sangarar (í Tórshavn)
• Ervi
• Líkflutningur til og úr Føroyum
• Líkbrenning (Kremering)
Tel. 51 17 23
www.gravarhjalp.fo
Gerðisgarður er eitt heim ætla borgarum
við demenssjúku. Á Gerðisgarði eru 7
búpláss.
Søkt verður eftir Sjúkrarøktarfrøðingi
ella Heilsurøktara til bólkaleiðara
starvið at byrja 01. sep. 2019 ella eftir
avtalu. Starvsbrøkurin er 0,7 í skiftandi
vaktum.
Førleikakrøv
• Prógv, autorisatión, upplýsingar um
starvsroyndir og viðmæli
• At tú hevur royndir innan demensøkið
• At tú er jalig og hevur lætt við at umstilla
teg
• Góð tvørfaklig samstarvsevni
• At tú brennir fyri arbeiðinum við eldri og
menniskjum við skerdum førleikum
Søkt verður somuleiðis eftir einum
Heilsurøktara ella Heilsuhjálpara at
byrja 1. sep. 2019 ella eftir avtalu.
Starvsbrøkurin 0,7 í skiftandi vaktum.
Førleikakrøv
• Prógv, upplýsingar um starvsroyndir og
viðmæli
• At tú er jalig og hevur lætt við at umstilla
teg
• At tú brennir fyri arbeiðinum við eldri og
menniskjum við skerdum førleikum
• Royndir innan demensøkið er ein
fyrimunur, men ikki eitt krav.
Vit kunnu bjóða:
• Góða upplæring
• Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum
starvsfelagum.
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála við
KAF/ Fíggjarmálaráðið og avvarðandi feløg.
Um tú ynskir at vita nærri um størvini, er
tú vælkomin at seta teg í samband við
økisleiðaran Randarsól Kristiansdóttir,
telefon 793601 ella teldupost ot@ot.fo
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvi v.m.
skal verða okkum í hendi í seinasta lagi
16.08-2019.
Umsóknin skal sendast til :
Økistænastuna í Sandoyar Sýslu, Miðgøta
8, Fo-210 Sandur ella á teldupost ot@ot.fo
Att: Randarsól Kristiansdóttir
Økistænastan í
Sandoyar Sýslu søkir
eftir bólkaleiðara og
røktarstarvsfólkið til
Sambýlið Gerðisgaarð
Andlát
Leygardagin 27. juli andaðist kona, mamma og
vermamma okkara
Kata Maria Jacobsen
Leirvík, 95 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Leirvíkar kirkju hósdagin 1.
august kl. 13.00.
Minnisgáva kann latast Leirvíkar missiónshúsi,
konta í BankNordik.
Familjurnar vegna
Petur Adrian, Ásbjørn og Óluva