Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. august 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. AUGUST 2019 SOSIALURIN 87 7 - Hotellið var nógv flottari enn man kann ímynda sær. Tað var óveru­ligt at vera í hesum flotta hotell­inum, ið man bara sær í sjón­varpinum. Og tað var betri enn tað, ið hyggjarin sær, tí man sær millum annað ikki allan tann deiliga matin, ið vit fingu, meðan vit vóru har, sigur Teitur Skoubo. Tað vóru tó ikki bara útvortis viðurskifti, ið Teitur bleiv bilsin av tær vikurnar, ið hann var á hotellinum. Í taktiska spælinum mill­um gestirnar í hotellinum gjørd­ist hann nevniliga meira kensluborin enn hann hevði væntað. - Reint kensluliga vóru vikurnar í Paradis Hotel øðrvísi enn eg vænt­aði. Áðrenn væntaði eg, at eg fór inn á hotellið og fór at spæla spælið ísakalt. Men har inni fann eg út av, at tað ber ikki til bara at sløkkja fyri sínum kenslum. Tað tók meg á bóli og nú skilji eg hví tey gráta í sjónvarpinum. Eg var ann­ars tann, ið plagdi at flenna, tá fólk grótu í slíkum støðum, við­ gongur Teitur Skoubo. Skúlin má víkja Við sigrinum í Paradise Hotel er Teitur Skoubo ikki einans vorðin 300.000 ríkari, men skal nú eisini venja seg við eina tilveru sum reality-stjørna í Danmark. Tað hev­ur nakrar møguleikar við NKI - Hon bleiv óvinur við meg og tosaðu ikki við meg í einar tríggjar mánaðir. Hon hevði eitt sindur ringt við at góðtaka, at eg fór avstað við øllum pengunum, men hon hevði sjálv ætla at gjørt tað sama, so eg skilti ikki heilt, hví hon var so ill. Men sjálvandi, tá man er so nær við at vinna pengarnar, so verður man nokk argur av at missa teir í síðstu løtuni Framhald á síðu 8 Teitur bleiv fyrsti føroyingurin, ið vann Paradise Hotel Mynd: Ritzau/Scanpix