mikudagur 31. juli 2019síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. juli 2019 · Nr. 86
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Tilsamans ellivu mál vórðu
skoraði í teimum fýra dystinum
í 16. umfari í Betri Deildini hjá
monnum, sum blivu spældir
um ólavsøkuna. Fimti dysturin
í 16. umfari, sum er millum NSÍ
og KÍ, er orsaka Europa League
luttøku hjá klaksvíkingum, út
settur til 18. september.
Stóri vinnarin bleiv B36,
ið vann 2-1 á Víkingi. Skála
knúgvaði ÍF í evstu løtu,
meðan EB/Streymur javnaði
í yvirtíðini móti AB. Greiðasti
vinnarin var HB, sum vann 3-0
á TB.
HB-TB 3-0
HB valdi at framskunda dystin
á ólavsøku frá ólavsøkudag
til 27. juli, tí liðið í annaðkvøld
skal spæla móti Linfield FC
í Europa League. Dysturin
verður á Windsor Park í Belfast
í Norðurírlandi.
Heimaliðið gjørdi bara fáar
broytingar í mun til fyrra dyst
in móti Linfield, sum endaði við
javnleiki 2-2.
Ein av broytingunum var,
at Dan í Soyla aftur var við
frá byrjan. Tað var eisini kviki
sandoyingurin, ið fekk hol tá
53. minuttir vóru spældir. Und
an hesum hevði TB verið væl
við í dystinum, men tað var
heimaliðið, sum hevði flestu
málmøguleikarnar.
Seinni fekk HB brotsspark,
eftir at Símun Samuelsen bleiv
feldur.
Adrian
Justinussen
skoraði trygt. Móti dystarenda
stútaði Bartal Wardum eisini
bóltin í málið til 3-0.
HB var samanlagt betri og
vann uppiborið, men TB kundi
havt fingið mál og gjørt dystin
væl meiri spennandi, men bólt
urin vildi ikki inn.
Heldur ikki hesa ferð kom
René Shaki Joensen á vøllin.
Arbeitt verður við at fáa hann
kláran til dystin móti Linfield
FC í annaðkvøld.
Skála-ÍF 2-1
Tað stóð nógv á seinastu løtu
na, tá Skála trýsti fyri at vinna
á ÍF. Longu aftaná eitt korter
legði Pætur Dam Jacobsen
heimaliðið á odda, eftir horna
spark í høgru síðu. Stutt seinni
javnaði Dávid Langgaard fyri
gestirnar, eftir at Holgar Dur
huus rann hálvan vøllin við
bóltinum í høgru síðu.
Avgerandi málið kom fimm
minuttir fyri tíð, tá Ronni
Møller-Iversen í aðru atløgu
fekk skot á í brotsteiginum.
Skála hevur við sigrinum
enn eina ferð prógvað, at liðið
er sterkari enn tey veikastu í
deildini, men enn er langt upp
til fimm tey stóru.
Fuglfirðingar hava leitað
eftir styrki í alt summar, men
tað hevur ikki eydnast at leggja
nakran profil afturat hópinum.
AB-EB/Streymur 1-1
Tað var rokaligt eftir dystar
enda á Argjum. EB/Streymur
javnaði í evstu løtu eftir um
strítt brotsspark, ið varð bríksl
að hóast bóltin ikki var nær við.
Tað byrjaði annars væl hjá
argjamonnum, tá Lukas Giess
ing í sínum fyrsta dysti fyri AB
skoraði upp á beinleiðis frí
spark. Eisini her var ónøgd við
dømingina, tí argjamenn fingu
fyrst fyrimun í støðu, men eftir
at málverjin bjargaði fingu
argjamenn fríspark.
AB hevði munin í fyrra
hálvleiki og hevði størstu mál
møguleikarnar í einum meira
jøvnum seinna hálvleiki. Tað
byrjaði at blíva rokaligt, tá inn
skifti Magnus Janskor fekk
beinleiðis reytt kort, tá hann
tveitti seg í eina alt ov vanda
mikla takling.
Við tíggju monnum megn
aðu gestirnir at koma til nakrar
vandamiklar støður,
men tað skuldi eitt
umstrítt
brots
spark til, áðrenn
málið
kom.
Bólturin skuldi
sendast inn
fyri, men fór
væl uppum
spælararnar.
Inni í brots
t e i g i n u m
fór
Rógvi
E.
Niel
sen
umkoll
og
dómarin
bríkslaði
fyri
b r o tss p a r k i .
Rógvi E. Nielsen
brendi
í
fyrstu
atløgu, men setti
returin í netið til 1-1.
Eitt týdningarmikið
stig
hjá
sunda
lagsmonnum,
sum
halda
frástøðuna niður til AB og ÍF.
B36-Víkingur 2-1
Stóri vinnarin á ólavsøku bleiv
B36, ið vann 2-1 á oddaliðnum
Víkingi. Heimaliði var omaná í
fyrra hálvleiki og kom á odda
tá 42 minuttir vóru spældir.
Árni Frederiksberg eigur málið,
men frísparkið verður líka av
rættað av Atla Gregersen. Tað
er noterað sum sjálvmál á
dómaraseðlinum, men tað ilt
at fáa eyga á hví so skal verða?
Við hetta lag, so verða tað nógv
sjálvmál!
Víkingur svaraði aftur og
skoraði í yvirtíðini í fyrra hálv
leiki. Avgerandi løtan kom
12 minuttir fyri tíð, tá Alex
Mellemgaard stútaði bóltin í
mál eftir fríspark úr áleið somu
støðu, sum Árni Frederiksberg
skoraði upp á í fyrra hálvleiki.
Sigurin merkir, at tað er
tætt og spennandi í oddinum
í føroyskum fótbólti nú seinna
hálva er farin í gongd.
trondur@sosialurin.fo
FÓTBÓLTUR
Tað var spenningur í trimum av teimum fýra
ólavsøkudystunum, sum vóri leygardagin og sunnudagin.
Stóri vinnarin bleiv B36, ið vann á oddaliðnum Víkingi
16. umfar:
B36 ER STÓRI
VINNARIN