Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. august 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. AUGUST 2019 SOSIALURIN 87 10 TEMA: Veðurlagspolitikkur Veðurlagspolitikkur Uppskotið til veðurlagspolitikkin fyri 2020 til 2030 skal sambært arbeiðssetninginum vera grundarlag fyri politiskari samtykt um, hvørji mál Føroyar seta sær fyri at skerja útlátið av vakstrarhúsgassum PÆTUR HJALMAR EVENSSON N ú er eitt hálvt ár til 2020, og tað tyk­ist vónleyst at røkka bjar­ skygda málinum, sum løgtingið setti í 2009. Tá samtykti Løg­ tingið einmælt Veðurlagspolitikk Før­ oya við málinum at skerja útlátið av vakstr­ ar­húsgassum við í minsta lagi 20 prosentum í 2020 í mun til útlátið í 2005. Men útlátið er nú umleið 9 prosent hægri enn í 2005, og tað er einki, sum bendir á, at hesin tendensurin fer at broytast fyribils, utt­an so at ógvuslig stig vera tikin. Veðurlagspolitikkurin endurskoðaður Nú hevur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, í øllum førum fingið handað uppskot um endurskoðaðan veð­urlagspolitikk, sum fevnir um tíðar­ skeiðið frá 2020 til 2030. Har verður mælt til, at Føroyar minka útlátið frá virksemi á landi við í minsta lagi 45 prosentum fram til 2030 í mun til útlátið í 2010. Samstundis verður sagt, at Føroyar fara beinanvegin at seta tiltøk í verk at tálma útlátið frá skipum og at fyrireika seg til, at útlátið á sjónum skal skerjast 50 pro­sent í 2050 í mun til 2008. NÝGGJA UPPSKOTIÐ T LAGS­POLITIKK FØROY STRANGARI KRØV VIÐ OLJUNÝTSLAN ER STØRSTI SYNDARIN Eingin ivi er um, at størsta avbjóð­ ingin hjá føroyingum at skerja um útlátið av vakstrarhúsgassum er at minka um oljunýtsluna. Yvir 90 prosent av samlaða útlátinum í 2017 stavaði beinleiðis frá orku­nýtsl­ uni í samfelagnum, og av hes­um umboðaðu fiskiskip heili 42 prosent av allari orkunýtsluni, sam­bært árs­ frágreiðingini hjá Umhvørvis­stov­uni fyri 2017. Umhvørvisstovan hevur áður lýst støðuna í Føroyum púra einfalt: fer sølan av olju upp, veksur útlátið av vakstrarhúsgassum – og øvut: minkar sølan av olju, so minkar útlátið. Myndin vísir býtið av útlátinum av vakstrarhúsgassi í 2017 býtt á nýtslubólkar. Fiskiskip er nógv tann størsti einstaki bólkurin. Orsøkin til, at bólkurin tyrlur og flogfør er so lítil, er, at flogførini fyri tað mesta bunkra uttanlands, og at útlátið verður talt við, har brennievnið verður keypt. (Kelda: Umhvørvisstovan) Strikumyndin vísir gongdina í samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassi í Føroyum í mun til málið, ið sett varð í 2009. Útlátið er vaksið seinastu árini og var 9 prosent hægri í 2017 enn í 2005. (Kelda: Umhvørvisstovan)