hósdagur 1. august 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. AUGUST 2019
SOSIALURIN 87
8
sær, ið hann ætlar at troyta. Og
tað merkir, at aðrar ætlanir verða
útsettar.
- Ætlanin var, at eg skuldi byrja
á Copenhagen Business School
aftaná summarferiuna. Eg eri
komin inn á útbúgvingina HA
almen, men nú hendir so ræðuliga
nógv í mínum lívi. Tí havi eg valt
at útseta tað í eitt ár, greiðir hann
frá og leggur afturat, at hann ætlar
sær at fara undir eina útbúgving.
- Um tíggju ár trúgvi eg ikki,
at eg framhaldandi kann liva av
reality, so tá er tað fínt, at eg kann
liva av at vera grannskoðari og sita
í einari skrivstovu og slappa av.
Í staðin velur Teitur Skoubo
at miðsavna seg um sína tilveru
sum reality-stjørna í Danmark.
Tað merkir, at hann fer at brúka
tíðina upp á sosialur miðlar og
nýggjar sendingar.
- Í løtuni fáist eg við at gera til
far til Instagram, Youtube og at
verða við í øðrum sendingum. Eg
eri bundin av sáttmála og kann
ikki siga ov nógv um tær sending
arnar, men eg eri við í eini nýggjari
sending, ið verður send á stroym
ingtænastuni ViaFree, sigur hann.
Spurdur um tað ber til at liva
av eini slíkar tilveru, vísir hann á,
at tað higartil tykist at tað fer at
bera til.
- Vit hava fingið nógvar fylgj
arar og tað gongur heilt gott. Eg
mangli einki, svarar Teitur.
Eri tann eg eri
Tað merkist eisini aftur í gerandis
degnum hjá føroyska Paradis
Hotel vinnaranum, at hann er
vorðin eitt kent andlit í Danmark.
- Nú havi eg júst vunnið, so eg
verði steðgaður allastaðni av fólki,
ið ynskja mær tillukku. Tað eru
ræðuliga nógvar myndir, ið man
skal taka, sigur hann við einum
brosi.
Og hóast man kann gera nógv
býtt í einari sending sum Paradise
Hotel, so hava tað higartil bara
verið jaligar viðmerkingar, ið hann
hevur fingið frá fólki.
- Eg eri glaður fyri, at fólk hava
eina so jaliga uppfatan av mær.
Um tað vóru fólk, ið koma yvir til
mín at svína meg til, so hevði tað
verið nakað annað. Men øll eru
glað og positiv. Fólk sum eg ikki
kenni ynskja mær tað besta og
stuðla mær. Tað er ein fantastisk
kensla, sigur hann og leggur afturat.
- Eg havi slett ikki uppliva at
fingið nakra negativa viðmerking.
Fólk dáma meg, og tað er orsøkin
til, at eg ynski at forseta við hesum
lívinum og gera fleiri sendingar.
Og hóast tað kann vera ein stór
broyting frá at vera ein ungur,
ókendur maður úr Føroyum, til at
gerast vinnari av Paradise Hotel,
so dámar honum væl eitt lív, har
tað almenna ljósið er á honum.
- Eg havi vant meg við, at tað eru
so nógv fólk, ið fylgja við mínum
lívi. Tað er so mikið vanligt, at eg
hevði hildið tað verið ræðuliga
løgið, um fólk góvust at fylgja við
tí, ið eg fáist við. Eg eri tann eg eri
og geri einki, ið man ikki átti at
gjørt, sigur Teitur Skoubo.
Føroyar ov lítlar
Síðan hann kom aftur av hotellin
um í Meksiko hevur Teitur einans
vitja aftur í Føroyum eina ferð
og tað verður ikki enn á sinni, at
hann vendir aftur til oyggjarnar.
- Eg havi bara verið í Føroyum
eina ferð í ár og var tað í apríl
mánað. Eg eri so upptikin í løtuni,
at eg veit slett ikki nær eg fari
aftur. Í síðstu viku var eg í Belgia,
hesa vikuna skal eg filma til You
tube, so verður ein festivalur í
Týsklandi og so er ætlanin at fara
út at ferðast við Annu. Eg havi
lovað henni eina feriu og tað skal
hon eisini fáa, aftaná at eg fór av
stað við pengunum, sigur Teitur
Skoubo og leggur afturat, at hann
elskar nýggja lívsstílin.
- Øll sum hava roynt hetta her
vita, at hetta er ein dreymur. Tú liv
ur akkurát sum tú vil og tú hevur
møguleikan at gera júst sum tú vil.
Og sum vinnari av Paradise Hotel
fær man alt ókeypis, tá man fer út
í náttarlívið.
Og tað er júst náttarlívið, ella
mangul upp á náttarlív, ið er høv
uðsorsøkin til, at Teitur hevur
trupult við at ímynda sær eina
tilveru í Føroyum.
- Eg sakni nógv mína familj
una, vinir og netverkið, ið eg
hevði í Føroyum. Men sjálvar
umstøðurnar í Føroyum eru alt
ov smáar til mín. Har hendir ov
lítið. Man skal hava í huga, at
størsti náttklubbin í Føroyum er
bara opin eina ferð um vikuna.
Í Danmark er tað opið næstan
hvønn dag og frá hósdegnum til
sunnudag er alt opið. Í Føroyum
er tað ov gamaldags og strangt til
mín, sigur Teitur Skoubo.
Kortini viðgongur hann, at tá
hann sá myndir og upptøkur frá
ólavsøkuni á sosialu miðlunum,
saknaði hann tann partin av før
oyska summarinum.
- Eg valdi ikki at fara á ólavsøku
í ár, tí eg havi so nógv at gera her í
Danmark, men eg viðgangi gjarna,
at eg angraði tað rættiliga nógv, at
eg sat í Danmark meðan vinfólkini
vóru á ólavsøku. Ólavsøkan hevur
altíð verið eitt hæddarpunkt hjá
mær.
- Áðrenn væntaði eg, at eg fór inn
á hotellið og fór at spæla spælið
ísakalt. Men har inni fann eg út av,
at tað ber ikki til bara at sløkkja
fyri sínum kenslum. Tað tók meg á
bóli og nú skilji eg hví tey gráta í sjónvarpinum.
Eg var annars tann, ið plagdi at flenna, tá fólk
grótu í slíkum støðum
PERSÓNSSØGA
Í dag eru tey aftur vinir, men í fleiri mánaðir tosaðu Teitur Skoubo og Anne Plejdrup ikki við hvønn annan
Mynd: Ritzau/Scanpix
Á hotellinum fann eg út av, at tað ber ikki til bara at sløkkja fyri sínum kenslum. Tað tók meg á bóli og nú
skilji eg hví tey gráta í sjónvarpinum
Mynd: Ritzau/Scanpix