Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. august 2019síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. AUGUST 2019 SOSIALURIN 87 5 Umhugsin Nærverandi Ítøkiligur MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI hvørt vikuskifti í Sosialinum www.midflokkurin.fo MIÐFLOKKURIN CITAT Hjørtu, heldur enn lógargreinar, mugu stýra øllum almennum samskifti við borgaran (úr valskrá Miðfloksins) BRELLBITAR úr valskrá Miðfloksins • Staðfestast skal við lóg, at hjúnabandið er millum mann og kvinnu! • Lógarstaðfestast verður, at foreldrini, ikki tað almenna, hava ognarrættin til barnið. • Ovurhonds stóru bíðilistarnir í Heilsuverkinum mugu burtur, og viðgerðartrygd má ásetast við lóg. • Lóggevast má um, hvør uttanífrá hevur atgongd til skúlar og stovnar við ávirkan á børnini. • Gongd má fáast á aftur bygging av vardum bústøðum, sambýlum, bústovnum v.m. til sálarsjúk, førleikaskerd o.ø. • Vit mugu lata eftirkomarum okkara eina reinari náttúru, enn hana okkum varð givin. • Trúboðarar og fólk í manngóðum arbeiði skulu varðveita øll teirra rættindi í Føroyum. • Dupultskattingin av samhaldsfasta verður steðgað beinanvegin. • Barnakort/ familjukort verða latin barnafamiljum- at brúka til ítrótt, tónleik v.m. • Ongin skal noyðast av arbeiðsmarknaðinum vegna aldur. • Sjúklingafylgjari má lógartryggjast øllum sjúkum, ið verða send av landinum. • Psykiatrisk skaðastova verður skipað. • Fiskivinnulógin má grundleggjandi endurskoðast. • Gerontologur (eldralækni) verður settur í starv. • Avvarandi skulu hava betri fíggjarlig tilboð at verða heima at røkta og ansa teirra eldru. • Játtanirnar til Frælsið/ Kris/ ProVita/ Herbergið/ Bláakross og Heilbrigdið mugu javnan dagførast og tryggjast. • Føroysk sendistova verður sett á stovn í Ísrael. • Vinnan eigur at verða skattað av úrsliti. • Nýggir tunnlar verða beinanvegin byrjaðir norður um fjall, til Famjin og aðrar hóttar bygdir. • Skattafría grundupphæddin í fólkapensiónini verður hækkað aftur. • Sokallað kynsskifti, fosturdráp, o.l. verða ikki loyvd í Føroyum! • Føroyar mugu tryggjast á kristna grundstøðinum! PÆTUR HJALMAR EVENSSON Beinta Løwe stillar upp fyri Tjóðveldi til komandi løgtingsval. Tað boðar Tjóðveldi frá í tíð­inda­ skrivi. - Eg stilli upp fyri Tjóð­ veldi fyri at gera mun fyri vanlig fólk. Føroyar skulu vera fyri øll, og ikki bert fyri tey útvaldu. Tá má bera til at liva av einari van­ligari løn, sigur Beinta Løwe. Beinta Løwe er úr Klaks­vík, er 44 ára gomul, út­búgv­in journalistur og er undirvísari og frí­yrkis­ journalistur. Hon hevur seinastu nógvu árini ar­ beitt sum journalistur í Kringvarpinum. Tað er Norðoyar Tjóð­ veldis­felag, sum hevur stillað Beintu Løwe upp til løgtingsvalið. HALLUR AV RANA Aksel V. Johannesen, løg­ maður, ætlar sær at hitta amerikanska forsetan Donald J. Trump, tá hann 2. og 3. september er á almennari vitjan í Dan­ mark. Tað gjørdi hann greitt, aftaná at danskir miðl­ar í gjárkvøldið bóru tíð­ indini, at løgmaður og grøn­lendski lands­stýris­ for­maðurin eftir ætlan skulu hitta amerikanska for­setan, tá hann vitjar Dan­mark fyrst í august. Hetta merkir sam­ stund­is, at løgmaður velur at fara av landinum beint eftir valið, ið er vanliga tá sam­gongusamráðingar eru á skránni. Løgmaður met­ir tó, at fundurin er av so stórum týdningi, at hann fær ikki sagt nei takk. - Fundurin verður beint eftir løgtingsvalið, og tá ið so stutt er fráliðið frá val­degnum bendir alt á, at sitandi løgmaður eisini er løgmaður tann 2. og 3. sep­tember. Tað verður mett, at talan er um ein so týdningarmiklan fund, at tað ikki ber til at takka nei. Og uttan mun til valúrslitið, so røk­ir sit­ andi løgmaður em­bæt­ ið til ein møgulig nýggj sam­gonga er skipað og nýggjur løgmaður vald­ ur, skrivar løgmaður í frá­boðan í kvøld. Í fráboðanini vísir løg­maður eisini á, at hann fer at royna at fáa handils­viðurskiftini millum Føroya og USA á skrán­na fyri fundin. - Sum skilst verður yvir­skipaða evnið á fundi­num verður støðan í arktis. Fær løgmaður møgu­leikan, ætlar hann eisini at viðgera handils­ viðurskiftini millum Føroyar og USA. Málið er at fáa betri handils­ viður­skifti í lag. Talan er um ein fund, har stjórn­ ar­leiðararnir í  ríkis­ felags­skapinum Mette Frederiksen, Kim Kielsen og Aksel V. Johannesen saman hitta amerikanska for­set­an Donald Trump, ljóðar kunningin frá løg­ manni. LØGMAÐUR: Tað ber ikki til at takka nei til fund við Trump - Uttan mun til valúrslitið, so røkir sitandi løgmaður embætið til ein møgulig nýggj samgonga er skipað og nýggjur løgmaður valdur, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður Roynd tíðindakvinna ætlar sær í løgtingið Beinta Løwe, sum hevur arbeitt í Kringvarpinum í fleiri ár, stillar nú upp fyri Tjóðveldi