hósdagur 1. august 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. AUGUST 2019
SOSIALURIN 87
12
TEMA: Veðurlagspolitikkur
Nógv av teimum málunum, ið vórðu sett í gamla
veðurlagspolitikkinum frá 2009, vórðu ikki rokkin. Uppskotið,
sum ein arbeiðsbólkur í farnu viku handaði Sirið Stenberg,
er upp á fleiri mátar meira framsøkið og víðgongt
STEINAR PATURSSON
STEINAR@SOSIALURIN.FO
S
irið Stenberg, landsstýriskvinna
í heilsu- og innlendismálum, fekk
í farnu viku handað uppskot
til nýggjan veðurlagspolitikk
fyri 2020-2030. Uppskotið, sum byggir á
veðurlagspolitikkin frá 2009, skal vera
grundarlag fyri politiskari samtykt, um
hvørji mál Føroyar skulu seta sær við
víkjandi CO2 útláti frá 2020, tá núverandi
politikkur gongur út, og fram til 2030.
Samstundis hevur París veðurlagssáttmálin
frá 2015 loyst gamla Kyoto sáttmálan av,
og Føroyar hava bundið seg til eina nýggja
altjóða kós í arbeiðinum at steðga veð
urlagsbroytingum.
Arbeiðsbólkurin, ið hevur lagt uppskotið
til rættis, er samansettur av starvsfólki
í fleiri av teimum ymsu aðalráðunum
umframt Umhvørvisstovuni, og uppskotið
hevur verið til hoyringar hjá stovnum og
felagsskapum, herundir eisini politisku
ungmannafeløgunum.
Upp á fleiri mátar er nýggja uppskotið
meira víðgongt enn tað frá 2009. Ítøkiligu
tilráðingarnar um skerjing av útláti og
útskifting av orkukeldum er summum
førum munandi meira víttfevnandi, og
kostnaður og íløgur í sambandi við nýggja
uppskotið verða at síggja til eisini størri
enn í mun til politikkin frá 2009.
Men hvat er broytt síðan 2009, og hvussu
sær nýggja uppskotið út í mun til gamla
politikkin?
Fastar karmar um
veðurlagspolitikkin
Eitt átaksøki, sum ikki var at síggja í veð
urlagspolitikkinum frá 2009, er, at tað al
menna áleggur sær skyldur og skal røkja
tær. Atlit skulu takast til veðurlagsmál í
allari lóggávu, og landsstýrið og løgtingið
eiga við leiðreglum og lóggávu at ansa eftir,
at málini í veðurlagspolitikkinum verða
útint.
Hetta átaksøkið var ikki partur av gamla
veðurlagspolitikkinum, og hetta er ivaleyst
eisini partur av orsøkini til, at trupult hevur
verið at rokkið málunum frá gamla sátt
málanum, nú hann fer úr gildi.
Minka um oljunýtsluna
til upphiting
Lagt varð í 2009 upp til, at í 2020 skuldi
oljunýtslan til upphiting av húsum og
øðrum vera minkað í eina helvt. Tá varð
mett, at hitapumpur, fjarhiti, sólorka og
effektivari oljufýr kundu tryggja, at nýtslan
varð skerd við einari helvt. Tað málið er
so ikki rokkið; í 2009 var oljunýtslan til
upphiting umleið 60.000 tons av olju um
árið, meðan talið í dag er 50.000 tons.
At nøgdin av olju, ið verður nýtt til
upphiting, er minkað við 10.000 tonsum,
er uttan iva ein positiv gongd - serliga tá
hugsað verður um, at yvirhøvur er samlaða
útlátið í Føroyum voksið.
Langt er framvegis á mál. Av teimum
18.000 húsunum í Føroyum er bert 2.500,
ið hava fingið hitapumpu ella fjarhita. Í
nýggja uppskotinum er sum mál, at minst
helvtin av húsunum í Føroyum hava fingið
fjarhita ella hitapumpu í 2030, men fyri
at røkka hesum málinum er neyðugt, at í
meðal 600-700 hús skifta til varandi orku
um árið fram til 2030.
Minka um oljunýtsluna til ferðslu
GAMLI VEÐURL
POLITIKKURIN
IKKI MÁLUNUM