hósdagur 1. august 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. AUGUST 2019
SOSIALURIN 87
22
og menna nýskipanirnar. At vit
halda fram at leggja pening til
síðis til verri tíðir – sum vit vita
fara at raka okkum fyrr ella sein
ni – og at vit hvønn dag velja tað
samhaldsfasta, sjálvbjargna og
tíðarhóskandi samfelagið.
Tá ið vit tóku við í 2015, arvaðu
vit ein landskassa, sum hevði havt
hall ikki færri enn átta ár á rað –
samanlagt tríggjar milliardir.
Síðani 2016 hava vit havt
yvirskot. Tilsamans meira enn
hálva aðru milliard í yvirskoti
hetta valskeiðið. Búskapurin
er eisini meira sjálvberandi, og
skuldin er minkað 1,3 milliard.
Hartil er ríkisveitingin nú ein
minni partur av føroyska bú
skapinum og av samlaðu al
mennu inntøkunum, enn hon
nakrantíð áður hevur verið.
Kortini er alt, vit hava gjørt,
væl og virðiliga fíggjað. Tí við
at fremja tær átrokandi ný
skipanirnar kundu vit fíggja
tað, vit vildu gera á vælferðar
økinum.
Til dømis hava vit raðfest kor
ini hjá sjúklingum.
Talið á kommunulæknum
– eisini í føstum starvi – hevur
ongantíð verið so stórt sum nú,
og í næstum verða tilsamans 34
kommunulæknaviðtalur í landi
num – tað mesta nakrantíð.
At vit nú hava savnað sjúkra
húsverkið undir einari felags
leiðslu, styrkir tað – og kemur
øllum til góðar.
Og at Løgtingið einmælt sam
tykti uppskotið um viðgerðar
trygd, vísir breiða semju um, at
tá ið vit gerast sjúk, skulu vit
hava læknahjálp – ikki bara eitt
nummar, sum staðfestir, hvar í
bíðirøðini, vit eru.
Ein annar liður í at fáa fleiri
læknar er, at føroysk lækna
lesandi nú hava fyrstarætt til
lestrarstørv í Føroyum. Hetta
fer sannlíkt at fáa fleiri teirra
at starvast í okkara heilsuverki
seinni.
Størsta
frambrotið
á
heilsuøkinum er tó serlækna
talið, ið er vaksið við einum trið
ingi – úr gott 30 serlæknum til
gott 40.
Síðani vit stovnaðu serlækna
puljuna í 2016 hava sergreinir, ið
hava verið ómannaðar í mong
ár, nú aftur serlækna í føstum
starvi. Hjartalækni, giktalækni,
lungalækni, diabeteslækni
og røntgenlækni eru settir;
somuleiðis eru fleiri psykiatar
ar komnir afturat, og fýra
barnalæknar eru nú á barna
deildini
Harra formaður!
Ein av barnalæknunum er
mín góði vinmaður, Elmar Ósá.
Hann starvast á Landssjúkra
húsinum – men hann vildi gera
meiri fyri børn við autismu og
familjur teirra, enn hann fekk
gjørt á barnadeildini.
Hann kundi latið staðið til.
Ypt øksl og sagt, at onkur annar
átti at gjørt okkurt.
Men í juni rann, súkklaði og
svam hann 452 kilometrar og
savnaði soleiðis meiri enn hálva
millión krónur inn til børn við
autismu. Tað var einki minni
enn eitt bragd.
Allan teinin á tamb hevði
hann eitt val um antin at gevast
– ella at halda á.
Men hóast orkan gekk undan,
hóast tað tóktist ørt og ómøgu
ligt, – og tað hevði verið lættast
at givist – so helt hann á.
Hetta avrikið vísir, hvussu
vit einsæris kunnu velja at taka
ábyrgd og gera mun fyri mong.
Tað vísir, hvussu besta úrslitið
fæst, um alment og privat draga
somu línu og styðja hvørt annað.
Hóast vit hava eitt væl ment
vælferðarsamfelag, hava vit
eisini ábyrgd fyri næstanum.
Tí vit vita, at lagnan kann
raka hart. At hóast vit velja nógv
í lívinum, so eru vit ikki harrar
yvir øllum. Og vit vita, at sumt
er ringt at spáa um.
***
Til dømis var vónleyst at spáa um
stóra vøksturin í fólkatalinum
og í ferðavinnuni – og harvið
eisini árinini á umhvørvið.
Í Føroyum eru vit vælsignað
við einum frælsi, ið vit ikki eiga
at taka fyri givið. Vit velja, sum
vit halda vera best – bæði tá ið
ræður um útbúgving, vinnuveg,
maka, trúgv, politiska støðu – ja,
í stórt sæð øllum lutum er valið
frítt.
Men ikki øll hava hetta fría
valið, tá ið um egnan bústað
ræður, tí trýstið á marknaðin er
stórt. Og eingin hevði ímyndað
sær, at tað fór at ganga so skjótt
at venda gongdini við minkandi
fólkatali.
Men nú tørvar okkum fleiri
og fjøltáttaðar bústaðir, serliga
íbúðir fyri rímiligan kostnað,
lestraríbúðir og bústaðir til fólk
við serligum avbjóðingum.
Nøkur stig eru tikin rætta
vegin. Vit játtaðu Bústøðum 250
milliónir kr. aftur at teirri bygg
ingini, ið var í gongd. Almenna
bústaðafelagið hevur nú um 250
bústaðir, og um nøkur ár verður
talið 650.
Men hetta er ikki nóg mikið.
Meiri má gerast, og vinnan,
privatfólk og onnur mugu eisini
taka samábyrgd.
Hundraðtals hús og íbúðir
standa tóm meginpartin av ári
num. Tí er skatturin fyri at lang
tíðarútleiga lækkaður munandi.
Soleiðis ber til at hjálpa øðrum
føroyingum í heimloysi heldur
enn ikki at leiga út – ella at stutt
tíðarútleiga til ferðafólk.
Tí eingin føroyingur eigur at
vera heimleysur. Tað eigur at
vera øllum tryggjað at hava eitt
stað, sum tú við vissu veitst, er
títt heim.
Her mugu vit øll hjálpa hvør
øðrum og taka ábyrgd.
Tað, sum Elmar Ósá vísti, var
júst ábyrgd. Og tað eru fleiri góð
dømi um, hvønn mun privat fólk
kunnu gera.
Átøk, sum »Fýra plastikk
um dagin«, »Rudda Føroyar« og
»veðurlagsverkfallið« hava øll
tað í felag, at vanligir føroyingar
við sterkari ábyrgdarkenslu fara
til verka, heldur enn at yppa øksl
og lata standa til.
Summi vilja vera við, at
okkara dálking ger lítlan mun
í altjóða høpi. Tað er helst rætt.
Føroyar eru smáar. Men sjálv
andi hava vit eina ábyrgd eins
og onnur. Og um vit læra av
Elmari Ósá, síggja vit, at tað
sindrið, ið vit sjálvi kunnu gera,
sjálvandi eisini ger mun.
Umhvørvispolitikkur byggir
jú á samhaldsfesti millum lond
og ættarlið.
Vit verja okkum sjálv við at
verja umhvørvið.
Vit verja fiskimannin og
familju hansara við ikki at oyða
stovnarnar.
Vit verja alt livandi í bergi,
fjørði og haga við ikki at tveita
rusk í náttúruna.
Og vit verja børn, ung og
komandi ættarlið, um vit røkja
okkara land og hav, eins og for
fedrarnir gjørdu.
Um ikki arbeiðspláss og
vøkstur byggja á burðardyggar
loysnir, so saga vit greinina av,
sum vit sita á.
Tí tað reina umhvørvið er
treytin fyri trivnaði á øllum
økjum í landinum. Tað er treytin
fyri okkara høvuðsvinnu.
Eitt risa fet rætta vegin er
semjan millum vinnuna, hav
frøðina og politisku skipanina
um, hvussu vit umsita botn
fiskastovnarnar undir Føroyum.
Hetta eigur øll tann politiska
skipanin at standa saman um.
***
Og reina umhvørvið hongur
somuleiðis óloysiliga saman við
ferðavinnuni.
Miðvísa marknaðarføringin
hjá Visit Faroe Islands hevur
munað nógv betur, enn nakar