Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-01, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. august 2019síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. AUGUST 2019 SOSIALURIN 87 25 Komandi partur Í komandi parti verður komið aftur til Cape Town á veg heim. Ein føroyingur, Martin Hentze bleiv verandi eftir med alla. Vit hava eisini hansara søgu náttina 30. desember í 1951 druknaði hann á Havnarvág saman við gøtumanninum Klæmint Jacobsen. Pollux var bara 33 ára gamal. Ein triði maður bjargaðist. Men sjálvt í deyðanum vísti Johan sína styrki. Teir vóru og dyrgdu, og báturin holvdist. Pollux doyði i sínum royndum at bjarga Klæminti. Teir báðir vóru teir fyrstu at verða jarðaðir frá tí nýggja kirkjugarðkapellinum í Havn. Pápabeiggin, Mourentius, sum tá arbeiddi á Dagblaðnum skrivaði, at “Johan við Stein var sera væl umtóktur fyri dirvi sítt og arbeiðshug, og við sínum lætta og skemt­ingarsama lyndi var hann vinur við øll. Tað var serkent fyri Pollux, at hann sprongdi seg fyri at bjarga einum øðrum. ” Pollux var giftur við Nancy úr Kollafirði. Tey áttiu ein son, Kári, sum var eitt gott um­boð fyri Føroyar í Grønlandi, har han var giftur grønlendskari kvinnu. Hansara grøn­landsfrásagnir í FF-blaðnum í síni tíð vóru væl umtóktar. Hann doyði fyri fá­um árum síðani. Nancy giftist aftur við Jarlstrand Danberg, og tey fingu sonin, Finn. Hon er enn á lívi. Fingu eina pingvin Nú koma vit aftur til áhugaverdu dag­ bókini hjá Mikkjali. 24. februar var lítið at gera. Tveir hvalir vóru arbeiddir okkara vakt. Tá teir vóru lidnir, tóku vit ein sperm og ein finnhval inn á dekki. Teir høvdu vit havt til fríholt í 14 dagar. Síðani var farið at sigla inn í ísin aftur fyri at gera tangabátin kláran frá "Willem Barendsz", so hann kundi fara heim við oljuni. Tá vit høvdu siglt nakað, kom ein bátur upp á síðuna við maskin­ skaða. Ferðin var støðgað, fríholtini koyrd fyri borð aftur, og so komu bátarnir so við og við á borði við hvali aftur. Meðan dag­ vaktin arbeiddi við at flensa ein hval, kom ein pingvin gangandi upp á dekkið gjøgn­ um hvalakjaftin afturi í reyv. Hon var fangað og sett í búr uppi á flúgvidekkinum. 26. februar var besta veður, sum kann fáast á sjónum. Stilli og sól og av klárasta sýni. Einar 5 fjórðingar frá okkum sóu vit eitt fremmant hvalakókarí. Allir bát­ arnir komu á borði við hvali. Summir við tveimum, so vit høvdu ov mikið av ar­beiði alla náttina ígjøgnum. Í gjár kom tanga­bát­ urin á borði at taka olju frá okkum. Hann skal hava 36.000 føt av hvala­olju heim við sær. Tað vera um 6.000 tons. 27. februar gekk arbeiðið við sama lag. Bát­arnir fáa nógvan hval. Nú eru vit farnir upp um 500 hvalir. 28. februar var arbeitt við sama lag. Manningin á "Am.5" fór umborð á "Am.8", og manningin á "Am.8" fór umborð á "Am. 5". Teir skuldu sigla "Am. 5" til Cape Town, tí hann var óbrúkiligur til at skjóta hval við, skrúvan larmaði so illa. "Am.5" skal fylgjast við tangabátinum. Martin Tórgarð datt oman av hvali 1. mars gekk arbeiðið sum vanligt á dekk­ in­um alla náttina. Um dagin kl. 5 fór tanga­ báturin heim. "Am. 5" fylgdist við honum. Føðingardagurin hjá Martin Tórgarð (22 ár) endaði illa. Hann datt niður á dekkið av einum hvali og fekk ilt í knæið. 2. mars gekk arbeiðið vánaliga alla nátt­ina. Fyrst slitnaði ein toppjolla, og tað gingu tveir tímar, áðrenn hon var brúki­lig aftur. Ein pottur kom í óordan í 1½ tíma, og hvalirnir vóru so rotnir, at teir skrædnaðu, tá vit skuldu kæntra teir. Tað var bara spikið tikið av teimum, so fór kropp­urin yvir borð. Veðrið var vánaligt, væl av vindi og øðiliga kalt. Tað var gler á øll­um dekkinum, so vit máttu ansa okkum, at vit ikki skuldu detta á reyvina. 3. mars var lítið arbeiði. Tríggir bláhvalir vóru flensaðir til kl. 7,30. Tá fingu vit frí. 5. mars var arbeiði av tí mesta. Vit flens­ aðu 4 bláhvalir og arbeiddu spikið av fimm. Kl. 4 um náttina var farið at sigla inn aftur í ísin, tí har skuldi vera meiri til av hvali. Veðrið er gott, men ógvuliga kalt. 6. mars var nógv av arbeiði alla náttina. Bátarnir høvdu allir ein og tveir hvalir, allir bláhvalir. Hetta seinasta samdøgrið var tað besta vit hava havt av hvalaolju, væl yvir 1200 føt. 7. mars var arbeiðið nógv alla náttina. Um morgunin brotnaði ein pottur. Hann var for illa afturlatin, tá ið hann var fyltur av spiki. Tá hann var opnaður aftur, vendi hann botnin upp eftir. Veðrið er gott, men ísurin er av tí allar mesta, so langt vit kunnu síggja. 8. mars var lítið av arbeiði um náttina. Ein hvalur kom fyri miðjunátt og ein eftir miðju­nátt. Teir vóru lidnir at arbeiði kl. 4. Tá fingu vit frí. Hvalurin flýtur nú, og vit sigla javnan uttan steðg aftan á trekkinum. Sunnudagin 9. mars høvdu vit frí allan dagin. Á okkara náttarvakt kom bara ein hvalur. Hann var arbeiddur um dagin av dagvaktini. Allir bátarnir eru her, og teir siga seg síggja nógvan hval. Veðrið er gott men ógvuliga kalt, nógvur ísur er, og sjógvurin er nýfrystur her uttan um okk­ um. 11gradir kuldi. 11. mars var heldur ringt veður. Nógv­ur vindur og øðiliga kalt. Alt frysti á dekk­ inum, so har var ikki stuttligt at arbeiða um náttina. 12. mars var arbeitt við sama lag alla náttina. Eftir midnátt kroysti ísurin seg so nær at skipinum, at tað sá út, sum vit ikki skuldu sleppa burtur úr honum aftur, men hann slitnaði sundur aftur, tá ið dagur var komin. Í nátt vóru aftur nakrir finnhvalir at flensa, so teir eru ikki allir rýmdir enn. 13. mars var arbeiðið sum vanligt alla náttina. Tá ið dagvaktin kom á dekkið, var eingin hvalur eftir at arbeiða. Í nátt var ógvuliga kalt. Glerpípur hingu allastaðni. Fyri samdøgrið í gjár fingu vit mesta olju, vit nakrantíð hava fingið í eitt samdøgur, 1272 føt. 14. mars var arbeiðið sum vanligt alla náttina. Tá dagvaktin kom á dekkið var eingin hvalur eftir. Veðrið var gott. Í gjár fóru vit upp um 600 hvalir. Sunnudagin 16. mars gekk arbeiðið av tí allarbesta alla náttina. Veðrið er gott men ógvuliga kalt. Í gjár skutu teir líka so nógv av finnhvali sum av bláhvali. 17. mars var arbeitt dúgliga alla náttina. Stilli og gott veður, móti morgni kavarok. Hvalurin er av tí mesta. Pollux kemur til skaða 18. mars var arbeitt sum vant alla náttina. Hvalirnir vóru nógvir- bæði feitir og stórir. Í nátt var øgiliga kalt. Johan við Stein kom til skaða í gjár. Klógvin, sum teir hála hvalin upp á dekkið við, smekkaði saman um bæði beinini á honum, so hann fall á dekkið. Bæði knøini vóru løstaði á honum. Doktarin helt tó, hann kom skjótt at ganga aftur á beinunum. Hann var jú eisini væl fyri sum gamal boksari. 19. mars var arbeitt av tí mesta, vit nakrantíð hava arbeitt á afturdekkinum. Veðrið var gott og lýtt. 21. mars var arbeitt sum vanligt. Kl. 7 á morgni vóru vit lidnir, og tá fingu vit frí. Veðrið var av tí besta. 22. mars var lítið av arbeiði. Vit vóru lidnir kl. 3 um náttina. Tá fingu vit frí. Alla náttina ígjøgnum duttu ísstykkir niður á dekkið, og komu hesi frá bumveirum og øðrum línum úr flensujollunum uppi í erva. Alt var fryst í erva, men á dekkinum var heitt, og hvørja ferð dampurin kom upp frá dekkinum, so tinaði í erva og tað datt niður á dekkið. 24. mars var nógv av arbeiði alla náttina. Ísurin var so nógvur, at skipið sigldi á ís­ fjøll í heilum. Tá ið dagur kom, var ísurin held­ur tynri. Kanónirnar frysta javnan, so bátarnir fáa ikki skotið. 25. mars var arbeiðið av tí mesta alla náttina. Kavarok av og á. Tá dagur kom, bleiv kavarok og hartil ógvuliga kalt. Í gjár fingu bátarnir 14 stórar bláhvalir. Juleif Jacobsen var fýrbøtari á einum hvalabáti. Her verður byrjað at flensa Hvalurin var sundurlimaður á fordekkinum. Beinini vóru skorin sundur við sag. Síðan fóru tey í eina kvørn og vórðu kókað.