Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. august 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. august 2019 · Nr. 88 Pætur Hjalmar Evensson Hósdagin kom íslendski tollmyndugleikin fram á ein persónbil umborð á Norrønu, tá hon legði at í Íslandi. Og í bilinum funnu tey eina stóra nøgd av rúsevnum. Tað skrivar íslendska Morgun­blaðið. Rúsevnini fevndu um bæði amfetamin og kokain, og talan var um eina nøgd á tilsamans 45 kilo. Hetta er sambært Morgun­blaðnum ein av størstu mongdunum, sum nakrantíð er lagt hald á í Íslandi.  Narkohundurin í Egil­støð­um luktaði seg fram til rúsevnini í per­són­bilinum. Bilurin skal nú kannast nærri, og tveir útlendingar eru varð­haldsfongslaðir í tvær vikur. pature@sosialurin.fo Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo SÍÐA 8-10 Í still­ støðu­ni deyð­in – í mót­ streymi­ num lívið SÍÐA 16-17 KÍ gong­ur á odda í Evropa Føroyskur politikkur er raktur av valfepri. Royndirnar siga, at tá ið fepurin fer upp, so fer skilið út. Tað er so skjótt at tosa í ørvitri, tá ið fepurin er nógvur. Tað er heilt víst, at valfepurin verður hægri um tríggjar vikur, enn hann er nú, og tað er heilt víst, at vallyftini verða uppaftur nógv fleiri um tríggjar vikur, enn tey eru, sum longu eru givin. Gongdin í valstríðnum er mest átókt tí, sum gongur fyri seg, tá ið børn fáa katalog ella príslista í hondina. Tað er uttan ábyrgd og kostnaðarleyst at peika og ynskja sær hetta og hitt. Tað er bara hugflogið, sum setir mark fyri, hvat verður borið fram á torg í valstríðnum. Verturin verður lagdur á, hvørji grundsjónarmið flokkarnir hava, og hvat er orðað í valskráunum hjá flokkunum. Í besta sein­ modernaða stíli snýr tað seg um eg, meg og mær og mín. At tey í tinginum viðgjørdu løgmansrøðuna og harvið róku valstríð í tingsalinum fram til fríggja­kvøldið líkist ongum, og tað er heilt við síðuna av, tá ið so stórt og prinsipielt mál sum tal av fiskidøgum varður ásett, so at siga í yvirtíðini. So­leiðis var tað fríggjakvøldið, tá ið umboð fyri allar flokkar utt­an framsókn atkvøddu fyri hækk­ ing í fiskidøgum hjá bólki 5B. Tað hoyrir ongastaðni heima at reka valstríð í tinginum, eft­ ir at valið er útskrivað, og tað er fullkomuliga við síðuna av at reka politikk og taka prin­sip­iell­ ar avgerðir, eftir at valið er út­ skrivað. Eitt uppskot hevði tað verið gott, um tað nú undan valinum fekst breið semja um. Tað hevði verið fantastiskt, um allir flokk­ar og politikarar nú tóku lógvatak og lovaðu, at næstu ferð verður valið í november ella eftir ársskiftið. At føra valstríð og halda val á hásumri er ikki serliga fikskt. BREIÐ SEMJA UM EITT LYFTI Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Tá Joen Magnus Ras­mus­ sen úr Fólkaflokkinum fríggja­dagin tók orðið í tingi­num og kunngjørdi, at hann ikki verður mill­ um valevnini til løg­tings­ valið 31. august gjørdist hann tann sjeyndi politik­ar­in, ið hevur havt sína dagliga gongd í løg­ tinginum seinastu árini, ið ikki stillar upp aftur. F r a m m a n u n d a n hava Kári P. Højgaard, Sjálv­stýri, Sonja Jógvansdóttir, uttan­ flokka, Magni Laksá­foss, uttanflokka, Helena Dam á Neystabø, Javn­að­ar­ flokkurin, Ed­mund Joen­ sen, Sam­bands­flokk­urin, og Bjørn Kalsø, Sam­ bands­flokkurin, boða frá, at tey ikki stilla upp. Tað merkir at føroyski veljarin skal venja seg við nakrar nýggja persónar í før­oyskum politikki. Og hjá teimum valevnum, ið ynskja at fylgja í fóta­ spori­num hjá teimum skjótt fyrrverandi ting­ fólk­unum, eru ivaleyst av atkvøðum at dyrgja eftir. Tilsamans fingu hesi val­evnini nevniliga 3.351 at­kvøður á seinasta løg­ tings­valið. Og tá samlaða atkvøðutalið til seinasta val var 32.374, merkir tað, at 10,35 prosent av teimum, ið greiddu at­ kvøðu seinast, skulu seta kross við eitt annað val­ evni 31. august. Nógvar leysar atkvøður Smuglaðu 45 kilo kokain og amfetamin við Norrønu Tá Norrøna kom á land í Íslandi hósdagin, funnu tollarar eina rúgvu av rúsevnum í einum persónbili