Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. august 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. AUGUST 2019 SOSIALURIN 87 6 - Eg havi vant meg við, at tað eru so nógv fólk, ið fylgja við mínum lívi. Tað er so mikið vanligt, at eg hevði hildið tað verið ræðuliga løgið, um fólk góvust at fylgja við tí, ið eg fáist við. Eg eri tann eg eri og geri einki, ið man ikki átti at gjørt. Tað sigur Teitur Skoubo, sum í farna mánað gjørdist fyrsti føroyingurin í vann donsku reality- sendingina Paradise Hotel. Nú ynskir hann at liva av teimum møguleikum, ið sigurin gevur honum HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO 2 3 ára gamli føroyingurin Teitur Skoubo skrivaði danska sjónvarpssøgu mið­skeiðis í juli, tá hann gjørdist fyrsti útlendingurin, ið vann donsku reality-sendingina Paradise Hotel. Tað hendi, aftaná at tað eydn­ að­ist honum og makkaranum Anne Plejdrup at vinna finaluna. Tá hon varð avgreidd fingu tey bæði eina síðstu roynd, ið skuldi stað­festa, um tey saman býttu eina hálva millión millum sín ella um annar teirra tók eina minni pen­ingaupphædd sjálvur. Tað bleiv gjørt við, at tey fingu hvør sína kúlu í hondina og skuldu síðan nærkast hvørjum øðrum so líðandi. Um tey møttust á miðjuni fingu tey tí hálvu milliónina at býta sínámillum, men um ann­ar slapp kúluna áðrenn, fekk við­ kom­andi ta upphædd, ið tey vóru komin á tá. Tá avtornaði valdi ungi hoyvík­ ing­urin at svíkja makkaran og kast­aði kúluna tá tey vóru komin upp á 300.000 krónur. Sostatt kundi hann kalla seg einsamallan vinnara av sesong 15 av Paradise Hotel og 300.000 krónur ríkari. Partur av spælinum Tað er eitt satt nervaspæl, tá tveir persónar standa soleiðis yvirav hvørj­um øðrum og eru einans nøkur sekund frá at antin vinna fleiri hundraðtúsund krónur ella missa teir til ein annan. Lykilin til sigurin hjá Teitur Skoubo var, at hann hevði gjørt sær greitt framm­anundan, at hann vildi hava pengarnar sjálvur og nær hann fór at sleppa kúluni. - Eg hevði lovað mær sjálvum áðrenn, at eg fór at sleppa kúluni, tá vit komu upp á 300.000 krónur, tí eg visti at Anne fór at gera tað. Hon er akkurát sum eg. Hon var inni har fyri at spæla spælið, sigur Teit­ur avgjørdur á máli. Og hóast tað kundi virka ísa­ kalt av føroyinginum at svíkja Anne Plejdrup, tá tey einans vóru nakrar fáa minuttir frá tí hálvu milliónini og felags sigrinum, gjørd­ist tað skjótt greitt, at hon gekk við somu tankum. - Hon hevur aldrin dult tað, at hon ætlaði at sleppa kúluni, tá vit komu upp á 400.000 krónur. Hon var bara sannførd um, at eg ætl­aði at ganga allan vegin og býta peng­ ar­nar við henni, sigur hann. Sigur við avleiðingum Í dag smakkar sigurin tó eitt sindur beiskur hjá unga hoyvíkinginum. Tað fall nevniliga ikki í góða jørð hjá Anne, at Teitur snýtti hana og endaði tað við, at tey ikki tosaðu við hvønn annan í fleiri mánaðir. - Hon bleiv óvinur við meg og tos­aðu ikki við meg í einar tríggjar mánaðir. Hon hevði eitt sindur ringt við at góðtaka, at eg fór av­ stað við øllum pengunum, men hon hevði sjálv ætla at gjørt tað sama, so eg skilti ikki heilt, hví hon var so ill. Men sjálvandi, tá man er so nær við at vinna pengarnar, so verður man nokk argur av at missa teir í síðstu løtuni, sigur Teit­ur Skoubo. Tað er tó prógva fer eftir fer, at tíðin lekir tey flestu sár, og so var eisini í hesum føri. Eftir nakrar mánaðir byrjaðu tey bæði at tosa saman aftur og eru tey í dag bestu vinir. - So eg hevði ynskt, at vit kundu býtt pengarnar millum okkum, tí í dag eru vit góð vinfólk. Men tað var ikki ein møguleiki tá. Men tað var kortini løgið at hyggja eftir finaluni, tí nú eru vit bestu vinir og síggjast hvønn dag, sigur Teitur Skoubo. Spurdur um tað er nakað annað, hann hevur gjørt í sendingini, ið hann angrar aftaná at hava sæð sendingina, er hann avgjørdur. - Eg angri einki. Eg eri akkurát, sum eg eri. Eg goymi einki burtur og pakki einki inn. Alt, sum eg havi gjørt í mínum lívi, er orsøkin til, at eg eri, har eg eri í dag. Tikin á bóli Tað eru tvær vikur síðan, at hyggj­ arar kundu síggja Teitur Skoubo fara avstað við teimum 300.000 krón­unum og fleiri mánaðir síð­ an, at sendingin bleiv tikin upp í einum hotellið í Meksiko. Og sjálv avgerðin at luttaka í Paradise Hotel bleiv tikin fyri meira enn ein­um ári síðan. - Ein dagin sat eg á skrivstovuni á gamla arbeiðsplássinum, tá eg sá eina lýsing um, at man kundi melda seg til Paradise Hotel. Eg havi hugt nógv eftir Paradise Hotel, og dámi tað væl. Eg eri eis­ ini tann typan, ið gangi nógv í býn­ um. Og so hugsaði eg, at tað hevði verið fínt við eitt sindur av eyka pengum á kontoini, so eg meldaði meg til sendingina, greiðir hann frá. Teitur fekk skjótt játtandi svar um, at hann var ein av teimum út­ valdu til at sleppa við í 15. sesong av donsku útgávuni av Parad­ise Hotel og í fjørsummar setti hann kós móti Meksiko, har upp­tøk­ur­ n­ar blivu gjørdar. EG ANGRI EIN PERSÓNSSØGA Teitur Skoubo: - Eg hevði lovað mær sjálvum áðrenn, at eg fór at sleppa kúluni, tá vit komu upp á 300.000 krónur, tí eg visti at Anne fór at gera tað. Hon er akkurát sum eg. Hon var inni har fyri at spæla spælið