hósdagur 1. august 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. AUGUST 2019
SOSIALURIN 87
20
Harra formaður, háttvirda Løg
ting og góðu føroyingar!
»Antin – ella...«
Hesi bæði smáu orðini –
»Antin – ella« – eru í so mongum
karmurin um okkara lív.
Tí hvønn dag velja vit. Smá
val, ið vit neyvan hugsa stór
vegis um – men eisini stór val,
ið hava avgerandi týdning og
krevja, at vit hugsa væl um av
leiðingarnar, áðrenn vit taka
støðu.
Tí við valinum kemur eisini
ábyrgdin.
Onkuntíð velja vit einki. Gera
einki. Men tað er eisini eitt val –
og ábyrgdin av avleiðingunum
er okkara – eisini tá.
***
Harra formaður!
Tann 17. november í 1990
var ein ruskutur vetrardagur í
Klaksvík. Hesin dagurin stendur
rimmarfastur í minninum, hóast
30 ár skjótt eru liðin.
Bara nakrar dagar framman
undan hevði eg fylt 18 ár – og nú
skuldi eg fyri allarfyrstu ferð á
løgtingsval.
Fetini niðan í KÍ-høllina vóru
løtt. Løtan var hátíðarlig.
Eg var glaður um loksins at
sleppa at velja, hvørji virði eg
helt, okkara samfelag skuldi
byggja á. Hvønn veg vit skuldu
fara.
Eg var spentur og vónríkur.
***
Spentur og vónríkur var eg eisini,
tá ið eg fyri fýra árum síðani tók
við løgmansembætinum. Tá ið
vit skipaðu samgongu, settu vit
okkum stór mál og í felag gjørdu
av, hvønn veg, vit skuldu fara.
Og nú valskeiðið er um at
renna út, havi eg grundað yvir,
hvussu vónin hevur tað í dag –
nú fýra ár seinni.
Tað er eingin loyna, at fleiri
baldrutar løtur hava verið. Tað
slepst neyvan undan, tá ið tú
stjórnar einum landi.
Kortini hava vit bygt á tey
virðini, sum vit framvegis av
heilum huga trúgva á. Og sam
starvið hevur verið gott.
Eg kann tí lættliga leggja
hondina á hjartað og svara, at
vónin framvegis er eins sterk –
um ikki sterkari – enn fyri fýra
árum síðani.
Sterkastu rótina til vónina
finni eg í fólkinum. Eg havi sæð
so mong dømi um, at tað í Føroya
fólki býr eitt heilt serligt seiggi.
Vit eru trúføst, støðuføst og
samhaldsføst.
Vit hjálpast at – og veita av
okkara eintingum eina hond, tá
ið á stendur.
So eg havi bjartar vónir.
Eisini til komandi val.
Eg veit, hvussu góðir føroy
ingar eru við fólkaræðið. Sama,
hvussu tað tørnar út, virða vit
úrslitið treytaleyst. Eisini tá vit
eru vónbrotin.
Hetta er eingin sjálvfylgja.
Tí eitt fólkaræði má røkjast.
Treytin fyri, at tað virkar væl,
eru virknir borgarar, sum skyna
millum sjónarmiðini hjá flokk
unum, og sum síðani taka støðu.
Sum eru virknir í orðaskiftinum,
fylgja við og eru á varðhaldi.
Av teimum 37.000, sum nú
hava valrætt, eru eini 3000 ung
fólk, sum á fyrsta sinni skulu
á løgtingsval. Og hvør veit?
Møguliga fer eisini ein blað
ungur komandi løgmaður við
løttum fetum og bjartari vón á
valstaðið.
Hartil eru tilflytarar, ið á
fyrsta sinni skulu velja, og úti
setar, ið seinastu fýra árini eru
fluttir heimaftur.
Komandi vikurnar fáa tey
høvi at fylgja valstríðnum og
síggja, hvørji »antin-ella« eru at
velja ímillum.
***
Harra formaður!
Á seinasta vali var úrslitið
greitt. Føroyingar valdu eina
nýggja kós. Eina kós móti ein
um nútímans samfelag við
javnbjóðis rættindum fyri øll.
Eina kós, sum skuldi fáa valdið
og virðini út til fólkið aftur.
Ta kósina hava vit hildið.
Virðini koma nú nógv betur
øllum føroyingum til góðar,
heldur enn at savnast á fáum
hondum.
Samfelagið er vorðið meiri
tíðarhóskandi, og fólkatalið er
vaksið skjótari, enn nakar hevði
torað at droymt um.
Á løgtingsvalinum hesa ferð
verða vit umleið 1000 veljarar
fleiri enn á seinasta vali.
Hetta er met – og seinastu
fýra árini eru fleiri met sett.
Ongantíð hava so nógv lisið
og lært í Føroyum.
Ongantíð hava so nógv verið til
arbeiðis og so fá verið arbeiðsleys.
Ongantíð hava vit havt so
nógvar vinnufyritøkur og íverk
setarar.
Og ongantíð hava avlopini hjá
vinnuni verið so stór sum sein
astu fýra árini.
Hetta er ikki komið av sær
sjálvum. Øll eiga sín lut í fram
gongdini.
Men hóast tølini geva eina
ábending um góðu gongdina, so
siga tey kortini ikki alt, um tey
standa einsamøll.
Tey siga ikki, hvussu gerandis
dagurin hjá barnafamiljunum
hongur saman, ella hvussu væl
tilflytararnir gerast ein partur
av samfelagnum.
Tey útgreina ikki støðuna hjá
eldru borgararunum, hvussu
mentanarlívið livir – ella hvussu
nógv sjálvboðið arbeiði verður
gjørt.
Tí hevur tað avgerandi týdn
ing fyri meg javnan at koma í
samband við tey, sum alt snýr
seg um, nevniliga borgaran.
Vit frætta bara um, hvørjar
avbjóðingar fólk stríðast við, um
tey greiða okkum frá, hvat ið er
gott, og hvat ið má gerast betur.
***
Tað er uppgávan hjá okkum
politikarum at skapa karmarnar
um samrøðuna.
Tí bjóðaðu vit herfyri foreldr
um til morgunmat og prát um
familjupolitikk. Tey, ið møttu,
vóru serliga foreldur at børn
um, ið stríðast við serligar av
bjóðingar av ymsum slagi.
Ólavsøkurøða løgmans:
- STERKASTU
RÓTINA TIL VÓNINA
FINNI EG Í FÓLKINUM