Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-01, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. august 2019síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. AUGUST 2019 SOSIALURIN 87 21 Tey høvdu nógv upp á hjartað. Tað var rørandi – og torført at halda tárunum aftur. Og tað er júst í slíkum erligum samrøðum, at vit síggja, hvussu viðurskiftini kunnu gerast enn betri, og hvørji stig eiga at verða tikin. Eitt annað slíkt dømi var stóra ráð­stevnan, sum Almannaverkið skipaði fyri í mai. Eisini har fingu vit nógv ítøkilig dømi um, hvat eigur at verða gjørt betur. Eitt, sum nógv teirra hava í felag, er, at tey eru móð. Móð av skipan­um, sum ikki tosa nóg væl saman – maktað av ikki at kenna seg loftað á nóg góðan hátt. Og tað vóru eisini slíkar er­ ligar frágreiðingar, sum vístu okk­um á vantandi bústaðirnar til fólk við serligum tørvi. Tí settu vit 200 milliónir av til at byggja vardar bústaðir, nýtt Barna­heim og heim til børn og ung við autismu. Hetta er størsta sosiala bústaðarraðfesting nakran­tíð. Slíkar viðmerkingar frá borgarum elvdu somuleiðis til, at børn og ung við sosialum og sálar­ligum avbjóðingum – og familjur teirra – nú fáa hjálp. Átakið “Megna títt lív” skal lofta ung­um, sum hava umfatandi og saman­settar trupulleikar. Tað fer somuleiðis at merkjast væl, tá ið Rásin fer at kunna tví­ falda næmingatalið. Fremsta málið má tó vera at fáa ferð á byggingina, og at fáa ymsu skipanirnar at tosa betur saman, so tað eisini verður lættari og liviligari hjá hesum familjum. *** Tí øll børn og ung eiga at hava somu grundleggjandi treytir fyri at eydnast í lívinum. Míni børn. Børnini hjá gran­n­ a­num. Ja, greiða málið má vera, at øll børn í landinum fáa eitt so gott útgangsstøði sum gjørligt. Hetta er kjarnin í væl­ferðar­sam­ felagnum. Og at seta børnini á breddan hevur alstóran týdning, tí tað verða støðugt fleiri børn fødd her­heima. Tíbetur kunnu vit staðfesta, at støðugt færri børn nú liva í fá­tækraváða. Góða gongdin, sum byrjaði undir undanfarnu samgongu, hevur fingið ferð á seinastu fýra árini, og málið er framvegis, at einki barn skal liva í fátækraváða í Føroyum Øll børn skulu kunna luttaka á jøvnum føti við javnaldrarnar. Harra formaður! Tað, at øll eiga at hava somu grund­leggjandi møguleikar, leggur stóra ábyrgd á okkum politik­arar at skipa inntøkur og út­reiðslur á skilagóðan hátt – og best fyri flest. Tí gjørdu vit beinanvegin nøkur hugsjónarlig val, sum góvu okkum betri fíggjarligt rása­rúm. Til dømis broyttu vit inn­ tøku­grundarlagið. Heldur enn at hækka lønarskattin hjá hvørj­ um einstøkum føroyingi, rinda alivinnan og fiskivinnan nú eitt rímiligari gjald fyri síni framí­ hjá­rættindi. Tað hevur givið okkum fleiri enn 300 milliónir krónur eyka at raðfesta fyri. Vit hava raðfest sterkari heilsu- og almannaverk. Fleiri læknar. Styttri bíðitíð. Betri samferðslu. At styrkja fólka­skúlan. Og at minka um skattin hjá lágløntum. Samfelagið er nú sam­halds­ fastari. Og framvegis tvíhalda vit um, at ovurstóru virðini eiga at koma øllum føroyingum til góðar. Vit hava sett eina nýggja fiski­vinnuskipan í verk. Hon bygg­ir á grundreglurnar um, at liv­andi tilfeingið í sjónum er ogn Før­oya fólks og kann ongantíð gerast privat ogn. Og, ja, nakrir tættir mangla fram­vegis, áðrenn nýskipanin virkar til fulnar. Men halda vit fast í grundreglunum í ný­ skipan­ini, so fara vit at síggja fleiri nýggjar og stórar íløgur heilt skjótt. Stóra og grundleggjandi ar­beiðið er nú gjørt. Vit tóku ábyrgd – vit tordu at taka neyðugu tøkini, ið skiftandi stjórn­ir ikki tordu at taka í áravís. Einki at gera er eisini eitt val. Men eisini tá eiga vit ábyrgdina av avleiðingunum. Tað lættasta er at lata standa til – serliga í góðum tíðum. Tað er lættari – men tað er ikki rættari. Høvdu vit einki gjørt, høvdu nøkur verið nógv ríkari og nøkur fá­tækari. Summi høvdu for­ vunn­ið meiri. Men ikki øll. Vit høvdu verið nærri einum stættar­samfelagi, har nøkur eru A-borgarar og onnur eru B-borgarar. Har »antin-ella« ikki er eitt val, tí summi verða fødd til ríki­dømi og stórar møguleikar, og onnur fáa eitt nógv verri út­ gangs­støði í lívinum. Vit eru ikki – og skulu ikki – øll vera líka. Men vit skulu tryggja øllum á leið somu møguleikar. Tað hevur verið aðalmálið sein­astu fýra árini, og vit hava nú eitt ríkari, tryggari og livi­ ligari samfelag. Eg eri errin av, at okkara land nú er vorðið meiri tíðarhóskandi við longri barsilsfarloyvi, hækk­ aðum barnafrádrátti, lestrar­ stuðli, familjuískoyti – og støðugt vaksandi tali av læru-, út­búgvingar- og gransk­ingar­ møgu­leikum. Hetta ger, at fleiri nú velja Føroyar. Eisini stakir uppi­haldarar. Her er blivið rúmligari – eisini hjá minnilutabólkum og familjum teirra. Vinnan hevur eisini fingið meiri tíðarhóskandi karmar. Tað er blivið høgligari at reka mat­ stovur og gistingarhús, at fram­ leiða og selja føroyskan mat, eins og tað er vorðið lættari at ferðast til og úr Føroyum. At tað er vorðið rúmligari sæst eisini aftur í teimum val­ møgu­leikunum, sum nú lata seg upp fyri okkara gávaða ung­dómi. Í seinastuni hava vit sæð hópatals dømi um, at tað er vorðið lættari hjá ungum talent­ um at velja dreymin og ganga nýggjar leiðir heldur enn bara at fylgja smølu, siðbundnu rás­ unum. Harra formaður! Eg legði út við at nevna »antin – ella« hjá Kirkegaard. Um ein mánað skulu vit aftur velja. Hetta er eitt av teimum val­ un­um, sum krevja rannsakan, og at vit hugsa um avleiðingarnar. Vænt­andi verða níggju flokkar at velja ímillum, men bara ein krossur kann setast. Hvørja kós velja vit? Skulu tilfeingisgjøldini í fiski­ vinnuni og alivinnuni aftur minkast niður í einki, og skulu nýskipaninar rullast aftur – sam­stundis sum persóns­skatt­ urin skal lækkast og vælferðin styrkjast? Tað ber jú ikki til. Vit fáa ikki »bæði – og«, men mugu velja »ant­in – ella«. Tí vælferð kostar. Skulu tilfeingisgjøldini lækk­ ast við fleiri 100 milliónum, mugu vanlig fólk rinda fleiri 100 milliónir meiri í skatti, um ikki vælferðin skal skerjast ógvus­ liga. Tað er at flyta pening frá vanligum fólki til nakrar fáar fyri­tøkur, sum fáa framí­hjá­rætt­ indi til at nýta okkara tilfeingi – okkara fisk og okkara firðir. Nei, skulu komandi árini eisini roynast væl, krevst, at vit halda fast um varna fíggjarpolitikkin