hósdagur 1. august 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. AUGUST 2019
SOSIALURIN 87
14
Trý hava bjóðað seg fram
SEV, Magn og Vindrøkt hava latið umsóknir
til at framleiða el - her síggjast boðini
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
H
ósdagin 1. august var
freistin úti hjá el
feløgum til at koma
við einum boði upp
á vindorkulundir á Eiði og í mið
staðarøkinum. Tilboðini vórðu á
middegi hósdagin latin upp á Um
hvørvisstovuni.
Trý feløg hava bjóðað seg fram
sum veitarar - tey trý feløgini eru
SEV, Vindrøkt og Magn.
SEV og Magn hava bjóðað
uppá vindmyllulundina á Eiði og
í miðstaðarøkinum, meðan Røkt
hevði eitt boð í miðstaðarøkinum.
Magn hevði fýra boð upp á
vindorku í miðstaðarøkinum
og eitt á Eiði; SEV hevði tríggjar
umsóknir uppá mistaðarøkið og
eitt á Eiði.
Umsóknirnar vórðu latnar
upp í tilvildarligari raðfylgju, og
kunnað varð um prísin. Sosialurin
var á staðnum og lurtaði, tá um
sóknirnar vórðu latnar upp.
Veitararnir vóru eisini møttir
mannsterkir upp, sum sæst á
myndunum her á høgru síðu í
greinini. Boðini hjá feløgunum
kunnu eisini síggjast á talvuni her
á síðuni, og tað sæst, at SEV hevur
lægstu boðini.
Óvist hvør vinnur
Ari Johannesen, sum hevur elveit
ingarmál um hendi hjá Umhvørvis
stovuni, legði uppskotini fram.
- Neyðturviliga er tað ikki so,
at tann lægsti prísurin vinnur.
Hevur mann ein lágan prís, so er
mann væl við frá byrjan. Vit mugu
viðgera og meta um innkomnu
umsóknirnar, segði hann og vísti
á ymisk kriteru og atlit, sum vera
tikin og hugt eftir.
Prísurin og møguleikin fyri
fleiri elframleiðarum verður
vektað við 65 prosentum, og tekn
iska loysnin verður vektað við 35
prosentum.
Orkudeildin á Umhvørvisstov
uni metir, at tað fer at taka um
leið ein mánað at viðgera umsókn
irnar.
EIÐI
Boð
Prísur (kr./kwh)
SEV
0,239
Magn
0,262
MIÐSTAÐARØKIÐ
Boð
Prísur (kr./kwh)
Magn 1
0,231
Magn 2
0,256
Magn 3
0,256
Magn 4
0,34
Røkt
0,284
SEV 1
0,203
SEV 2
0,213
SEV 3
0,233
Vindmyllutilboð:
TEMA: Veðurlagspolitikkur