Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. august 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. AUGUST 2019 SOSIALURIN 87 11 TIL VEÐUR­ YA HEVUR Ð SÆR - Vit hava stóran tørv á pumpu­ skipanum Orkudeildin hjá Umhvørvisstovuni fegnast um góðu átøkini, men ynskir enn meira ferð á grøna orkuskiftið U mhvørvisstovan vil hava boðskapin út, at orkuskiftið til grøna orku ikki gongur so seint, sum tað annars verður rópt upp um. Men har eru samstundis nøkur ting, sum vit kunnu gera betur í Føroyum, og Umhvørvisstovan ynskir, at ferðin økist enn meira. Í hesum sambandi Orkudeildin eitt skriv út mikudagin, sum lýsir støðuna í dag. SEV hevur søkt um loyvi til pumpu­ skipanir í Vestmanna og í Suðuroy. Pumpuskipanir hava sera stóran týdning, heldur Kári Mortensen, deildarleiðari í Orku á Umhvørvisstovuni. - Vit hava øgiliga stóran tørv á at gera pumpuskipanirnar nú, bæði í Suð­ur­oynni og norðan fyri, um vit skulu kunna halda áfram at útbyggja vindorku, segði Kári Mortensen í tíðindunum á FM1 miku­dagin, tá hann var biðin um at greiða nærri frá skrivinum. Búskaparligur fyrimunur Tá talan er um pumpuskipanir og grøna orku, er eitt tað umhvørvisliga at­litið, men eitt annað er búskaparligi fyri­mun­urin. - Vit, sum arbeiða í økinum, eru samd um, at har er ein stórur búskaparligur fyri­mun­ ur at koma í gongd við hetta. Høvdu SEV, tað almenna og tað privata vera meira sam­ starvs­vinarlig, so vit kundu deilt byrð­urnar út á fleiri herðar, so høvdu vit fingið nógv skjót­ari gongd á tey stóru ting­ini, segði Kári Mort­ensen. Ikki skilagott at drála Í skrivinum vísti Orka á, at SEV fyrr í ár tók avgerð um at útseta verkætlanina í Suðuroy, tí SEV heldur hana verða ov dýra, og nú um dagarnar sigur SEV seg fara at útseta pumpuskipanina í Vestmanna til 2026, tí teir halda, at føroysku húsarhaldini eru ikki nóg skjót til at velja hitapumpur. Orkudeildin á Umhvørvisstovuni heldur tað ikki vera skilagott at bíða við at seta pumpuskipanir í verk. - Pumpuskipanir skulu gerast bein­an­veg, so grøn avlopsorka kann fáast til høldar og so rúm verður fyri enn meiri vind­orku og sólorku, stendur skrivað í greinini hjá Orku á Orkuskiftið.fo. Ein gomul ætlan Umhvørvisstovan vísir á, at Røkt longu í 2005 ætlaði at gera eina pumpuskipan í Vest­manna. - Tá var problematikkurin eitt sindur øðrvísi, tí tá vildi og kláraði SEV ikki at taka meira vindorku inn á netið. Røkt fann út av, at um teir kundu seta eina pumpuskipan upp framman fyri vindmyllurnar, so kundi mann framleiða við vindmyllum og geva tað út á netið sum vatnorku. Hevði tann skipanin staðið longu í 2005, so hevði hon nokk framleitt tað sama sum Húsahagi hevði í 15 ár, segði Kári Mortensen við FM1. Men pumpuskipanin kom so ikki av ymiskum orsøkum. Átaksøki Uppskotið til Veðurlagspolitikk Føroya 2020-2030 snýr seg um 20 tilmæli, sum tilsamans taka støði í nøkrum átaksøkjum. Vit endurgeva nøkur av tilmælunum her 1 Seta fastari karmar um veðurlagspolitikkin Mælt verður til at samtykkja lóg, ið ásetur, hvussu nógv útlátið av vakstrarhúsgassi skal minka og hvussu skjótt. Eisini at seta ein veðurlagsbólk við fakfólki, hvørs uppgáva skal vera støðugt at eftirmeta veðurlagspolitikkin, og um neyðugt mæla til tillagingar. Eisini verður lagt upp til, at tað almenna skal ganga undan við reinorkuskiftinum við at seta krøv til almennar myndugleikar um, at umhvørvisvinarligar loysnir skulu veljast í almenna geiranum, har tað ber til - millum annað tá umræður upphiting av bygningum og keyp av bilum. Eisini verður mælt til, at Føroyar sum framkomið ídnaðarland eiga at vera við til at fíggja reinorkuskiftið í menningarlondum. 2 Minka oljunýtsluna til upphiting 600 til 700 hús og bygningar um árið skulu skifta til varandi orku fram til 2030. Oljufýr skulu út og reinorka skal inn, tí forboð skal eisini setast fyri at skifta gomul oljufýr út við nýggj. Mælt verður til, at leingja frítøkuna fyri meirvirðisgjald og møguliga ikki tíðaravmarkað fyri at stimbra útbreiðsluna av hitapumpum. Tað skal eisini loysa seg fíggjarliga at bjálva, og almenna vegleðingin um orkuloysnir skal gerast óheft og ókeypis. 3 Minka oljunýtsluna til ferðslu Mælt verður til at seta forboð fyri at selja nýggjar bensin-, diesel- og hybridbilar í 2030, og tað almenna og kommunur eiga at keypa el- ella vetnis­ bilar til sítt virksemi. Eisini eigur brenni­ evni til diesel og bensinbilar at gerast dýrari. Eisini verður mælt til, at leingja frí­tøk­ ur­nar av skrásetingargjaldi, meir­virðis­ gjaldi og vektgjaldi. Bussar skulu í mest møguligan mun fram­eftir verða riknir við varandi orku­ keld­um, og møguleikin skal kannast at fáa el­ferjur at sigla millum oyggjarnar. 4 Øll elframleiðsla verður úr varandi orkukeldum Málið er, at øll elorka skal vera framleidd úr varandi orkukeldum í 2030. Vindorka, sólorka og orkugoymslur sum pumpuskipanir og battarískipanir skulu gera elframleiðsluna 100 prosent grøna í 2030. Avlopsorka frá oljuriknu elverkunum, brennistøðunum, biogassverkum og øðr­ um eigur eisini at gagnnýtast best møgu­ liga, og átøk eiga at setast í verk fyri at gagn­nýta burturkast. 5 Minka oljunýtsluna til vinnu á landi Málið er at minka oljunýtsluna til vinnu á landi. Ídnaðurin átti átta prosent av samlaða útlátinum í 2017. Lagt verður upp til betri møguleikar at skifta oljuriknu motorarnar og ar­ beiðs­maskinurnar út við vetnis- ella el­motorar. Eisini skal fokuserast upp á orku­effektivisering. 6 Minka oljunýtsluna og útlátið av ídnaðargassi hjá skipum Oljunýtslan hjá skipum og ben­ sin­nýtslan hjá flogførum skulu minkast. Mælt verður til, at Føroyar skulu fylgja teim­um samtyktum, sum IMO ger á hesum øki. Eisini verður mælt til at stimbra áhaldandi dagføring av skipaflotanum, og myndugleikarnir eiga at gera karmar fyri øðrvísi fíggingarhættum at byggja nýggj skip fyri og til at gera íløgur í orkusparandi skipanir á verandi skipum. Fyri at eggja til at skifta til onn­ur kølievni, sum ikki eru sterk vakstr­ar­hús­ gass, verður mælt til at áseta um­hvørvis­ gjald á F-gass. 7 Upplýsing, gransking og menning Mælt verður til tiltøk, sum kunnu stimbra umhvørvisvinaliga til­vitið og almenna orðaskiftið um veður­lags­ broyt­ingar. Hetta fevnir um almenna upp­lýsing og undirvísingarátøk. Samstundis verður mælt til, at aðal­ráð og stovnar gera seg tilvitað um av­leið­ing­ arnar av veðurlagsbroytingum, so vit fáa lagt upp fyri hesum í so góðari tíð sum gjørligt. Eisini eigur at verða skipað fyri, at loysnir, ið hóska til okkara viðurskifti, verða mentar. 8 Avgjald á olju og bensin Mælt verður til at seta eitt CO2-av­ gjald á allar oljuúrdráttir, ið verða nýttir til orkuendamál. Tað er gjald fyri dálking fyri at minka nýtsluna og at skunda undir at fáa brúkararnar at skifta til reinorku, har tað ber til.