Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-01, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. august 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. AUGUST 2019 SOSIALURIN 87 23 hevði torað at droymt um. Men ferðavinnan má og skal skip­ast soleiðis, at náttúran verð­ur varðveitt, og umhvørvið ikki verður dálkað. Alt fyri eitt mugu vit gera greiðar reglur og mannagongdir fyri at ganga í haga, nær gjøld kunnu vera tikin, og hvat ið tann pen­ing­ur, sum kemur inn, skal verða nýttur til. Hetta er helst mest átrokandi av­bjóðingin við ferðavinnuni í løtuni. Men afturat av­bjóð­ing­ un­um eru eisini stórir fyrimunir. Íløgurnar í ferðavinnuna eru metstórar. Umsetningurin verður í ár væntandi 800 millión­ ir – og hann veksur støðugt. Eisini hevur ferðavinnan skapt nógv nýggj størv kring alt land­ ið – og sum frá líður skal hon geva inntøkur alt árið. Hartil eru fleiri spennandi mat- og mentanartilboð komin við ferða­vinnuni, sum eisini vit før­ oy­ingar njóta gott av. Og tað er eitt framstig, at vit eru farin undir at menna okkum enn meiri á ferðavinnuleiðini við útbúgvingum. *** Sum heild hava vit hetta val­ skeið­ið lagt doyðin á, at okkara ungu skulu velja útbúgving eftir hegni og hugi – og ikki bara fylgja streyminum til eina bók­ liga útbúgving. Fyri at stuðla undir hesi gongd­ ini er nýggj Veg­leið­ingar­stova stovn­að. Hon fer at ráðgeva ung­ um og tilkomnum, sum ivast í út­ búgv­ingar- og yrkis­møgu­leikum. Eitt annað átak var at eftir­ meta yrkis­út­búgvingar­skipan­ ina – og nú verða tillagingar gjørd­ar og settar í verk. Yrkisútbúgvingarnar verða somuleiðis lyftar við tí slóð­ brótandi tríparta­sam­starvi­num, ið tað loksins hevur eydn­ast at fáa í lag millum lands­stýrið, ar­ beiðs­gevarar og arbeiðs­tak­a­rar. Hetta fer at tryggja bæði fleiri lær­lingar og betri út­búgving­ar­ møgu­leikar. Samantalt eru ikki færri enn 18 nýggj útbúgvingartilboð sett á stovn seinastu fýra árini. Eitt teirra er nýggja lista­út­ búgvingin, sum er kærkomin, tí vit vita, at føroysk mentan um somu tíð er bæði sterk og við­ brekin. *** Mentanin er orsøkin til, at vit yvir­høvur búgva her. Verður hon ikki styðjað og styrkt, viknar føroyski samleikin. Fyrr í ár sóu vit, hvussu stóran týdning søgu- og mentan­ ar­arvur hevur fyri eitt fólk, tá ið víðagitna kirkjan, Notre Dame, í París fór upp í royk. Hendingin fekk meg at hugsa um okkara egna mentanararv, og hvussu vit sjálv fara um forn­ minnini og søguliga arvin. Tað er til dømis ein fongur, at hvalastøðin við Áir nú er latin upp sum savn, at vit hava fingið nýtt skjalasavn á Tvøroyri, og at vit eru farin undir at talgilda søgu­lig skjøl. Men mentanararvurin snýr seg ikki bert um bygningar og ting frá eini farnari tíð. Hann snýr seg eisini um samleika, upp­livingar og trivnað. Við UNESCO sáttmálanum eru týðandi stig tikin til at varðveita livandi mentanararvin, sum okkara føroyski samleiki er grund­aður á. Og mentanin er eisini nú­ tíðar­lig. Fyri at tryggja eitt høgt mentanarstig hava vit stovnað listafólkalønina. Hon veitir tiltrongdar arbeiðsnáðir – til gleði og gagns fyri okkum øll. Harra formaður! Heimurin er nógv broyttur sein­astu fýra árini. Vit kundu latið broyttu for­ treyt­irnar stýrt okkum. Ypt øksl, sagt ábyrgdina frá okkum og verið dølskir áskoðarar. Men vit valdu at taka stig. Tí teljast vit nú millum tey heilt fáu londini, sum Bretland hevur gjørt fríhandilssáttmála við. Hetta tryggjar okkum, at søgu­liga sterki samhandilin við Bret­land verður varðveittur – eisini eftir Brexit. Vit hava eisini arbeitt miðvíst fyri at bøta um møguleikarnar hjá føroyskum útflytarum í aðr­ ar mátar. Týðandi stig eru tikin til at fáa betri atgongd til russiska marknaðin. Eisini líður væl at gera ein fríhandilssáttmála við Japan – og í næstum lata vit upp sendistovu í Kina. Hon skal eisini røkja okkara áhugamál í Japan, Vietnam og Suðurkorea, har stórir vakstrarmøguleikar eru. *** Men eisini her heima hava vit tik­ið størri ábyrgd. Leingi hava vit ynskt sjálv at gera av, hvussu karmarnir um familjuna verða skipaðir. Tí yvi­r­tóku vit familjurættin fyri ein­um ári síðani. Vit hava eisini tikið avgerandi fet á leiðini ímóti at yvirtaka alt útlendingaøkið. Í framtíðini fer Útlendingastovan at umsita og taka avgerðir í málum um eitt nú familjusamanføring, arbeiðs- og uppihaldsloyvi – og uppi­halds­ loyvi fyri lesandi. Í hesum høpi er gleðiligt at stað­festa, at arbeiðið við at skipa før­oyskt sum annaðmál stórt sæð er klárt at seta í verk. Talan verður um ein felags inn­sats um alt landið, sum fer at veita tilflytarum jøvn, góð máls­ lig tilboð, og sum so líðandi skal styrkjast. Miðjað verður ímóti, at all­ir tættir í skipanini eru komn­ir í fasta legu um trý ár. *** Góðu føroyingar! »Antin – ella.« Tað valið gera vit dagliga, eisini hvørja ferð vit orða okk­ um. Vit kunnu orða okkum antin hóvliga og uppbyggiliga – ella óreiðiliga og meinfýsið. Millum samgonguna og and­ støðuna rúka mangan óreiði­lig orð, og vit eru skjót at brigsla hvør øðrum. »Soleiðis er politikkur bara« verður ofta sagt. Men tað er ikki rætt. Tí tað eru vit, politikarar, sum velja, hvussu politikkur skal vera. Málið eigur at vera nógv fleiri semjur tvørtur um samgongu og andstøðu. Hetta verður ein týðandi uppgáva fyri komandi 33 tingfólkini at loysa. Komandi, sigi eg, tí í dag verður valstríðið skotið í gongd. Og eg veit, hvussu skjótt orða­ valið og tónin í valstríðnum kann fara á glið. At tað gerst per­ són­ligt, ljótt og skitið – serliga í sosialu miðlunum. Eg fari tí staðiliga at heita á okkum øll um at tryggja, at vit fáa eitt gott og siðiligt valstríð. At vit virða hvørt annað – hóast vit í mongum eru rúkandi ósamd. Og lat meg gera greitt, at talan er um eitt val. Sama hvat tú valdi seinast, royn so at lurta við opnum sinni eftir tí, flokkarnir siga, og ger tær so eina niðurstøðu. Kanska endar tú aftur í sama staði sum undan­ farin val. Tað er alt í lagi. So leingi sum tú hevur lurtað eftir møgu­leik­unum og velur eftir tíni egnu samvitsku. At enda vil eg hjartaliga takka Framsókn og Tjóðveldi fyri sam­starvið, og andstøðuni fyri sam­starv og gott mótspæl. Eg vil takka Føroya fólki fyri álitið, okkum varð sýnt á seinasta vali og fyri mangar góðar og gevandi løtur kring landið hesi seinastu fýra árini. Tað hevur verið mær ein stórur heiður at verið tykkara løg­maður. Eg skal nýta høvi at ynskja øllum flokkum, øllum valevnum og øllum føroyingum góða ólav­ søku og gott val. Gud signi Føroyar.