hósdagur 1. august 2019síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. AUGUST 2019
SOSIALURIN 87
26
KJAK
Býarskipan er blivin útsøluvøra
hjá Tórshavnar kommunu
Jákup Egholm Hansen
Stutt fyri ólavssøkuna legði Tórs
havnar kommuna fram uppskot
til serstakað byggisamtykt fyri
eitt økið í verandi býlingi Undir
Kongavarða.
Endamálið er at loyva einum
privatum felag at kroysta 94
leiguíbúðir inn á eitt økið, sum
upprunaliga er ætla til 30 íbúðir.
Eitt økið, har tað frammanundan
er ein tættbygdur býlingur, við 50
íbúðum og 64 raðhúsum, sum hýsa
umleið 350 borgarum.
Býarskipan á uppboðssølu
Hetta er úrslit av, at meirilutin í
Tórshavnar býráð, er farið undir at
selja býarskipan á uppboðssølum.
Tey hava gjørt slíkar miseydnaðar
royndir fyrr, bæði á Frúutrøð og
einaferð fyrr Undir Kongavarða,
men tað tykist sum at nú skal
hetta bara trumfast ígjøgnum, utt
an mun til vanliga sunna fornuft.
Í hesum sambandi fer býráðið so
langt sum at nokta nærmastu
grannunum innlit í partar av mál
inum.
Skjøl í málinum vísa greitt,
at hóast tað frá býráðsins síðu
verða nýtt ymisk føgur orð í
útbjóðingartilfarinun, sosum
ikki at takað útsýnið frá grann
um omanfyri; at takað atlit til
nærumhvørvið o.l., so verður ikki
sagt eitt orð um ferðsluviðurskift
ini og skuggaávirkan á nærmastu
grannarnar. Men serstakað byggi
samtyktin vísir tó eina bygging,
har øll ferðlan verður leidd inn á
verandi býling, og at ætlanin er at
loyva høgari bygging, sum á ongan
hátt tekur atlit til nærumhvørvið
og grannarnar.
Almenna framløgan av upp
skotinum til serstaka byggisam
tykt er tí ikki annað enn kávalótir
frá býráðsmeirilutanum.
Excel-arkið yvirtrumfar
býarskipanarlóggávuna
Hesin nýggji leisturin hjá býráðs
meirilutanum, er ikki annað enn
reguler uppboðssøla av býarskip
an í Tórshavnar kommunu. Tað
ert fyrst og fremst Excel-arkið
hjá privata felagnum sum komm
unan ætlar at selja økið til, sum
avgerð treytirnar fyri ætlaðu
byggingini Undir Kongavarða.
Tað er týðiligt, at tað eru í øllum
førum ikki lógarásettu krøvini
í §3 og §5 í býarskipanarlógini,
sum avgerða treytirnar í hesum
ítøkiliga málinum, sum er í greið
ari andsøgn við endamálið í býar
skipanarlógini.
At bústaðartørvurin í Havnini
er stórur er eyðsæð. Men hann
kann loysast uttan at býráðs
meirilutin loypir um garðin har
hann er allar lægstur, við at oyði
leggja heilar býlingar sum longu
eru har, sum verður úrslitið av
hesi ítøkiligu lappaloysnini Und
ir Kongavarða. Býráðið eigur ein
heilan haga – Flatnahaga – har
ríkiligt er av plássið til íbúða
bygging, og tað kann gerast uttan
at gera seg inn á verandi býlingar.
Býráðið gjørdi fyri nøkrum
árum síðani eina sonevnda
kommunuætlan, har stungið varð
út í kortið hvar bústaðarvøksturin
skuldi verða fram til 2030 (sí
https://www.torshavn.fo/get.
file?ID=2191). Ongin bygging var
tá ætla afturat á økinum har
býráðsmeirilutin nú vil loyva ein
um privatum felag, at kroysta 94
leigubústaðir inn á.
Rein desperatión
í býráðnum
Hetta ítøkiliga málið vísir týðiliga,
at býráðið hevur ikki fylgt síni
egnu kommunuætlan, og hev
ur sovið í tímanum. Verandi
býráðsmeirilutin hevur tí nú í
reinari desperatión hevur lagt
seg skerflatan, og ætlar at loyva
”discount”-bygging av bíligasta
og ringast hugsandi slag, bert fyri
bøta um sína ringu samvitsku, av
ikki at hava gjørt nakað munadygt
við bústaðartørvin í góðari tíð. Og
kanska eisini fyri at hava nakað
at vísa á til næsta kommunuval.
At hetta slagið av bygging verður
til ”slum” innan stutta tíð, sæst
ikki fyrrenn byggingin er liðug
og fólk eru flutt inn, men tá er
næsta býráðsvalið farið afturum,
og tá er eisini ov seint at rætta
uppá mistakið, fyri tann býlingin
sum tá er blivin oyðilagdur. Og
slík bygging er heldur ikki ein
hjálp til tey neyðars fólk sum eru
í tí trongu støðu, at tey noyðast at
flyta inn í hesa fyrstu ghetto´ina í
Tórshavnar kommunu.
Tey 10.000 trøini
Marin Katrina Frýdal, form. í
Byggi- og býarskipanarnevndini
hevur í miðlunum seinastu dagar
nar fortalt um stóru ætlanina við
planting av 10.000 trøum, skógar
friðing og annað. Tað er eisini at
fegnast um, at slík stig verða tikin.
Men heldur enn bert at hugsað um
sítt egna nærumhvørvið í Hoyvík,
har meginparturin av trøunum
skulu plantast, so er hetta eisini
ein gyltur møguleiki hjá form. Í
Byggi- og býarskipanarnevndini,
at skapa eina lítla viðalund, frí
tíðarøkið, gøtuskipan og spæliøki
fyri allan tann stóra, nýggja bý
lingin í erva á Argjum. Flest øll
í økinum vilja ivaleyst stuðla og
hjálpa til við hesum.
Komið til fornuft
Tit í meirilutanum – Annika Olsen,
Marin Katrina Frýdal, Gunnvør
Balle, Bogi Andreasen, Jákup Dam,
Turið Horn og Bergunn Kass - sum
hava tikið undir við at trumfa
hesa ætlanina ígjøgnum, eru við
at reisa tykkum tann keðiliga
politiska minnisvarðan, at tit
skaptu fyrstu ghetto-byggingina
í Tórshavnar kommunu, um tit
ikki saðla um meðan møguleiki
enn er til tað.
Um tit í býráðsmeirilutanum
hava nakra sum helst virðing
fyri ásetingum og endamálið við
býarskipanarlógini, fyri komm
unuætlanini, og ikki minst fyri
borgarum í verandi býlingum á
Argjum, so eigur ætlaða ”slum”-
projektið Undir Kongavarða at
verða slept beinanvegin. Farið í
staðin undir eina nýggja útbjóðing
at byggja tær 30 íbúðareindirnar
sum upprunaliga vóru ætlaðar
at verða har, og farið samstundis
undir at skapa umstøður at byggja
nýggjar bústaðir á nýggjum økj
um sum eru ætlaði og egnaði til
tað, millum annað í haganum hjá
kommunu, Flatnahagi.
Vónandi vigar trivnaðurin hjá
borgarum á Argjum ikki minni
enn tey 10.000 trøini og trivnað
urin í nærumhvørvinum hjá nøkr
um býráðslimum.
Mynd: Nýtt uppskot
til økisskipan