hósdagur 1. august 2019síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. AUGUST 2019
SOSIALURIN 87
24
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
6. partur
T
á ið arbeitt verður við eini greina
røð sum hesi, kemur ofta okkurt
áhugavert fram. Tað er eisini
hent í hesi søguni. Eitt dømi er
Johan við Stein, kallaður Pollux.
Mikkjal Gulklett nevnir í síni dagbók, at
tað hevði verið ein boksikampur millum
Johan og ein hollendara, og at Johan vann.
Men Niels J. Arge hevur eina frásøgn
um henda dyst, sum Juleif Jacobsen, sum
eisini var við hesa ferðina, hevur greitt frá.
Ein dagin varð um fiskabylgjuna
boðað frá, at boksikampur fór at vera á
dekkinum á Willem Barendsz. Teir, sum
skuldu dystast, vóru ein hollandsmeistari
og Pollux. Føroyingarnir á móðurskipinum
og hvalabátunum fylgdu alspentir við. Tað
var kent, at Pollux var ikki fyri ongum.
Hann var bæði prúður og sterkur, og undir
krígnum hevði hann eisini lært at boksa
í Havn.
Varpað varð alla tíðina frá boksikamp
inum, so øll skipini kundu fylgja við.
Hollendarin var var sera kvikur og mól og
mól skjótari enn Pollux, men Pollux var
ikki so at fáa av fótum. Tann altíð góðsligi
Pollux fekk eina ferð hollandsmeistaran
á kornið, rendi undir hann við øllum sín
um kroppi, og der lá hann og spraklaði á
dekkinum.
Rómurin var øgiligur millum føroying
arnar á hvalaveiðuflotanum. Onkur pisan
kom undan kavi úr koyggjunum, og teir
slóu ring og kvóðu av fullum huga at heiðra
Pollux fyri sigurin á hollandsmeistaranum.
Bjargaði átta neyðstøddum
monnum
Johan við Stein var føddur í 1918. Pápin var
Hans við Stein, sum var beiggi Mourentius
við Stein. Hann og Petur Mohr Dam vóru
fyrstu javnaðarmenn á tingi í 1932.
Pollux var siglandi maður og undan
krígnum sigldi hann við norska skipinum
Tore Elise, sum eisini sigldi upp á Føroyar
fyri kríggið.
At Pollux var ein kempa sást annars í
hesi greini í Dimmalætting tann 7. februar
1940.
Færøsk Sømand udøver Heltedaad
Matros Johan við Stein paa den norske Damper Tore Elise bjærger i høj Sø 8
skibbrudne Søfolk fra en Tømmerflåde.
Lørdag den 3. februar blev der udvist
den 22 Aar gamle færøske Sømand, Johan
við Stein, en sjælden og udsøgt Ære i
Rigsdagsbygningen i Norges hovedstad
Oslo. Her modtog det norske Storting
den unge Færing, der fik overrakt en For
tjenstmedalje tillige med en Hædersgave
for udvist Heltedaad.
De nærmere Enkeltheder i Forbindelse
med den Begivenhed, der ligger til Grund
for det der er passeret i Norges Storting,
foreligger der endnu intet om. Men efter
hvad det er lykkedes os at faa oplyst, skal
Forhistorien i stores Træk være denne:
I Slutningen af Decmber 1939
observerede man fra den norske
Lastdamper Tore Elise, på hvilken Johan
við Stein var mønstret som Matros, en
drivende Tømmerflaade med 8 forkomne
forbrudne Søfolk. Vejret var meget daar
ligt, og Omstændighederne for Bjærgning
derfor yderst vanskelige. Ikke desto
mindre tilbød den færøske Sømand sig at
at forsøge at Bjærge de skibbrudne. For
synet med en Livlinje sprang han i Søen
og svømmede hen til Tømmerflaaden og
tilbage til Damperen det nødvendige antal
Gange.
Som følge af de haarde Strabadser und
er Bjærningsarbejdet var Johan við Stein
kommet noget til Skade, da han endelig
kunne hales ombord igen efter ene Mand
at have Bjærget 8 Søfolk fra den visse Død.
Johan við Stein er imidlertid kommet sig
helt igen og vender hjem til Thorshavn
med første Fart.
Overalt i Norge har denne storslaaede
Heltedaad vakt den største Beundring, og
de norske Blade kalder den unge Thors
havner: Den færøske Viking.
Skotin undir krígnum men
druknaði á Havnarvág
Beint eftir hesa hending var Tore Elise
álopið av týskum flogfari. Tríggir menn
vórðu dripnir og Pollux varð særdur, og
hann mátti leggjast á sjúkrahús í Kirkwall
í Orknoyggjunum, har læknarnir skóru
eina kúlu úr armi hansara.
Hann kom heim aftur og fór at koyra bil
hjá Bil Óla. Aftaná kríggið er tað, at hann
fer á umrøddu hvalaferðina.
Pollux gjørdist ikki gamal maður. Sunnu
Fleiri av teimum monnum, sum vóru
við á hvalaveiðu í Suðuríshavinum
høvdu eina áhugaverda søgu. Ein teirra
var Johan við Stein, kallaður Pollux
SIÐSØGA
Hvalaveiðan í Suðuratlantshavinum:
POLLUX VANN Á HOLLANDS
MEISTARA Í BOKSING
Ein av okkara fremstu listamonnum, Anker Eli Petersen, hevur
lýst boksikampin í “Teir sigldu úti” hjá Niels J. Arge.
Johan við Stein skapti søgu bæði fyri sítt
bjargingarbragd í 1939 og sum boksari.