Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. august 2019síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. AUGUST 2019 SOSIALURIN 87 13 Í 2009 varð sett sum mál, at í 2020 skuldu øll bensin- og dieselrikin akfør vera orku- effektiv. Harumframt skuldi stórur partur av akførunum vera vetnis- ella el-bilar. Ætlanin var, at hesi átøkini skuldu minka um oljunýtsluna til ferðslu í eina helvt - úr 30.000 tonsum av olju um árið niður í 15.000 tons. Á hesum økinum er framvegis rættiliga langt frá málinum, ið varð sett. Oljunýtslan til ferðslu var í 2017 umleið 33.000 tons - áleið tað sama sum í 2009 - og í løtuni nýta bert 0,4 prosent av samlaðu akførunum í Føroyum el-orku. Nýggja málið hesum viðvíkjandi er munandi meira framsøkið enn undanfarna. Í nýggja uppskotinum stendur, at í 2030 skal forboð setast fyri at selja nýggjar bensin-, diesel- og hybridbilar. Samstundis skulu frítøkurnar av MVG, skrásetingargjaldi og skrásetingargjaldi leingjast, soleiðis at tað verður lættari hjá føroyingum at skifta bensindrivnu akførini út. Øll elframleiðsla skal vera úr varandi orkukeldum Stór tøk eru tikin seinastu árini fyri at leggja el-framleiðsluna um frá olju til varandi orkukeldur, men ásannast má, at framvegis er nakað eftir á mál. í 2009 vóru góð 40 prosent av el-framleiðsluni framleidd úr varandi orkukeldum, og eftir ætlan skuldi tað talið í 2020 vera komið upp á 75 prosent. Helvtin av framleiðsluni kemur kortini framvegis frá olju. Í nýggja uppskotinum verður miðað ímóti, at í 2030 er øll el-framleiðslan umløgd til varandi orkukeldur. Minka oljunýtsluna til vinnu á landi Eingi ítøkilig mál vóru í gamla veðurlags­ politikkinum fyri at menna varandi orku­ keldur. Ístaðin stóð, at landsstýrið skuldi gera ein greiðan menningarpolitikk, sum millum annað skuldi fevna um eina mið­vísa ætlan fyri menning av varandi orku­keldum og fyri, hvussu landsstýrið í fíggj­arlógarhøpi kundi seta munandi upp­ hæddir av til tess. Samstundis var lagt upp til, at menningarpolitikkurin skuldi fevna um ætlanir fyri orkusparandi tiltøk í sam­ bandi við alment byggjarí. Í nýggja uppskotinum er hetta skift út við eitt átaksøki um at minka um oljunýtsluna til vinnu á landi. Heldur ikki hesaferð eru ítøkilig átøk nevnd í uppskotinum, men víst verður á, at áhaldandi menning er við el- og vetnismotorum, og at við tíðini kunnu olju­ riknu motorarnir skiftast út. Sam­stundis verður lagt upp til, at vinnan skal orku­ effektiviserast, soleiðis at orkunýtslan fyri hvørja framleiðslueind skal lækkast. Minka um útlátið frá skipum og flogførum Nógv tann størsti parturin av samlaða útlát­ inum í Føroyum kemur frá fiskiflotanum, og útlátið hjá fiskiflotinum er samstundis eisini tann parturin, sum vísir seg at vera torførast at loysa og at finna ítøkiliga ætlanir til. Í veðurlagspolitikkinum frá 2009 varð mælt til, at fiskiskip skuldu brúka orku­sparanda veiðireiðskap, umframt at kvotur skuldu latast til hvørt einstakt skip heldur enn sum felagskvotur til hvønn einstakan veiðibólk. Eisini skuldi roynd­ ar­fiskiskapur við orkusparandi reið­skapi stuðlast av tí almenna. Beinleiðis krøv til fiskiflotan vóru tó eingi. í 2017 stóð fiskiflotin fyri 42 prosentum av samlaða útlátinum, og í nýggja upp­ skot­inum eru ongar ítøkiliga ætlanir fyri, hvussu útlátið í flotanum skal minka. Í uppskotinum verður víst til tilmæli frá altjóða sjóferðslufelagsskapinum, IMO, ið mælir til, at í 2050 skal útlátið frá skip­um verða minkað í eina helvt. Tað til­ mælið er ikki galdandi fyri fiskiskip, men arbeiðsbólkurin vísir í uppskotinum á, at tey tøkniligu framstig, ið verða at síggja millum ferðamannaskip og farmaskip, fara eisini at hava ágóðar fyri fiskiskip, sum tíðin frálíður. Tøkniligu frambrotini til skipaferðslu hava ikki higartil verið at sæð í eins stóran mun sum á landi, og í so máta eru aðrar av­bjóð­ingar, ið eru fyri framman hjá fiski­ flot­anum. IMO hevur gjørt av, at ítøkilig ætl­an til at minka um útlátið frá sjóvinnu skal gerast í 2023, og arbeiðsbólkurin mælir í upp­skotinum til, at Føroyar skulu fylgja tí tilmæl­inum, tá tað fyriliggur. Kunning Seinasta átaksøkið í gamla veðurlags­polit­ ikkinum er um kunning. Í stuttum varð lagt upp til, at tað almenna gekk á odda við at upplýsa borgarar, fakbólkar og vinnu um veðurlagstilvit, orkusparandi tiltøk og annað, ið kann gera mun í arbeiðinum at steðga veðurlagsbroytingum. Aftrat hesum átaksøkinum er hesaferð krøkt gransking. Tað er gjørt ikki greitt, hvørjum granskast skal í, men víst verður á, at viðurskiftini í Føroyum eru serlig, tá hugsað verður um veðurlag, samfelagsstødd og vinnuviðurskiftum, og at hetta hevur við sær tørv á serligum loysnum, ið hóska seg til okkara. Aftrat átaksøkjunum stendur í nýggja uppskotinum, at serligt CO2 avgjald skal leggjast á allar oljuúrdráttir, ið verða brúktir til orkuendamál. Hetta seinasta er ivaleyst størsta og mest víðgongda broytingin frá gamla politikkinum til nýggja, og arbeiðsbólkurin viðmerkir, at hann hevur í hesum førinum einans tikið atlit til umhvørvið og útlát at veðurlagsgassum, og altso ikki til skattatrýst ella fíggjarligu avleiðingarnar, ið hetta hevur fyri Føroyar. Dentur veður tó lagdur á, at hetta skal lýsast gjølla, áðrenn tílíkt tiltak verður sett í verk. LAGS­ N RAKK M Nýggja uppskotið ger ov lítlan mun STEINAR PATURSSON STEINAR@SOSIALURIN.FO U ppskotið til nýggjan veður­ lags­politikk fyri 2030 rakar bæði ov veikt og við síðuna av, sigur Føroya Náttúru- og Um­hvørvisfelag, sum heldur tað vera ørkyml­andi, at miðað ikki verður eftir málinum hjá IPCC um at lækka samlaða CO2 útlátið við 45 prosentum í mun til útlátið í 2010. Í uppskotinum til nýggjan veð­urlags­ politikk verður víst á, at realistiska málið fyri Føroyar er at lækka CO2 útlátið á landi við 45 prosentum í mun til útlátið í 2010. Hin­vegin skal útlátið á sjógvi minka við 50 pro­sentum - men ikki fyrr enn í 2050. Hetta heldur FNU tó lítið um, sum ger vart við, at tað er ørkymlandi, at arbeiðs­ bólkurin ikki vil fylgja tilmælunum hjá IPCC til fulnar. - Tað er ørkymlandi, at arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt uppskotið til veður­lags­ politikkin, metir, at tað ikki er realistisk, at Føroyar minka útlátið í samsvari við tilmælið hjá IPCC, og setir málini í veður­ lagspolitikkinum lægri enn hetta tilmæli. - Tilmælið er at samlaða heimsútlátið gerst 45 prosent lægri í 2030 samanborið við útlátið í 2010, sigur FNU og leggur aftrat, at hetta umfatar alt útlát á landi, sjógvi og á flogi. Tað, at samlaða útlátið minkar við 45 pro­sentum, er vísindaliga grundaða tað, ið skal tryggja fyri, at miðalhitin á jørð­ini ikki hækkar meira enn tvey stig - og helst undir hálvtannað stig - síðan ídn­að­ar­koll­ veltingina. - Serliga kann væntast at útlát frá tungum ídnaði verður truplari at lækka enn útlátið á landi, og tí átti veðurlagspolitikkurin at veri meiri framsøkin viðvíkjandi útlátinum á landi, og harumframt havt sum mál at avmarka tungan ídna og flogferðslu, sigur FNU. Tørvur er á minni forbrúki FNU vísir eisini á, at øll átøkini, ið arbeiðs­bólkurin vísir á, eru tøknilig átøk. Materiella forbrúkið í Føroyum yvirhøvur verður ikki tikið upp á tal, og hetta er bert at útseta trupulleikan. - At trúgva uppá, at tað letur seg gera at halda áfram við eins høgari materiellari framleiðslu og ovurnýtslu, sum er í dag, er at útseta ein trupulleika, sum má takast í álvara, og sum mann noyðist at reagera uppá heldur í dag enn í morgin. Samstundis verður gjørt vart við, at einki verður gjørt fyri at minka um orkunýtsluna í Føroyum - bæði hjá vinnu og borgarum. Serliga er tað bilaferðslan, ið okkurt skal gerast við. - Tað eru fleiri átøk, sum kundu gjørt samfelagið minni orkukrevjandi, og sum eisini høvdu gagnað samfelagnum upp á aðrar mátar, til dømis við betri fólkaheilsu og minni ójavna. Í dag fyllir bilaferðslan ógvuliga nógv, og tað er avmarkandi ikki at hava egnan bil. Haraftrat er orkukrevjandi ídnaður og búskapur tvinnað ógvuliga tætt saman, sigur FNU, sum vil hava tað lættari at liva og arbeiða í Føroyum uttan egnan bil. - Átøk skuldu millum annað gjørt tað lættari at liva og arbeitt, uttan at tað var neyðugt at hava egnan bil, umframt minka um virksemi, sum hevur eitt høgt útlát, so sum flogferðsla, og beint fokus á heilsu og náttúru, heldur enn verandi einsíðuga krav um búskaparligan vøkstur. Náttúra eigur at vera partur av veðurlagspolitikki At enda vísir FNU á, at tað er rættiliga løgið, at náttúran yvirhøvur ikki verður nevnt í einum uppskoti um veðurlagspolitikk. - Varðveitsla av náttúru er tað sum hevur størstan týdning fyri at binda koltvíiltu, og at taka hana út luftini. Tað er illa frágingið tá man ger ein veðurlagspolitikk og ikki tekur hædd fyri tí mest týðandi partinum.