Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. august 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. AUGUST 2019 SOSIALURIN 87 9 KJAK “Tað viktigasta í verðini...” Hans Pauli Strøm “Tað viktigasta í verðini, tað er okkara heilsuverk”. Tað er í hvussu er hugsanin á før­oyska sjúk­lingahotellinum í Keyp­ manna­havn – uttan at taka nakað frá øllum hinum, ið týdn­ ing­armikið er. Var har seinnu helvt av juli. Eitt vælsignað stað, við góðari og hjartaligari umsorgan og hjálp frá starvsfólkum, bestu umstøðum og tænastum, eins og við sam­ skiftinum við sjúkrahúsini og við flutninginum, har mann skal tíðliga ella seint. Havi verið her áður, meir enn einaferð, og sami hjartagóði og professionelli stuðul. Mann kennir seg tryggan og í góðum hondum. Her er altíð fult hús. Fólk koma og fara, summi fyri styttri og onnur fyri longri tíð. Her koma fólk, ið hava stríðst eitt langt arbeiðslív, fólk í bestu árum eins og foreldur við børnum. Hvør við síni søgu. Í ríku sosialu samveruni, ið út­ foldar seg í matstovuni og felags­ rúmunum innan og uttan dura er nógv prát. Gjøgnum alt stórt og smátt gongur ein reyð­ur tráður: takksemi fyri okk­ara heilsuverk, tí tað er tað viktig­asta av øllum. Mangan verður tikið til, at fyri alt hetta gjaldi eg mín skatt við gleði – og gjarna nakrar krónur aftrat, verður tað neyðugt! Havi hetta í huga, góðu fólk og flokkar, ið nú fara í valstríð. Smæðist ikki við at geva okkara heilsuverki tað upplyfting, ið skal til, skulu vit vera á sama støði sum í grannalondunum. Okkara bestu fakfólk siga, at umframt alla ta stóru orku, vit leggja í heilsu­verkið longu í dag, skulu út móti tveyhundrað miljónum aftrat. Hvør ið so kemur at ráða næsta fýra árini, semjist so um at taka eitt stig hvørt árið fram móti hesum máli. Gott at vit hava Ríkissjúkrahúsið at dúva uppá. Best um tað bara verður í neyðstøðum, og vit kunnu klára tað mesta heima. Hava vit ráð? Øll fáa vit brúk fyri heilsuverkinum meir og minni tíðugt. Men vit hava goldið i felagskassan alt okkara fríska lív, m.a. til hetta enda­ málið. Og tey flestu okkara kunnu tíbetur fáa lekidóm og ar­beiðsførleikan aftur, takkað verið heilsuverkinum – so tað lønar seg! Gott val Havi hetta í huga, góðu fólk og flokkar, ið nú fara í valstríð. Smæðist ikki við at geva okkara heilsuverki tað upplyfting, ið skal til, skulu vit vera á sama støði sum í granna­ londunum. Fýra ting á ting Komandi valskeið kann hava avgerandi týdning fyri náms­ frøðiliga virkisøkið. Tí hevur Før­oya Pedagogfelag valt at varpa serligt ljós á fýra ting, ið vit meta hava avgjørdan týdning fyri økið.  Vælferðarlógin skal sam­ tykkj­ast. Lógarbroytingarnar og nýggj lóggáva vóru klár á tingið, áðrenn tingið fór  í  summarfrí. Før­oya Pedagogfelag heldur tað hava avgjørdan týdning fyri sosialpedagogiska økið, at hend­ an lógin kemur í gildið og lóg­ar­ verkið, ið liggur til grund fyri, at virksemið gerst dag­ført og greitt. Hetta hevur tó størst­an týdning fyri tann einstaka borg­ar­an, ið skal liva við tænastum frá tí al­ menna.  Almenn lønartalva gerast. Fleiri fakfeløg hava í fleiri um­førum gjørt semju við ar­ beiðs­gevaran um,  at hetta ar­ beiðið  skal gerast,  og krevur tað,  at politiskur vilji eisini er fyri at fáa hetta raðfest. Ein slík løn­artalva eigur at gera upp við kyns­munir á lønunum og vera nútíðar grundað.   Minimumsnormering áset­ast. Fyri dagstovnaøkið, vøggu­stovur, barnagarðar og frítíð­ar­skúlar er minstamark av starvs­fólka­ tímum til barnið ein trygd hjá børnunum fyri at fáa sínar grund­leggjandi tørvir tryggjaðar. Føroya Pedagogfelag hevur eitt uppskot klárt,  ið  kann tryggja børnunum eitt minstamark av tímum, og harvið tíð saman við vaksnum.  35 tíma arbeiðsvika sam­tykkj­ ast. Familjulív og arbeiðslív eiga at ganga hond í hond, og líkt er til, at vit í framtíðini skulu orka at arbeiða fleiri ár enn áður. Eftir­lønaraldurin er hækkaður. Tí eigur arbeiðsvikan at styttast soleiðis, at fleiri orka at arbeiða ALT arbeiðslívið. Føroya Peda­ gog­felag hevur eitt uppskot klárt, ið er eftir sama leisti sum í 1978, tá arbeiðsvikan fór úr 42 tím­um niður í 40 tímar.  Føroya Pedagogfelag ynskir øllum eitt gott val. Familjulív og arbeiðslív eiga at ganga hond í hond Varð happaður til deyðis Tordur J. Niclasen Hann var ein fitttur smádrongur. Plagdi javnan at vitja okkum. Synir okkara og hann plagdu at spæla saman. Pápin var veiðumaður og mamman arbeiddi heima. Jacob var navn hansara. Plagdi at vera við pápanum á veiðuferðum. Kláraði seg hampuliga væl, hóast hann frá barni av bar brek. Einki stórvegis, men tó soleiðis, at hann ikki, á hædd við javnaldrarnar, var førur fyri at útinna roysnisbrøgd á skí ella á vølli. Í bygdini, millum javnaldrarnar, tyktist hetta tó ikki at vera nøkur forðing fyri at hann slapp uppí og eftir førimuni var við í leiki. Í heimligum umhvørvi tyktist hann at trívast. MEN so kom vend í. Á veiðuferð doyði pápin og gjørdist hann sostatt farðir­loys­ ing­ur bert 12 ára gamal. Síggi hann og mammununa enn fyri mær - ein kaldan vetrardag, stand­andi við opna grøv og líta nið­ur á kistuna hjá pápanum. Hetta var seinastu ferð vit sóust. Tvey ár seinri kom eg aftur á leið­ina – spurdi eftir honum og fekk tá at vita, at,nakað eftir at pápin var deyður, flutti hann og mamman í aðra bygd. Skuldi har finna sær nýggjar vinir. Hann treivst ikki, slapp ikki upp í leik , varð argaður og kendi seg einsa­ mall­an og óynsktan í hesum nýggja umhvørvi. Tað bleiv ikki betri sum tíðin leið – varð støðugt happ­aður. Skúlin og tey vaksnu vóru vitandi um hetta, men eingin gav tí gætur og eingin kom honum til hjálpar. So kom seinasti dropin í glasið – og tað fleyt yvir. Bert 14 ára gamal tók hann seg av døgum – hann orkaði ikki meir! Ein sorg­ ar­leikur, sum uttan iva kundi verið fyribyrgdur, um onkur gæv honum gætur og kom honum til hjálpar. Hann varð happaður til deyðis! Happing er ikki eitt ókent fyri­ brygdi og ikki so fá munnu tey vera, sum, frá barni av, eru vorðin happað. Happing er av tí ónda! Hon súrgar tilveruna og mangan leggur hon “stein oman á byrðu”. Hon finst víða um – í heimligum umhvørvi, innan skúlans gátt, í frítíðar virksemi, í felagsskapum, á arbeiðsplássi og á skipsdekki. Happingin skerjir lívsgleðina, skap­ar ørkymlan og vónloysi. Ja, hon er, stutt sagt, av tí ónda! Tíbetri er opinleikin um happ­ ing vorðin størri tey seinru árini. Innan skúlan gátt og aðrastaðnis við er hesin ágangur umrøddur og gagnlig átøk sett í verk. Tað er at fegnast um. Eingin eigur at verða happaður – og eingin eigur at happa. Hóast ymisk, hava vit øll, frá Skaparans hond, sama virði – og eigur tí virði hins einstaka ikki at vera mett í mun til avrik, førleika ella útsjónd. Umráðandi er, at henda sótt­in, sum til tíðir kann tykjast “óskyld­ ug”, støðugt verður mótarbeidd og at styrkt verður munagott um upp­lýsandi og fyribyrgjandi átøk . Hetta er mær og Miðflokkinum eitt hjartamál og er hetta er nakað, sum komandi løgting/landstýrið eigur og skal leggja sær í geyma. Eiði 31. Juli 2019 So kom sein­ asti dropin í glasið – og tað fleyt yvir. Bert 14 ára gamal tók hann seg av døgum – hann orkaði ikki meir! Ein sorg­ar­leikur, sum uttan iva kundi verið fyri­byrgdur