Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-01, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. august 2019síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. AUGUST 2019 SOSIALURIN 87 19 ”Gud signi Føroyar” ikki havt broyting við sær Fyri hálvum øðrum ári síðani var sendingin ”Gud signi Føroyar” í Kringvarpi Føroya. Í sendingini varð ljóskastari millum annað settur á, hvussu boðað varð fyri børnum um himmal og helviti á legunum í Zarepta. Atfinningarnar hava tó ikki merkt arbeiðið í Zarepta síðani tá FRANTS JENSEN Í sendingini segði ein mam­ma, at hennara barn hevði havt keðiligar upp­livingar á leguni, og hon helt tað vera at fara út um mark, hvussu boðað varð fyri børnum um himmal og helviti. – Vit hava ikki fingið nógv­ ar viðmerkingar frá fólki um tað, bara hoyrt okkurt smá­vegis. Vit hava heldur ikki merkt, at luttøkutalið á legunum er minkað síðani send­ingina, sigur Jens Bech. Zarepta er ikki komið við nøkr­um almennum úttalilsi síðani málið var frammi. – Vit hugsa sum so, at fólk kenna arbeiðið í Zarepta og vita, hvat vit standa fyri. Vit hava verið í gongd í 53 ár – fyrst tvey ár við Áir, og síðani í 51 ár her í Vatnsoyrum. Ar­ beið­ið og boðanin er tað sama, sum vit hava havt øll árini. Vit skriva á heimasíðuni, hvat vit standa fyri, og bæði børn og leiðarar fáa tilfar heim við. Vit krógva ikki nakað, sigur Jens Bech. Men eru mannagongdir broytt­ar, síðani hesar atfinn­ ing­ar vórðu settar fram? – Vit vilja sjálvandi lurta eftir atfinningum og læra av teim­um. Vit hava reglugerðir fyri legurnar, og av og á gera vit onkrar smærri broytingar í teimum, um vit halda tað vera neyðugt. Reglugerðirnar hava tó ikki verið tiknar upp til broytingar av at hatta mál­ið var frammi, sigur Jens Bech. Jens Bech, ein av trimum í høvuðsleiðsluni í Zarepta MYND: JENS KRISTIAN VANG MARGUNN ERIKA THOMSEN 11 ÁR, HVALBA – Tað er fjórða ferð, eg eri á Zarepta. Her er onkur onnur genta úr Hvalba og eisini onkur onnur, ið eg kenni frá fyrr. – Tað er stuttligt at vera her. Gott eisini at hoyra um Jesus. SOFÍA HEÐINSDÓTTIR, 12 ÁR, SANDAVÁGUR – Hetta er triðja ferðin, eg eri á Zarepta. Tað var til 9, 10 og nú til 12 ára leguna. Í fjør var eg í Italia, so tá var eg ikki á legu. – Eg komi aftur, tí legurnar eru góðar. Tað er stuttligt at vera her, og eg havi fingið nýggjar vinir. Tað eri bara eg, sum eri úr Sandavági. Stuttligt at vera í Zarepta Fingið nýggjar vinir ini við spælihøll, felagsøki og nógvum smærri hølum, skriv­ stovu og hølum til leiðarar. Nýggj­asta hølið, ið er tikið í brúk í ár, er nýggi svimjihylurin. – Vit gleðast um at hava fingið nýggjan svimjihyl. Hann er 20 metr­ar langur og sostatt eitt sind­ur størri enn gamli hylurin, sigur Jens Bech. Grønari legustað Zarepta hevur eisini fingið vatn­ turbinu, sum ger legustaðið grønari. – Vatnturbinan varð tikin í nýtslu 1. september í fjør, so vit hava ikki havt hana nóg leingi enn til at siga, hvussu nógv vit spara í oljunýtslu. Tað er ikki altíð so nógv vatn í áunum um summarið, tá ið vit hava mest virksemi her. Tað er tó greitt, at tað ger stóran mun. Men tá ið ein stórur partur av legu­lut­ takar­unum fara í brúsu í senn, so fer oljufýringin í gongd, sigur Jens Bech. Bíbliutímar um Elias Endamálið við legunum er tó, sum áður nevnt, at boða børn­un­ um boðskapin úr Bíbliuni og tað verður gjørt við bíbliutímum, andakt­um, sangi og á annan hátt. – Bíbliutímarnir á hesi legu­ ni eru um Bíbliuna sum heild, um profetin Elias og ymsar hendingar, sum hann er ein partur av. Tað er Eydn­ar á Royk­ heyggi, ið hevur bíbliu­tím­arnar á leguni, sigur Jens Bech. Tað er skipað soleiðis, at dreing­ir­nir eru á bíbliutíma fyrst um morgunin. Samstundis hava genturnar ymiskt spøl og virk­semi. Aftaná verður býtt um. FRANTS@SOSIALURIN.FO