hósdagur 1. august 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. AUGUST 2019
SOSIALURIN 87
18
1200 BØRN OG
UNG Á LEGU Í
ZAREPTA
– Tað, sum vit ynskja við legunum
í Zarepta, er at vinna børn og
ung fyri Kristus. Tað merkir,
at vit fortelja og læra tey um
skriftirnar, fortelja um Harran og
tann evangeliska boðskapin, sigur
Jens Bech, ið er ein av trimum
í høvuðsleiðsluni í Zarepta
FRANTS JENSEN
Z
arepta í Vatnsoyrum
hýsir umleið 1200
børnum og ungum í
summar, sum eru á
legu har. Umframt at boða teim
um evangeliska boðskapin, so
ynskir legustaðið eisini, at tey
skulu hava góðar dagar saman.
– Eitt er tann andaliga linjan.
Men vit ynskja eisini at hava
hugnaligar dagar saman við
spæli, kappingum og øðrum,
og at geva mentanarvirðum
ans, millum annað við at vit
vinda flaggið á stong, gera út
ferðir og læra børnini at fara
væl um náttúruna, sigur Jens
Bech, sum saman við Mariu á
Lakjuni Simonsen og Jákup N.
Olsen mynda høvuðsleiðsluna í
Zarepta.
1200 í miðal
Summarlegurnar byrjaðu 30.
juni, beint eftir at skúlarnir
fingu summarfrí, og halda á til
18. august, beint áðrenn skúlar
nir byrja aftur.
Umleið 1200 børn og ung vera
á legunum í summar.
– Vanliga eru um 1200 børn
og ung á legu hvørt summar.
Okkurt árið hava tað verið
næstan 1300 og okkurt árið gott
1100. Men í miðal plaga um 1200
luttakarar at vera gjøgnum alt
summarið, sigur Jens Bech.
Byrjað varð við legu fyri teim
um 16 og 17 ára gomlu, og síðan
eru legur fyri lægru aldurs
bólkarnar.
Legurnar eru í eina viku, tó
eru legurnar fyri tey yngstu
styttri.
Nógv virksemi
Nú, Sosialurin var og vitjaði í
Zarepta, var 12 ára legan. 160
børn eru á leguni, umframt at
umleið 100 starvsfólk, leiðarar
og hjálparfólk hjálpa til.
Á leguni eru nógv spøl og
virksemi fyri børnini, og børnini
síggja út at stórtrívast bæði á
hoppipútuni, í svimjihylinum,
í spælihøllini, at spæla fussball
og á fótbóltsvøllinum. Møguleiki
er eisini at rógva kano, kajakk,
at spæla minigolf, at súkkla, at
rógva árabát og nógv annað.
Ítriv, søga, kappingar, gongu
túrar, bál og nógv annað er eisini
á skránni.
Á leguni fáa tey ymisku kømr
ini stig fyri at rudda kamarið,
at halda náttarfrið og annars í
mun til atburð. Vanliga eru tveir
leiðarar á hvørjum kamari.
Nýggjur svimjihylur
Zarepta er bygt út seinnu ár
Genturnar hugna sær á
hoppipútuni í Zarepta
MYND: JENS KRISTIAN VANG
Dreingirnir á bíbliutíma
MYND: JENS KRISTIAN VANG
Nakrar av gentunum spæla badminton
MYND: JENS KRISTIAN VANG