mikudagur 31. juli 2019síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 31. juli 2019 · Nr. 86
um róðrunum vóru tað júst
favorittarnir, sum eisini vunnu
ólavsøkuróðurin.
Blikur vann róðurin hjá
5-mannaførum við gentum, og
Erla Kongsdóttir var suveren í
róðrinum hjá 5-mannaførum
við kvinnum.
Í 6-mannaførunum vóru Søl
mundur hjá kvinnum og Hvess
ingur hjá monnum í flokki fyri
seg í ólavsøkuróðrinum.
Snópisligur endi
Róðrarárið endaði snópisliga.
Tá ið 10-mannaførini í ársins
seinasta róðri komu á mál, helt
onkur tað vera snilt at skjóta
fýrverk fyri vinnandi bátinum
Orminum Langa.
Tá vóru hinir báðir bátarnir í
róðrinum framvegis ikki komn
ir á mál, og fýrverksbrestirnir
fullu saman við skotini hjá mál
dómaranum.
Høvuðsdómarin vildi ikki
góðtaka róðurin, tí fýrverkið
kundi hava órógvað seinasta
partin av róðrinum. Tí gav hann
boð um, at umróður skuldi
verða. Tað vildi manningarnar
umborð á teimum trimum bát
unum ikki, tí tær hildu ikki, at
fýrverkið hevði órógvað róður
in ella FM úrslitið.
Hetta hevði síðani við sær,
at Róðrarsambandið strikaði
úrslitið av róðrinum, sum
annars var lagt út á almennu
úrslitasíðuna, og forkvinnan í
Róðrarsambandinum váttaði
fyri Kringvarpinum, at róðurin
hjá 10-mannaførunum á ólav
søku er strikaður.
Sambært
Kringvarpinum
hava Róðrarfelagið Knørrur
og Havnar Róðrarfelag kært
avgerðina
hjá
Róðrarsam
bandinum
og
vilja
hava
ólavsøkuróðurin viðurkendan.
Fyri róðurin var greitt, at
Ormurin Langi var føroya
meistari.
KAPPRÓÐUR
FM støðan 2019
Barnaróður gentur
1. Ingibjørg 41 stig
2. Hulda 39 stig
3. Rókurin 27 stig
Barnaróður dreingir
1. Fípan Fagra 42 stig
2. Knúkur 33 stig
3. Fiskurin 27 stig
5-mannafør gentur
1. Blikur 49 stig
2. Drekin 40 stig
3. Frúgvin 27 stig
5-mannafør dreingir
1. Royndin Fríða 42 stig
2. Heykur 41 stig
3. Karin 32 stig
5-mannafør kvinnur
1. Erla Kongsdóttir 49 stig
2. Havfrúgvin 36 stig
3. Svanur 33 stig
6-mannafør kvinnur
1. Sølmundur 48 stig
2. Fortuna 40 stig
3. Smyril 38 stig
6-mannafør menn
1. Hvessingur 49 stig
2. Gongurólvur 38 stig
3. Herningur 31 stig
8-mannafør
1. Argjabáturin 46 stig
2. Nevið Reyða 45 stig
3. Sjóriddarin 19 stig
10-mannafør
1. Ormurin Langi 42 stig
2. Suðuroyingur 35 stig
3. Havnarbáturin 31 stig
(Úrslitið av róðrinum á ólavsøku
var strikað)
Ormurin Langi við fýrverki í
baksýninum. Høvuðsdómarin kolldømdi
róðurin, tí hann helt, at fýrverkið kundi
hava ávirkað endaspurtin í róðrinum
Mynd: Jens Kristian Vang