Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. august 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. AUGUST 2019 SOSIALURIN 87 4 Vikan ið fór Sæð á Facebook: Sæð á Facebook: WeTravel fór brádliga í gjaldsteðg, og hetta rakti nógv føroysk ferðafólk. Summi ferðafólk vóru farin av landinum bert fyri at koma til gistingarhús uttan bóking. Donald Trump skal á almenna vitjan í Danmark í døgunum 2. og 3. september, og løgmaður er boðin á fund við Donald Trump, Mette Frederiksen og Kim Kielsen. Løgmaður endaði ólavsøkurøðuna við at boða frá, at løgtingsval verður 31. august, sum hann áður hevur boðað frá. Útvið 2000 fólk hava skrivað undir mótmælisskriv, ið heitir á yvirfriðingarnevndina at loyva Koks at halda áfram við virkseminum frammi við Gjónna. Húsagangur MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt trø verða í hesum døgum plantað í Tórshavnar kommunu 10.000 Sprotin: Húsagangur fíggjarligt hóttafall (so at ein missur alla ogn), gjaldtrot, skrædl fara á húsagang fara av knóranum, fara á heysin Mikudagin frættist tað, at føroyska ferðaskrivstovan WeTravel vóru farnir á húsagang. Hóast tað seinni vísti seg, at felagið var farið í gjaldsteðg heldur enn á húsagang, so batti hetta lítið hjá teimum, ið høvdu keypt ferðaseðlar og innivist gjøgnum ferðaskrivstovuna, tí felagið var ikki partur av Rejsegarantifonden, og ferðirnar vóru sostatt ikki tryggjaðar. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR Ein alin í Tjørnuvík: StakkAlin Knørrur ynskja umróðurin at verða nýggjársaftan Fríggjadagur: Fleyr til andøvsgul úr landnyrðingi, 2 - 7 m/s. Fyri tað mesta skýggjað, tám og í støðum mjørki. Møguliga sirm av og á. Hitin verður millum 13 og 16 stig, um náttina niður í 10 stig.   Sunnudagur: Strúkur í vindi úr landnyrðingi og eystri, 5 - 10 m/s. Skýggjað og fyri tað mesta turt, men um náttina møguliga regn. Hitan millum 12 og 16 stig, um náttina millum 10 og 13 stig. Leygardagur: Fleyr til andøvsgul úr landnyrðingi og eystri, 2-7 m/s. Turt og sum frálíður sól. Hitin verður millum 13 og 18 stig, um náttina millum 10 og 13 stig. 2-7 m/s 5-10 m/s Loksins fór ólavsøkan afturum í besta summarveðri. Tey, sum vóru í føroyskum klæðum noyddust at smoyggja sær úr troyggjunum undir kappróðrinum, sum annars endaði í einari gølu. Ongin vann kappróðurin á ólavsøku í 10-mannafarsróðrinum, tí tey trý 10-mannaførini ikki vildu lurta eftir skrivaraborðsdómarunum. Forstýrandi skot á landi, sum altso ikki hoyrdu heima har tey brustu, gjørdu at tveir av bátunum góvust eitt sindur ov tíðliga at rógva. Hetta hevði onga ávirkan á endaliga úrslitið, men kortini vildu dómararnir hava tær tríggjar manningarnar at rógva umaftur í nógva hitanum. Manningarnar søgdu í felag kortanei. Tað vóru tær so revsaðar fyri og ongin fekk heiðursmerki ella steyp í ár á ólavsøku. Ája! Tingið kom saman á ólavsøku sum vanligt, og løgmaður helt seinastu ólavsøkurøðuna í hesum valskeiðnum. Tingfólk umrøða røðuna í hesum døgum, men løgmaður hevur fingið eina spennandi innbjóðing. 2.september skal hann til Keypmannahavnar at hitta amerikanska forsetan, Donald Trump, sum vitjar í Keypmannahavn. Amerikanski forsetin vil sleppa at tosa við grønlendska landsstýrisformannin, Føroya løgmann og danska forsætisráðharran um Arktis. Tað undirstrikar bert einaferð enn, at Arktis er eitt øki, sum fær alsamt størri týdning á alheims politiska pallinum. Ája! Á ítróttarøkinum er landskappingin í fótbólti byrjað aftur eftir summarsteðg og luttøku í evropeisku kappingunum. Hondbólturin er meira ella minni í gongd hóast landskappingin ikki er byrjað. Tað eydnaðist at skava eina milljón saman til landsliðið hjá monnum, so vit kunnu luttaka í HM undankappingini. Svimjararnir ferðast runt í heiminum og seta met eftir met. Svimjingin er í menning, men vit mugu ikki gloyma, at í øðrum londum menna tey eisini svimjingina. Ája! Hetta vikuskiftið er aftur lagt upp til stórar veitslur – bæði regatta í Hósvík og Ovastevnu í Nólsoy. Gjøgnum summarið hava vit vant okkum við, at stórar veitslur, stevnur og festivalur, eru so at siga hvørt einasta vikuskifti. Vit kanska høvdu havt gott av onkuntíð bert at brúkt vikuskifti til hvíld – heldur enn altíð til veitslur ella aktivitetir av onkrum slag. Vit brúka orku og pening til øll hesi tiltøk. Samstundis tosa vit um strongd av ymiskum slag. Ofta verða arbeiðsplássini løgd undir at vera orsøkin, men kanska er tað hektiska frítíðin, sum er ein partur av orsøkini til strongd-trupulleikarnar. Hvør veit? Ája! Ferðavinnan mennist eisini hvønn dag. Fleiri og fleiri ferðafólk eru á veg hendan vegin, og vit stríðast fyri at fylgja við, so vit kunnu taka ímóti útlendsku gestunum. T Tað er sjálvandi ein stór avbjóðing, men vit eru á rættari leið og helst eru vit uppaftur betur fyri at taka ímóti fólki næsta ár. Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? At har vóru 370 føroyingar við á Teen Street í Offenburg í ár? 2-7 m/s